Poddvarpið hjá Øssuri, Skannarin er komin afturíaftur, hesuferð við ískoytisheitinum 2.0 sum indikerar, at poddurin er staðin upp av nýggjum og á ein nýggjan hátt, hesuferð á miðlapallinum VP, men til innihalds og í formati er hann hin sami sum fyrr, eisini við Brynhild sum medverti. Longdin er knappur tími.
Eyðennislagið er nýtt og lagaligt, kanska í so lagaligt, men uppleggið er tað sama, ein kritisk innleiðsla, sum lærarar elska at siga, innleiðsla, í føroyska miðlalandslagið, altíð við einum tíðarbornum kritiskum broddi, sum tó í hesi fyrstu útgávu tyktist lagaligari og róligari enn fyrr.
Men tá tú hevur lurtað eina løtu, kennir tú teg væl, ja tað beinleiðis klæðir sendingini, sum eg altíð velji at kalla ein podd, at hon er rólig, sendingin. Rólig er hon eisini í argumentatión, skipan og framgongd, soleiðis minutt fyri minutt, og innslag fyri innslag, so eftir stendur ein lagalig heild, sum tykist mær væl grundað og gróðursett uttan nakað ekstraordinert hóvasták.
Eins góð er ávísingin og ytra sjónligheitin, at poddurin sæst beinanvegin í tíðindalinjuni hjá VP, sum er einstreingjað upp og niður, og so kanst tú við einum klikki trýsta á play, uttan at skula logga inn, rinda og taka niður eina app. Øll rondin av óneyðugari tøkni, gjaldi, haldi og eftirliti er burtur. Trýst á play og tú ert í poddinum og kanst hoyra hann. Ómakaleyst, einki roks og í fólksins røttu tænastu, nú almennur stuðul er latin til tænastuna. Opinleikin gevur samstundis eina bæði nyttuga og góða meining. Poddurin er eisini at finna ovast á VP sum myndin vísir:
Og so eri eg fegin um at sendingin, orsaka, poddurin, er aftur og ríkar umhvørið, annan vegin fyri brúkaran og hin vegin fyri miðlarnar sjálvar. Hann skapar eitt hægri kjak og vitanarstøði um føroysku miðlarnar. Og tað ger eingin annar við júst kjakinum um miðlar sum kjarnuendamáli.
Kanska eru ikki tær stóru og eksplosivu avdúkingarnar, men tann veruleiki at vit, ja vit føroya fólk, nú hava hesa sending aftur á breddanum ger, at fatanin av og hugsanin um føroyskar miðlar javnt og samt verður vend og snarað, sum ongantíð fyrr, til dømis tá ein fyrrverandi løgmaður verður hildin fast uppá, hvat hann skrivar á Facebook um størstu fyritøkur í landinum.
Poddurin bøtir í allari lagaligheit um føroyska miðlalandslagið, skapar nýggjar tankar, heilt vist eisini hjá tíðindaleiðaranum í Kringvarpinum, og hvar hann okkara vegna eigur at senda medarbeiðarar at siga okkum frá um avgerandi, ja kanska heimsbroytandi, mál og evni.
Og við nýggjum tankum og sannføringum koma vælsaktans nýggj krøv innanifrá av redaktiónunum hjá miðlunum sjálvum, og uttanífrá frá brúkarunum, sum støðugt fara at krevja nýtt úr egnum jørðildi, fáa teir snevilin av, at tað yvirhøvur ber til og hevur týdning at seta føroyskar vinklingar á føroysk tíðindi í einum støðugt skiftandi føroyskum veruleika. Annars kundu vit jú bara svitsja til BBC.
Lukkutíð eru Øssur og Brynhild komin aftur at minna okkum á, at tað ber til at dyrka okkara egna veruleika í heimsins miðlameldri, og at hann eisini skal lúka krøv, føroyski miðlameldurin, sum eitt líkinda tilvitskustøði setir, verða aktørarnir javnt og samt mintir á tað.
Tøkk fái tey fyri áminningina og avrikið, sum einastandandi poddurin er!