Kilenski leikstjórin Pablo Larraín er ikki bangin fyri at verða ákærdur fyri majestætsfornærmelse, sum orðabókin kallar hátignarvanvirðing, og hin spanska orðabókin kallar Lesa majestad.
Netflix sýnir nú nýggjasta filmin, El Conde, sum er spanskt
og merkir greivin, og sipar til illa lýdda einaræðisharran Augusto Pinochet
(1915-2006).
Filmurin, sum er er tikin í Santiago í Kili, er svarthvítur,
hildin í blóðdryppandi horrorstíli og er serliga hugtakandi, tá farið verður
niður í kjallaragoymsulrnar.
Í filminum kemur Pinochet til mans undir fronsku
kollveltingini, smakkar blóðið á falløksini, tá Marie Antoinette verður
avhøvdað, og byrjar nú eitt langt lív sum vampýrur. Eyðkenda silouettin av guillotinuni,
fronsku falløksini, sæst aftur gjøgnum kilenska filmin.
Í filmisku nútíðini verða nýtikin mannahjørtu koyrd í hvirlu meðan tey enn duka, hjørtuni, og síðan drukkin sum delikatessa. Pinochet er nú 250 ára gamal, mettur av døgum og vil doyggja.
Men illa gongst at sleppa at doyggja og fáa konuna, børnini
og kosakk tænaran, sum hevur dripið bolsjevikkar, at kenna seg hoyrd og vird,
tá seinastu virðisbrøvini skulu finnast á fjara bóndagarðinum, har leikur fer
fram.
Ein ung katólsk nunna, meinlík Jeanne D’Arc í Dreyerfilminum
frá 1928, kemur at grannskoða viðurskiftini, men tað rennur líkasum saman
millum aldrandi Pinochet og ungu nunnuna.
Hóast spanskt mæltur, er ein kvinnulig ensk frásøgurødd, sum er so meinlík Margareth Thatcher (1925-2013) og í endanum kemur hon, spoiler alert, inn á pallin sum eingin onnur enn júst vampýrvinkonan Thatcher, sum er so fegin um, at tey møttust á Falklandsoyggjum.
Sum skilst er hetta stiliserað satira úr heimspartinum, sum serliga hevur varpað ljós á realismo mágico, tað gandakenda, sum kemur fram, tá tú blandar sosialrealismu og tað fantastiska, eisini kallað magisk realisma. Enska orðabókin hjá Collins sigur: ”a style of painting or writing that depicts images or scenes of surreal fantasy in a representational or realistic way.”
Larraín hevur fyrr gjørt persónslýsandi filmarnar Spencer
(2021), Jackie (2016) og Neruda (2016), og ikki minst filmin El Club (2015) um
katólskar prestar í Kili, sum vórðu forvístir til eina bygd, tí teir høvdu
misbrúkt dreingir. Hann er ein djarvur leikstjóri.
El Conde er ein filmur, so svartur, at tú skalt gera teg út,
og vera væl fyri, at síggja hann. Men eitt fornoyilsi at síggja, ert tú til tað
slagið av satirskum filmi. Og eina hvirlu fert tú neyvan at brúka eftir henda
film, í hvussu er ikki til myrkareyðan smoothie og kanska fert tú eisini at aftra teg at eta blóðpylsu.
Við hesum fyrivarni verður El Conde viðmældur sum ein spennandi eskapada í vetrarmyrkrinum, ikki minst sum kjakupplegg til, hvussu langt tú kanst fara í eini lýsing av einum veruligum ríkisleiðara, hvussu illa lýddur hann annars var.