Hugsi, at í eini visualisering, sum ein heimildarfilmur er, er einki so avbjóðandi at byrja við, sum tóma løriftið. Tað er hin ultimativa avbjóðingin. Tí fangar tað meg beinanvegin, tí nú skal málast, og eg eri sloppin at verða eygleiðari, heima í stovuni, so sum uppgávan hjá Kringvarpinum er.
Úrvalda myndlistafólkið, Hansina Iversen, verður eygleitt av Jónfinni Stenberg og Elini Mirjamsdóttir, nýggja toymið í visuellum føroyskum Kringvarpsarbeiði.
Sansirnir fyri smálutum, ultra nær og so burturfrá, vælvalda linsan og blendan at skapa dýpdarfokus, og fotografisku kompositiónirnar, tá Hansina verður sett við stovuborðið, millum grønt og reytt á bakvegginum, sjálv í bláari blusu og einum heitum gulligum ljósi til høgru við gluggan.
Sansurin fyri kompositión og ljósseting er gjøgnumhugsaður og væl frágingin.
Hesin sami fakligi reportasjudugnaskapur sæst aftur, tá Hansina pakkar lidnu málningarnar niður, koyrir í rør og so í bilin fyri at avskipa, tí framsýningin, sum er søgukarmur um avmálda filmin, er í Valby, har Jóhan Martin Christiansen hevur gallarí.
So eru vit natúrliga í danska stórbýnum, og kunnu gera flash back til barnaheimið, foreldrini, og so til egnan bústað nú, har kjarnusamrøðan verður gjørd kring borðið. Eisini um ivamál.
Vælkomponerað, altíð vælkomponerað, sjónvarpsarbeiði. So vælkomponerað og livandi í fylgi við Hansinu, tá hon er á donskum listasavni, og tá hon kemur inn í gallaríið hjá Jóhan Martini, og fer at heingja upp, og vit í hesum klaustrofobiska rúmi fáa vibrerandi essensin í filminum, at betong verður til lív. Hansina heingir málningarnar upp, sum hon miðvíst, uppá millimetur, hevur gjørt til hølið, skvisað út í avbjóðandi hornini. Visuelli fullkominleikin faldar seg út í hesum undirjarðiska bunkaralíknandi stórbýarhøli, har tú kanst keypa upplatingarøl í Grannabrúksini. Men herheima hava vit eisini oasur sum BláBarr, sum í allari beskeðinheit signalerar stórbýarjazz, organiskan í betongasfaltinum.
Observatiónirnar, sum vit fáa innlit í, tá vit fylgja Hansinu, eru so nærverandi ríkar, at tað kennist sum eitt forstýrilsi og púra óneyðugt avbrot, tá meiningsdannarar verða kliptir inn. Hansina hevur ein so breiðan sjónarring og fyrikomandi prátingarlag, at kamera og forteljingin burdi í størri mun fylt henni. Og ongum øðrum. Meiningsdannarar órógva mína fatan og eygleiðing av Hansinu, so sterk stendur hon í hesi sjónvarpssending, sum ikki bara er sending, men filmur, so meistarliga frágingin, at hann ikki bara kann bera, men krevur, eina nógv størri áskoðarafjøld, enn bara hina føroysku. Hetta er til allar tíðir styrkin í góðum filmi. Hann kennir ikki til mørk, hin góði filmurin, men fer um tey.
Filmurin um Hansinu varir knappar 50 minuttir.
Til lukku við avrikinum, Jónfinn og Elin.