Hey :-) Í dag fekk eg eina bók, við just hesum heiti, tjúkkari enn bókin við talum hjá Tobba, sum just er komin, eisini tjúkkari enn bókin um Heðin (2022) og nógv tjúkkari enn bókin hjá Høgna, sum kom í 2000.
Orsøkin til at hesar tríggjar bøkur høvdu lyndið til at hópa
seg upp at nýggju bókini hjá Trygva Danielsen, “Hey :-)”, er ikki bara at tvær
teirra eru ekstraordinert tjúkkar, men tí at tær savna og geva út av nýggjum,
endurbrúka, longu hildnar talur og hava endurprentað gamlar greinar.
Fleiri høvundar, sum áður hava skrivað hópin av greinum í
øðrum miðlum, hava tað fyri, at savna somu greinar einaferð afturat, prenta og binda
tær inn og, Voilá!, hevur tú eina nýggja bók, sum tó ikki er annað enn ein nýmiðlaður
boðskapur, nakað sum tá vit fara í biograf og síggja film, sum er “tekstet for
hørehæmmede” sum nýggjur miðil niðast á løriftinum. Skal samanberingin halda,
mugu vit siga, at í umrøddu førum verður teksturin førdur eitt stig longur, so
vit kunnu hugsa okkum eina frámerking sum er “dobbelttekstet for stereolæsere”.
Ein tvífalding av produktinum. Skilji hvør, ið skilja vil.
Annarleiðis er við tjúkku og nýggju bókini hjá Trygva
Danielsen. Hon er ikki sæð fyrr á nøkrum palli ella øðrum miðili, tað eg veit,
enn just í hesi prentaðu bókini. Tjúkka bókin, sum er skrivað meðan høvundurin
hevur verið á ferð seinastu fýra árini, er uttan síðutøl.
Samrøðan er, ella ætlast at verða, við ein vinmann úr sama grannalagi í Havn. Samrøðan fer fram á netinum og er merkt av stuttu brotunum, sum í uppseting, setning fyri setning og síðu fyri síðu, verða sum yrkingar, ikki bara sum støkkprosa og rapp, men í einum stream of consciousness formi, sum sjálvreflekterandi krevur svar frá vinmanninum, onkuntíð við rópandi spjaldrastavum, sum hjá Yahya Hassan, meðan “Páll, púra einsamallur” stendur aftanfyri og tykist leggja eitt støði undir bókmentaligari grundfatan og spæl við orðum og tankasambondum. Eisini haldi eg meg hóma ein tóna frá “Sult” hjá Hamsun, hesum býnum, sum fær fólk at fara av vitinum, nú vit eru í Oslo, har høvundurin býr.
Fráverandi svarið fær skrivaran, sum í meginpartinum av tekstinum býr í kjallaraíbúð á Argjum og hoyrir útleigaran gráta uppiá, at minnast barnagarð og skúla meðan hundar doyggja.
Hann vindir
seg í gongd, mest um Jung og at temja egna skuggan, men eisini um brennivín og
soppar, sex og porno, abort og religión, og persónliga sorg um at verða
happaður av at stama.
Hugsanir um rúmdina og hvussu tú kanst spæla at sløkkja sólina, tá tú veitst, at strálan tekur átta minuttir at raka jørðina, eru sjáldsama anarkistiskt stuttligar við einum brá av "Gummi Tarzan".
Men tað eru biograffilmar og teir eskatologisku undirgangstankarnir, ið fylla nógv og fær unga mannin í tekstinum, sum ikki kann verða annar enn yrkjarin sjálvur, at skapa orð og tankasambond, sum fanga meg og leypa flammandi frá síða til síðu.
Fabulerandi hugsanirnar um tilveru og tulking av skapan í ymsum mentanum, forloysa ein framhaldandi og óbrotnan orðafloym, so eg fái ikki lagt bókina frá mær, fyrr enn liðugt er.
Har tekstirnir, ofta við nøvnum, støðum, floks- og skúlanøvnum, verða pínliga sjálvútleverandi, standa teir svíðandi sterkir.
Men altíð verður vent aftur til Jung og hansara tankar um okkara egna skugga, at kunna møta samtíð og framtíð og ikki fara av vitinum.
Heimliga umrøðan av Gasa og føroyski journalistikkurin fá eitt høgg, og í endanum verða hesi minningarorð proklamerað:
Journalisman doyði
við tær
Øssur
hvíl í friði
Í endanum á bókini svarar floksfelagin, sum í
útgangspunktinum er sloppin at seta karmin um søguna, so hon verður ikki bara
ein monologur, men ein samrøðuskaldsøga. Hvat svarið er í interaktivu netsamrøðuni í prentaðu stórbókini,
má lesarin sjálvur blaða seg fram til.
Var eg undirvísari á miðnámi, og hevði til uppgávu at skriva
lektørúttalisli, so hevði eg skrivað: “Hugvekjandi og nýskapandi bók, sum í dagførdum skapi lýsir
tilveruótta hjá ungfólki. Ógvuliga viðkomandi”.

Comments