Skip to main content

Eggjandi felagssangir


Sangir er kanska so nógv sagt, tá vit skulu syngja Dylan í felag. Tað hevur forðingar við sær, um vit beint fram hugsa morgunsang. Skaldið Dylan, hitt fremsta, ið enn snurrar á plátuspælaranum, hevur í mínum oyrum ein meiri insiterandi og messandi dynamikk, enn felagssangurin kann lofta, sum í Tá ódnin brestur á, ið byrjar varisliga á tí persónliga pláninum við ljóst gjøgnumskygdu røddini hjá Knúti, og síðan flytir einstaklingin út á messianskar víddir við fylgispæli, trummum, klaveri og kvinnuligum kórrøddum. Komið er í hæddina eftir meir enn fimm minuttum í hesum meir enn níggju minutta sangsyklusi, sum gongur í ring og veksur í styrki, sum ákallar hann fyrst áhoyraran at mana til luttøku, og síðan tekur hann okkum við út í eina felags ringrás, har sangurin fær eina fysiska styrki, ið fær rætta skapið, tá øll syngja unisont í felag, shamanistiskt sum á ólavsøku. Sum Roxy Music fjeppari eri eg í lurtingini bundin at Bryan Ferry, men komi í seinastu crescendominuttum út í farvatnið hjá írsku Hothouse Flowers, sum fyrst í hálvfemsunum lyftu fram ein primitivt einfaldan sang, Isn’t it Amazing, um hvat ein sangur í roynd og veru er, soleiðis sum ítøkiliga kropsligt fyribrigdi, og hvussu hann broytist, tá vit taka hann til okkara og brúka hann í felag, sangin, lyfta hann upp, hægri og hægri, har aðrir sangir hava verið fyrr og summir eru enn, frá Amazing Grace til Thank you for letting me be myself again hjá Sly & the Family Stone, sangir, sum spirituellu írsku Hothouse Flowers vilja hava okkum at minnast og dyrka. Tá í Ódnin brestur á tekur við har, ið teir sleptu fyri tretivu árum síðan, meir enn trýss ár eftir at Dylan skapti upprunatekstin, steinrunnin og naivur, veksur hann í styrki eins og Masters of War. Insiterandi einfeldin er tað, sum ber henda sangin fram á plátu, so hann móti endanum eydnast og kenst tíðarleysur sum Kingo, tá hann fyri trýhundrað árum síðan fer ígjøgnum sortar skýggja. Takk fyri framúr lurting og at gera Dylan atkomuligan á føroyskari plátu.