Skip to main content

Matur sum ironisk distansa

 

Kringvarpið er fari at gera rip off versiónir av Spískamarinum hjá Gutta Winther undir heitinum Foytar Greyðir, sum annan vegin kunnu tulkast sum vulgarisering av føroyskari gastronomi, og hinvegin sum ironisk distansa at náa ein hyggjaraskara, ið kann draga aldurin á føroyska sjónvarpshyggjaranum niður í helvt ella so.

Matur, sum fyrst bleiv eitt barometur hjá betra slagnum at bjóða øðrum, og síðan eksotiskur veiðifongur at reypa av úr londum, sum eingin í vinabólkinum kendi, trophy travels, er nú blivin innbakaður kjaftfiskur. 

Gongur tíð, so slær alt bakk. Eisini mat- og kokkasendingar.

Í mínum eygum eru Foytar Greyðir avgjørt ein óhátíðarlig sending, gjørd við ironiskari distansu, yvir sjálvhátíðarliga føroyska køkin, og tær heilagu uppskriftir, har verða hildnar fram. Stuttliga ósmagligt og hvørt høvið at pilka í nalvanum verður brúkt. Tað ger stuttligheitina so troyttandi, at vit aldri gloyma satiruna.

Fara vit í filmiska heimin er annarleiðis bit og slit í upptøkunum, har matur verður etin, smakkaður, sodnaður og skitin útaftur. Italski Marco Ferreri gjørdi í 1973 Le Grande Bouffet, Hitt stóra átugildið, har aldrandi vinmenn møtast at eta seg í hel, við borðhorum afturvið. Ímeðan hoyra vit svongu hundarnar tevja í garðinum. 

Í fjør helt svenski leikstjórin Ruben Östlund fram fyri okkum, hvussu hann sá yvirstættina, tá tey fóru umborð á eina luksusjátt og ótu, spýðu og skræpaðu um kapp. Dekadenta yvirstættarsamfelagið sigldi seg upp á turt í The Triangle of Sadness.

Vit eru komin í hæddina við matsatiru á filmi.

Harafturat eru allir faktorar til staðar at skapa fullkomna identifikatión. Vit kenna karmarnar og leiklutirnar aftur. Kunnu grína og øtast, so fasinatiónin riggar meðan borðreitt verður.

Mitt í hesum melduri fái eg fleiri meldingar í messenger um, at eg eigi at hyggja eftir The Menu á Disney+. 

Tað skal ikki standa á. Hóast eg filmiskt eri altetandi, smakki eg ikki film, uttan ein ráka niðurundir. Smakki, at leikstjórin, Mark Mylord, er hin sami, ið gjørdi sjónvarpsrøðina Shameless, sum var praktfult nýskapandi, nettup viðvíkjandi tí stættarbundna, dannaða og ódannaða, í nútíðarsamfelagnum. Ein hugvekjandi satira.

So er klárt at hyggja.

The Menu førir okkum í báti út á Kyrrahavsoynna, har matstovan The Hawthorn bjóðar tólv fólkum eina eksklusiva matskrá fyri 1250 dollars og meir fyri hvønn. Øll tólv hava bíðað í langa tíð, nú upplivingin dagar í havsbrúnni. Kokkurin, matstovuleiðarin og starvsfólkini kenna nøvnini á øllum gestunum, uttan hina einu, Margot (Anya Taylor-Joy), ið er komin við uppá avboð sum keypt unnusta hjá góðlynta Tyler (Nicholas Hoult), ið er foodie og púra burtur í glæsiligari gastronomi. Asiatiski matstovuleiðarin, Elsa (Hong Chau), tekur í móti, sum klipt úr kanadiska nazisploitationfilminum Ilsa, She Wolf of the SS (1975), og sigur turt kalkulerandi við gestirnar, at ”You will eat less than you desire and more than you deserve!”

