Skip to main content

Posts

Showing posts from 2025

hey :-) ein samrøðuskaldsøga

Hey :-) Í dag fekk eg eina markleyst spennandi bók, við júst hesum heiti, tjúkkari enn bókin við talum hjá Tobba, sum just er komin, eisini tjúkkari enn bókin um Heðin (2022) og nógv tjúkkari enn bókin hjá Høgna, sum kom í 2000. Orsøkin til at hesar tríggjar bøkur høvdu lyndið til at hópa seg upp at nýggju bókini hjá Trygva Danielsen, “Hey :-)”, er ikki bara at tvær teirra eru ekstraordinert tjúkkar, men tí at tær savna og geva út av nýggjum, endurbrúka, longu hildnar talur og hava endurprentað gamlar greinar. Fleiri høvundar, sum áður hava skrivað hópin av greinum í øðrum miðlum, hava tað fyri, at savna somu greinar einaferð afturat, prenta og binda tær inn og, Voilá! , hevur tú eina nýggja bók, sum tó ikki er annað enn ein nýmiðlaður boðskapur, nakað sum tá vit fara í biograf og síggja film, sum er “tekstet for hørehæmmede” sum nýggjur miðil niðast á løriftinum. Skal samanberingin halda, mugu vit siga, at í umrøddu førum verður teksturin førdur eitt stig longur, so vit kunnu hug...

Kasta breyð títt út á vatnið, tí tú fært tað aftur, um so long tíð gongur

Tá Havnin í 2009 fylti hundrað sum fólkavald kommuna, møttust MC og eg í mentunargøtuni í miðbýnum. Fyri tey, sum ikki vita, má eg fyrst siga, at tað er Tórsgøta, og tað, sum síðan er av týdningi, var, at fyrsti heiðursborgari í Havn var Martin Christian Restorff, abbin, sum MC er uppkallaður eftir. Út frá einum abstraktum, ja kanska absurdum og tó barnsliga ítøkiligum bíbliuørindi hjá Prædikaranum, tosaðu vit um at hava eina konsert á parkeringsplássinum millum posthúsið og Sjómansheimið. Tað var leyst og liðugt beinanvegin, tí vit samdust um einfalda poesikonseptið - standhaftigar evergreens – sum eftir bókini var: “Kasta breyð títt út á vatnið, tí tú fært tað aftur, um so long tíð gongur!” Frá MC er tað fleiri ferðir komið aftur. Søgurnar um, tá hann lovaði ungum fólkum inn í Ebenezer at spæla á elektrisk instrument, eisini um náttina, og miksa upptøkur, lag oman á lag, so meistaraverk spurdust burturúr, til onkur av teim eldru steðgaðu øllum og blakaði alt á dyr, tí klaverannslagið...

Stuttflutt við breidd og fynd

  Í ABC álmanakkanum fyri vælveru í einum virknum oktobur, stendur fyri ST dagin, sum er í dag: ”Bið familju, vinir ella onkran annan koma út at gera okkurt saman við tær”. Sum sagt so gjørt. Út at eta stuttflutt í einum konsentrati av heimligum heystarsmakki, sum Tilde frá Örnsköldsvik, og føroysku Janus Einar og Sebastian borðreiða við inni hjá Katrinu Christiansen í Bartskersstovu mitt í Havn. Symfonisku stuttfluttu satsirnir eru fýra í tali í spælimanshúsinum, har William Heinesen (1900-1991) fyrstu ferð sá dagsins ljós. Og innan vit byrja, hava vit hug at dvølja við titulsangin á nýggju fløguni hjá Stanley Samuelsen, Solskin, sum er úr savninum hjá Williami Heinesen, Høbjergning ved Havet, frá 1924. Ein vøkur og hóskandi intro at hava fyri sær eftir sendingina Leitistein, seinrapartin í dag, har Uni tosaði við Stanley og Merete. Nú er borðreitt við fýra separatum heitum. Fyrsti stuttflutti spælimanssatsur ber heitið Jørð. Sebastian er fyrstur við reyðbrúsandi undandrykkinum, s...