Veit ikki, hvussu vanligt tað er, at fáa eina gøtu uppkallaða eftir sær, meðan mann enn er á lívi og gongur somu gøtu. Kanska er tað eindømi. Veit ikki. Men ein heiður er tað, at eitt blátt offisielt gøtunavnaskelti ber títt navn, hóast gøtan er gongugøta og ikki ætlað bilum. Bara tað er í sær sjálvum eitt steytment, býrt tú í Havn.
Tað er útvarpsmaðurin, Høgni Djurhuus, sum hevur fingið henda heiður. Hann býr á Berjabrekku og hevur arbeitt í Útvarpinum síðan síðst í áttatiárunum. Tí hevur hann gingið hesu leið, oman og niðan.
Seinasti partur av gongugøtuni er akkurát gjørdur. Ørminnist, at ein klumma gjørdi vart við, at nakrir metrar manglaðu. Nú styttir lidna gøtan leiðina til arbeiðis rættiliga nógv.
Haldi, vit møttust á kvøldskúlaskeiði úti á Læraraskúlanum um miðlar og samskifti ein vetur mitt í áttatiárunum. Tá hevði hann verið journalistur á Fjúrtinda og Sosialium. Fyrsta hálvár í 89 samskipaði hann fyri Filmsfelagið eina norðurlendska filmstevnu við 130 professionellum útlendskum gestum, vit bíløgdu alt Hotel Føroyar, sum tá æt Borg, og vístu fyrsta føroyska filmin í spælifilmslongd, Atlantic Rhapsody, hjá Katrin Ottarsdóttir, í Norðurlandahúsinum. Tað vóru tíðir. Ein onnur leið, har okkara vegir aftur krossaðust, var í Útvarpssendingini Náttarravnar, har Høgni stóð fyru kolasvørtu satiruni, eitt krunk á midnátt, sum í svartastu kreppu lyfti Kræklingar og sangin hjá Martini Joensen um Svarta Ravnin út í føroyska midnáttartíman, og fólk fóru tveir tímar seinni enn ætlað í býin. Og so varð tað skrivarastarvið í Norrøna Felagnum.
Ummælini av sjónleiki og klummurnar í Sosialinum eru góð minni um eina farna tíð, tá føroysk bløð høvdu eina stórheitstíð, sum gjørdi mun í almenna rúminum. Lukkutíð fekk Høgni fyrstu Móðurmálsvirðislønina fyri júst tað málsliga avrikið.
Til lukku við nýggja heiðrinum!