Enn meira djevilskur er høvuðskokkurin Slowik (Ralph Fiennes), ein náðileysur egosentrikari úr Eysturevropa, sum nú hevur fingið nakað at hundsa við - matstovugestirnar, ið eru bodnir til borðs, sum var tað ein whodonnit søga hjá Agathu Christie, ið so hvørt sum rættirnir verða bornir inn á borðið, gerst ein drápssøga av teim heilt óunniligu. 

Hóast rættuliga far-fetched er søgan undirhaldandi og ikki sørt beinrakið revsandi, rætt eftir rætt, til liðugt er. Hvat, ið fellir best til endans, skal et lata verða ósagt.

Best dámdi mær orðaða skismaði millum tænandi undirstættina og njótandi yvirstættina á matstovuni, og hvussu hetta knýtir eitt band millum nevrotiskt sjálvupptikna kokkin, Slowik, og uppreistrarsinnaða matstovugestin Margot, ið sum hin einasti av teimum tólv, finst at matinum, og sendir hann út í køkin, tí hann er sum hin nakni keisarin, avdúkaður, sum eitt innantómt kærleiksleyst einki og eitt breyðleyst breyð, ið eisini er ein rættur: 

- For starters, you've taken the joy out of eating. Every dish you served tonight has been some intellectual exercise rather than something you want to sit and enjoy. When I eat your food, it tastes like it was made with no love.

Tá kokkurin, Slowik, mótmælir og sigur, at í køkinum er soðið og grundstøðið, at alt er gjørt úr kærleika, sum er týdningarmesta í hvørjum rætti, svarar hon aftur:

- Then you're kidding yourself. Come on, Chef. I thought tonight was a night of hard home truths. This is one of them. You cook with obsession, not love. Even your hot dishes are cold. You're a chef. Your single purpose on this Earth is to serve people food that they might actually like, and you have failed. You've failed. And you've bored me. And the worst part is I'm still fucking hungry.

Hóast henda uppreistur okkara vegna, er Margot ikki frægari enn so, at hon selur seksuellar tænastur, ið fær filmin at minna um hin finska Úrlatingin (Riisuminen) hjá Lauri Törhönen, sum Filmsfelagið vísti í 1986. Ein tíðarleys søga um, hvør av teimum, sum nú møtast, er hin størra horan, sosialdemokratiski ministarin ella luksusludarin, sum fyrr vóru limir í sama kommunistiska flokki, men nú hava svikið lyftið og fara at berjast á hotellkamarinum.

Á matstovuni Hawthorn koma vit eftir, at Margot fyrr hevur verið saman við einum av respektablu monnunum, sum nú situr til borðs við konuni fyri ellintu ferð. Køksknívurin hjá Elsu er á lofti og ringfingurin hjá aldrandi ríkmanninum liggur eftir. 

Fleiri óunniligar avdúkingar verða prentaðar til hvørt borð, ikki á pappír, men á eitt persónligt tacobreyð at eta, har ikki bara ótrúðskapur er avmyndaður, men eisini ólógligur roknskapur hjá nýggja matstovueigaranum.

Meira skal eg ikki avdúka av hesi kringlutu ræðusøgu um matstovuna The Hawthorn, har tað kostar nógv at eta fínt og tú skal standa leingi á bíðilista at sleppa inn og sita millum bezzerwissers, ið alla tíðina seta orð á smakkin. Ikki átið, fyri alt í verðini ikki átið. Bara smakkin. Tí hetta er ikki búkmentan, men smakklist.

Hevur tú stamina, styrki, stirðil og flatbróstartreysti, so er hetta ein filmur fyri teg uttan at fáa búkilsku. Men tú fert kanska at aftra teg at tosa um mat og borðreiðing, so rámandi sarkastiskur er hann.

Sigst, at søgan byrjaði á norsku Cornelius matstovuni á oynni Holmen við Bjøroyhavn uttanfyri Bergen. Í matskránni hómast eisini sipingar til heimsins bestu matstovu, Noma, í Keypmannahavn.

At eta er ikki, sum at smakka tað.