Jólini eru ein markleysur lummi at síggja, lesa og tilogna tær alt tað, tú ikki náddi í árinum, sum nú bleiv gamalt. Til dømis belgiska filmin Jeanne Dielman, 23, quai du commerce, 1080 Bruxelles, sum høgt metta tíðarritið hjá Bretska Filmstovninum, Sight & Sound, valdi at kjósa sum heimsins besta frá í ár at rokna, frammanfyri Citizen Kane og Vertigo, sum fyrr hava átt hetta søguliga heiðurspláss. Filmin gjørdi Chantal Akerman í 1975, meðan Orson Welles og Alfred Hitchcock gjørdu hinar í 1941 og 1958. Chantal Akerman doyði 65 ára gomul í 2015. Aldri fyrr havi eg varnast henda film, sum nú er heimsins besti. Kanska verða stundir at síggja hálvanfjórðatíma langa filmin sum eina belgiska vaflu millum jólanna.
Síðan talgilding kundi havt demokratiserað og frísett fjarlagda borgaran, ið ynskti upplysing gjøgnum nýggja atkomuligheit og nærverandi luttøku, er skinnfóðraði jólalummin vorðin órannsakiliga djúpur. Einki mark er fyri, hvat útbjóðarin kann veita okkum. Jólafilmar eru blivnir eitt slag heilt fyri seg, málaðir upp í eitt horn, hvør verri enn annar, og allir skornir eftir sama leisti. Hvussu bjarga vit jólunum og hvar finna vit røttu jólini? Og so svølgja vit í tí á jólum, bara fyri at fáa alt við, so sum jólabløðini fyriskriva.
Men leita vit sjálvi á stroymingartænastunum, finna vit aðrar filmar enn teir, sum almennu miðlarnir hava valt at senda okkum á jólum.
Stroymingartænastan Grand Hjemmebio hevur í nøkur ár havt góð tilboð til privatar brúkarar við filmum, sum tey eisini leiga til biografar, har tað altíð er best er at síggja film. Men á júst hesi stroymingartænastu eru enn nakrir filmar, sum liggja ovast á mínum yndisbunka.
Hevur tú hug at skjóta til máls eftir Putin, sum eingin í heimssamfelagnum enn torir, og samstundis fáa innlit í russiska nútíðarkorruptión serliga millum kirkju og býráð út móti Barentshavi, so er at tendra fyri filminum Leviathan, sum russiski leikstjórin Andrej Zvjagintsev gjørdi í 2014. Sýningin varð so sterk, at ljósið fór, tá Filmsfelagið vísti hann eitt kavakvøld í Havnar Bio.
Átjan minuttir longri enn russiski korruptiónsfilmurin er hin amerikanski There will be blood, sum førir okkum aftur til aldamótið 1900 og fer í krovið á gudsdyrkanini og rættinum til jørð hjá smámanninum í Suðurkalifornia, og stórlætisørskapin hjá maktgalna vinnulívsmanninum, ið vil súgva alt til sín sjálvs, fyrst oljuna, men eisini the milkshake, tí sum kapitalistur hevur hann eitt súgvirør, ið røkkur um alt rúmið. Ein óbetaliligur setningur, ið samstundis minnir okkum á Bíbliorðið um, hvat tað gagnar, at vinna allan heimin, við einum súgvirøri, tá tú skalt bøta afturfyri við sál tínari. Kanska er hetta ultimativi jólafilmurin til allar tíðir. Hann byggir leysliga á søgu hjá Upton Sinclair frá 1927.
Nógvir nýggir filmar eru eisini á stroymingartænastuni hjá Grand Hjemmebio. Teirra millum Good luck to you, Leo Grande, har Emma Thompson, 63, er blivin einkja.
Good luck og góð jól!