Onkuntíð kanst tú hava eitt moment of Zen. Tað hevði eg nú ein dagin, tá danska Dorte Ågård helt fyrilestur fyri lærarum um talgildisbúgving í Norðurlandahúsinum. Ikki tí, siktið við fyrilestrinum, var at avmarka flokshøli í skúlanum, og hvørji devices, amboð, skuldu sleppa inn í rúmið, og eiga sín natúrliga rætt sum felags amboð í undirvísingini.
Á eitt sindur jánkasligum føroyskum sigur chatGPT uppá fyrispurning, at “eitt moment of zen er eitt sindur sum ein pási í daginum, har tú gevur tær tíð til at fegna tær um tað lítla og taka pustin í ein hektiskari hvønni.”
Hatta vóru so orðini hjá kjattbottinum. Hóast fátæksliga føroyska skrivingarlagið, skilja tey flestu, hvat meint verður við, tá sagt verður that was my moment of Zen. Enska útleggingin er munandi betri, men lat okkum halda fast í teirri føroysku løtuni og serliga í skúlahøpi.
Tá fyrilestrahaldarin gekk gjøgnum grein eitt og legði hana út sum hina týdningarmestu í skúlastovuni, legði eg til merkis, at nakrar ungar kvinnur, sum sótu til vinstru og høgru, har eg sæt, hugdu niður fyri seg, skoða stokkarnar og tað, sum tikið varð uppá, hugdu uppá hvørja aðra, smíltust, og løgdu stokkarnar niður í eina tasku, tær høvdu hangandi á stólinum.
Hetta hevði eg ikki sæð fyrr. At bindandi konur í einum felagsrúmi, har allir fólkaskúlalærar møtast, leggja stokkarnar til viks. Alt glint helt uppat og konsentratiónin var eina og áleina á innkeypta fyrilestrarhaldaran.
Yes, that was my moment of Zen.
Uttan at siga eitt orð, varð sannkenningin av at inntaka, eiga og ráða yvir einum rúmi, málað og skorin, so hon sást í luftini beint fyri okkum. Bindikonurnar, sum í áðni áttu rúmið, høvdu slept tí.
Men so fóru stokkarnir aftur at glinta. Kanska er tað eitt tourette syndrom og ein íbygd ræðsla fyri horror vacui og at svørja allar illar andar burtur.
Fekk meg at hugsa um, hví eg helt uppat at koma á aðalfund hjá mínum egna fakfelag í akkurát sama rúmi.
Kenslan tá var, at komst tú inn um hurðina, so sást tú upp á fleiri hundrað limir í sama fakfelagi, sum tú sjálvur vart í, har størri parturin, eini fýrs prosent, vóru av øðrum kyni enn tú sjálvur. Mest sum allir limir í hesum sama kyni sótu og kastaðu uppá stokkar. Tey høvdu inntikið rúmið, sett seg á tað, tí tey hildu seg eiga tað. Kanska var tað eisini rætt, tí hesin partur av limaskaranum kom fyrr enn tú. Tí setir tú teg ytst á ytsta stólin, klárur at rými við fyrsta høvið.
Og júst hetta er fyrsta punkt í allari happing. Tað vita øll skúlafólk. At fáa ein bólk at føla seg so illa, at hann rýmir, púra av egnum ávum.
Eingin segði honum, at tað vóru tey ráðandi í rúminum, sum skúgvaðu hann út.
Útskúgvaður fekk eg henda dagin púra óvæntað mítt moment of Zen. Takkað verið Dorte Ågård.