Hetta er fotografurin Jean-Marc Caracci, sum býr í suðurfranska býnum Montpellier. Haðani hevur hann ferðast til allar evropeisku høvuðsstaðirnar, eisini Tórshavn, at skapa og fulfíggja myndarøðina Homo Urbanus Europeanus, evropeiska býarmenniskjað.
Higartil hava 54 framsýningar verið í 29 londum. Næsta evropeiska fotoframsýning er í Pézenas í Suðurfraklandi.
Í síðstu viku rakti hann við bloggin og setti seg í samband við meg. Deiligt.
Ferðandi myndafólk, ið dyrka eitt ávíst úttrykk og í hesum føri eisini evni, vekja natúrliga mín áhuga.
Úr føroyska savninum velji eg tvær myndir úr Havn. Tað eru nummar sjey og trettan.
So spyr hann meg hví eg velji akkurát hesar báðar myndir, og vit byrja eina enska skrivaða samrøðu.
Eg skrivi:
- Perhaps it is because I walk along these motifs every day, and crossing the city room that is your frame in the latter example. I attended the same class as Hans Pauli Olsen, the sculptor, who’s work is in front of the Nólsoy island. The soft curves against the sharp square figures. And the busy man. Perhaps it is me walking home. The town center with the sharp pedestrian patterns in front of the old pharmacy, now housing the political parties, and again the busy man, now in a Faroese sweater - creating a striking total graphic result - and if he turned left he would see the posters of the old cinema Sjónleikarhúsið. Used to go there to see as sharp Jean-Pierre Melville films with Alain Delon as the sharp dressed main actor in - again - as sharp French cars of the day. Perhaps with yellow lights on. A contrast of the misty classicals like Le quai des brumes. Your motifs bring to life these vivid thoughts in me - thoughts of graphic memories in Tórshavn.
Hann svarar:
- Astonishing, surprising, your way to look at these photos… but for sure interesting. My way of working on this urban and European series is very simple. As a hunter, I find the right place and the right light, I choose my frame, and I stay tuned…waiting for a lonely individual to walk in the center of the image. Sometimes it works, sometimes I just wait in vain. So, I come back at the same hour the day after… and the day after… and, if necessary, the day after again.
Caracci lýsir seg fyrst og fremst sum sisilianara, tí ættin er av Sicilia, hóast hann er borin í heim í Tunesia í 1958, og síðan barnaárini hevur búð í Montpellier í Suðurfraklandi.
- Eg eri sjálvlærdur fotografur, byrjaði at brúka myrkarúmið tá eg varð fimtan. Tá eg varð tjúgu bleiv eg fotografur í eini deild í herinum og lærdi at taka myndir av fólki har. Tá fekk eg hug at avmynda menniskjað, sum part av eini heild, heldur enn ein sosialur skapningur ella vera.
Í stíli sigur Jean-Marc seg verða kveiktan og ávirkaðan av fotografum sum Henri Cartier Bresson, Elliott Erwitt og Raymond Depardon, men eisini listamálarum sum amerikanska Edward Hopper, og serliga sjónliga, tá hann arbeiðir við røðini Homo Urbanus Europeanus av stóra sveisiska myndahøggaranum Giacometti.
Síðan 2005 hevur Jean-Marc fotograferað í egnum navni. Áðurnevnda røð er hin størsta higartil. Í løtuni arbeiðir hann við nýggjari myndarøð, sum hann kallar Green.
Umframt fotomyndir hevur Jean-Marc Caracci skrivað skaldsøguna Cormorants.