Tá tú fyrstu ferð flýgur beint úr Føroyum til eitt fjart ferðamál í meir enn seks tímar, leggur tú til merkis, hvussu upptikin vit eru av slekt og knýti til hvørt annað. Ja, vit kunnu lumpa onkran við at latast vera úr California, og í veruleikanum vera lastbilførari av Selatrað og Norðoyri, sum leingi hevur koyrt í útlondum og í dag líkist Willie Nelson. Are you from Kentucky, spyr ein djarvur blaðstjóri norðan av landi. Royndin hjá tí fyrra, a practical joke, var stuttlig, so leingi tað gekk. Tá hann eftir eini góðari løtu avdúkaði seg sum føroying, vóru teir í familju. Tá vit øll eru í tí óvænataða, nýggja og ókenda, er lætt at spæla øðrum eitt puss. Men samstundis ber tað boð um ein felagsskap, ið stingur djúpari enn vit til gerandis geva okkum far um. Tí øll hoyra vit saman, og so eru vit umborð á sama flogfari, tí vit hava sama ferðamál. New York. Meðan eg havi eygleitt at onnur fólk umborð á øðrum flogførum á somu leið, leggja seg at sova við bindi fyri eyguni,...