Skip to main content

Posts

Showing posts from June, 2023

Skannarin tekur fepurin av pressuni

Poddvarpið hjá Øssuri, Skannarin er komin afturíaftur, hesuferð við ískoytisheitinum 2.0 sum indikerar, at poddurin er staðin upp av nýggjum og á ein nýggjan hátt, hesuferð á miðlapallinum VP, men til innihalds og í formati er hann hin sami sum fyrr, eisini við Brynhild sum medverti. Longdin er knappur tími. Eyðennislagið er nýtt og lagaligt, kanska í so lagaligt, men uppleggið er tað sama, ein kritisk innleiðsla, sum lærarar elska at siga, innleiðsla, í føroyska miðlalandslagið, altíð við einum tíðarbornum kritiskum broddi, sum tó í hesi fyrstu útgávu tyktist lagaligari og róligari enn fyrr.  Men tá tú hevur lurtað eina løtu, kennir tú teg væl, ja tað beinleiðis klæðir sendingini, sum eg altíð velji at kalla ein podd, at hon er rólig, sendingin. Rólig er hon eisini í argumentatión, skipan og framgongd, soleiðis minutt fyri minutt, og innslag fyri innslag, so eftir stendur ein lagalig heild, sum tykist mær væl grundað og gróðursett uttan nakað ekstraordinert hóvasták.  Eins g...

Tíðartekin

Helst var tað eitt algoritmiskt tíðartekin, tá Fernando Pessoa stakk upp á Facebook henda seinasta arbeiðsdagin fyri feriuna: “It’s been a long time since I’ve been me”.  Umframt at vera ein av mest spennandi yrkjarum í Evropa í rímuliga nýggjari tíð, var hann tiltikin fyri at skapa sær ymisk nøvn, fimmoghálvfjerðs sigur onkur, ið hann dyrkaði, sum vóru tey livandi persónar á ymsum málum við ymsum motivum. Ikki sum dulnevni men heteronym, segði hann áminnandi.  Jú, tað var eitt tíðartekin, nú seinasta árið fyri at pensjónsaldurin byrjar, arbeiðsskeiðið fer at verða runnið, ellisbyrðan stendur fyri durum og Bob Dylan rungar harðari enn nakrantíð “There must be some way out of here”.  Og í svenska morgunsjónvarpinum siga tey, at rockpoeturin Håkan Hellström er farin at spæla aldrandi fótbóltsspælari í yrkisdeildini í nýggjastu videoútgávuni úr savninum Poetiska försök , har hann - tvey ár eldri enn Pessoa, tá hann fór úr tíðini - spyr: “Vem vill vara din vän när du har tapp...

Á songarstokkinum má verða markið

Tríggir norðurlendskir filmsgranskarar, Gunnar Iversen, Mariah Larsson og Isak Thorsen skriva í hesum døgum Handbook of Nordic Cinema . Í hesum sambandi hevur Isak Thorsen skrivað ein kapitul um donsku Sengekant -filmarnar í Grønlandi, og spyr, um teir eisini hava verið vístir í Føroyum. Hóast lotur, er mítt svar eitt rungandi ja.  Við filmsgerð er tað í øllum londum so, at innlendskur filmur, ella tjóðskaparligi mentanararvurin, um hann so er filmur ella annað mentanaravrik, er sjálv beinagrindin í viðkomandi landi, tá umræður ikki bara filmsgerð, men so sanniliga eisini biografvirksemi, um tú vilt tað ella ei. Handilsliga uppgávan, tí hon liggur frammalaga, kanska fremst í júst hesi sjangru, er at finna fram til, hvat kann lokka fólk í biograf. Heldur enn filmslist, er hetta handilsmannskapur, sum liggur fremstur í samtíðini, har og tá lættir pengar eru at finna. Serliga fyrst í sjeytiárunum sæst, at nógvir danskir seingjastokkafilmar hava verið vístir í teim mongu føroysku biogr...

Føroysk kanning avdúkar, at vandin fyri at fáa barnsburðartunglyndi er greitt undirmettur

Mikudagin 7. juni fer granskarin Sanne Storm at leggja fram týdningarmestu úrslitini í landsfevnandi kanning av sálarligu heilsuni hjá føroyskum kvinnum, meðan tær eru við barn og eftir at tær hava átt. Framløgan, sum er almenn, er í Kongshøll klokkan 15. - Altjóða gransking bendir greitt á, at tunglyndi og angist eru millum tær kendastu sálarligu avbjóðingarnar, tá kvinnur eru við barn og fyrsta árið eftir føðing, sigur Sanne Storm og leggur afturat, at hóast hetta, so eru hesi viðurskifti, ið natúrliga áttu at fingið fremstu raðfesting, lítið viðurkend og minni granskaði í føroysku heilsuskipanini. - Gransking prógvar eisini, at verður ikki gáað um barnsburðartunglyndi, sum tískil heldur ikki verður viðgjørt, so fær støðan álvarsligar avleiðingar fyri mammuna og barnið, og sálarligu heilsuna hjá allari familjuni og húskinum. Og tá verða umstøðurnar at byggja fyrsta trygga knýtið millum mammuna og barnið so mikið meira avbjóðandi, sigur Sanne Storm í samrøðu við Birkblog um hennara dr...