Bert einaferð havi eg verið til laiv nýggjárskonsert í Norðurlandahúsinum. Allar hinu ferðirnar havi eg sitið við sjónvarpsskíggjan og fegnast um góðu teknisku og innihaldsligu avviklingina, sum kringvarpsfólkini siga. Frálíkt avrik, sum tó hevur verið eins skiftandi og skráin, solistarnir, verturin og uppleggið til hvørja sending. Frálíkt.
Nú er hon burtur av skíggjanum, tí Kringvarpið skal spara átta milliónir, og ellivu fólk eru søgd úr starvi. Tað er tíggjundahvørt starvsfólk. Í fyrrárið spardi stovnurin seks milliónir.
Eins og tá eru ikki nóg nógvir pengar til lønar- og prísvøkstur, sigur stjórin. Hetta stendur í skærari kontrast við politisku útmeldingina hjá sitandi samgongu um, at føroyska miðlalandslagið, og serskilt Kringvarpið, skulu styrkjast.
Umframt heiðurskrýndu nýggjárskonsertina verða eingi tíðindi seinrapartar og útvarpsflaggskipið, Breddin, verður skerdur, og sjónvarpsflaggskipið við nýggjum føroyskum heimildarfilmum verður skorið í helvt.
Eftir sum eingin annar í øllum heiminum ger føroyskt útvarp og sjónvarp, ikki minst at teksta altjóða film til børn, so kann ein bara undrast, hvat gongur fyri seg í politisku skipanini.
- Hvørja framtíðarrættaða miðlahugsan hava tey, sum sita á føroyska pengakassanum?
Sæð úr mínum sjónarhorni er hetta enn ein niðurbræðing av Kringvarpinum og harvið einasta bulvirki, vit eiga á føroyska miðlaøkinum.
Tað er ein tung politisk ábyrgd, ið samgongan, ið navngav samgonguskjalið við automatiseraða orðaflosklinum, "Saman eru vit sterk", nú draga omanyvir okkum.
Myndin niðanfyri er frá brandvenjing í 2006.