Jens Kristian Vang hevur fotograferað 77 ára gamla Mick Box, tá hann lyftir einum glasi av vatni á stóra palli á Summarfestivalinum á Vágsbøi leygarkvøldið. Box er hin einasti av upprunamanningini, sum enn er á lívi, og tað er fimta ferðin, at hann hevur staðið á føroyskum palli við Uriah Heep.
Eitt glas av vatni, mind you. Tí Box skrivar sjálvævisøgu, memoirs, sum kemur út í ár. And this will be in it, sigur hann.
Við í bókina hevur hann tikið løgnastu konsertuppliving, honum hevur verið fyri á palli, anywhere in the world.
Leygarkvøldið 26. novembur 1988 hevði bólkurin gjørt seg út við størstu ljóðútgerð nakrantíð, átjantúsund wattum, har tey tíggjutúsund skuldu út í høllina á Kambsdali at fevna teim møttu, sum ikki bara vórðu baðað í heavy rocki, men eisini í trýss ljóskastarum. Mixarin í salinum hevði tveyogtretivu kanalir og hann á pallinum fýraogtjúgu. Einki er at taka seg aftur í, at Uriah Heep hevur havt stóran týdning fyri menningina av útgerð á føroyskum pallum og hallum, sum eftir eini løtu vórðu konverteraðar til spælistøð.
Box fortelur, at tá teir komu til spælistaðið á Kambsdali, har alt segðist vera útselt uppá null komma niks, minst fimtanhundrað bilettir, var ikki eitt menniskja at síggja. Ikki eitt eyga. Men uttanfyri stóðu fýra hundrað bilar við tveimum fólkum í hvørjum og drukku av almakt. Teir noktaðu at spæla, tá øll vóru á parkeringsplássinum og ballaðust, meðan klokkan var farin væl av tíðini, tá teir skuldu byrja, púra einsamallir, hóast promotarin segði, at alt var útselt. Men fólkini eru uttanfyri. Vit spæla ikki fyri tómum sali, sigur gittaristurin Box. Sum sannir enskir gentlemen bjóðaðu teir sær til at avlýsa og í hvussu er at slaka í prísinum, so øll komu sámuliga úr knípuni. Hann helt, at einki var selt. Men eftir at hava hoyrt um eina lokala lóggávu, sum ikki loyvdi at drukkið varð inni, men bara úti, og tað í bili, komu vit til eina neyðsemju, sum var, at bassspælarin fór á pallin at stemma og skrúva frá. Og hetta við bassinum hjá Uriah Heep hevur altíð staðið sterkt og landfast í Eysturoynni, heilt aftur til tíðina hjá Gary Thain, sum bara bleiv fimmogtjúgu. Tá streymaði inn av fólki. Men fyrst valfartaðu tey aftur og fram, at smakka sær á í krókum inni og úti, men so varð fult. Tú mást fyrst spæla, fyri at fáa fólk at lurta eftir tær, ikki øvut. Søgan úr Føroyum er við í endurminningunum, sum koma seinni í ár, sigur Mike Box í bilinum úr Klaksvík.
19. oktobur 1990, eina viku eftir landsdystin Føroyar-Danmark, hevði Mick Box topphúgvuna hjá Jens Martini Knudsen á høvdinum, tá hann kom á pallin í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn.
Spæligleði er eitt orð, sum Niclas Johannesen longu tá nevnir í Dagblaðnum sum ein virknan faktor, tá bólkurin spælir aðru ferð í Føroyum. Hesin faktorur sást týðuligur av Klaksvíksvegi leygarkvøldið, tá Uriah Heep spældi fyri fimtu ferð í Føroyum. Spæligleðin. Við árunum setir tú prís uppá hana. At eygleiða gleðina at spæla saman.
Mynd: Jens Kristian Vang