Skip to main content

Beatles sum medisin


Fyrstu ferð eg varnaðist Beatles sangir í amerikanskari útseting var, tá RCA gittaristurin og uppfinnarin av The Nashville Sound, Chet Atkins, spældi tólv Beatles sangir á LP plátuni Picks on the Beatles í 1966, meðan Charlie McCoy spældi munnhørpu afturvið.

Í 1995 gav plátufelagið Liberty út savnsfløguna Come Together: America Salutes the Beatles við seytjan Beatles sangum, har countrysangarar tulkaðu bretsku Fab Four í ymsar meir og minni væleydnaðar ættir. Sumt stak gott, so sum In my life við Susan Ashton og Gary Chapman.

Nú hevur amerikanska stjørnan, Lucinda Williams (f.1953), verið í Abbey Road upptøkuhølunum í tríggjar dagar og sungið tólv Beatles sangir frá fimm LP plátum: A Hard Day’s Night, Rubber Soul, Sgt. Pepper’s Lonely Hearts Club Band, Hvítu plátuni og Let It Be, og einari single plátu, soleiðis, at allir fýra beatlarnir eru í sangúrvalinum hjá Lucindu Williams, meðan hennara orkestur hevur fylgispælið, við tveimum eminentum gittaristum, Doug Pettibone og Marc Ford, og so Hammond B3 orgli hjá Richard Causon, sum gongur inn og út so væl, at tú undrast, at tað ikki var har av fyrstan tíð.

So hetta eru ikki bara coverversjónir, men eisini tulkingar, har til dømis With a little help from my friends, fer meir eftir versjónini hjá Joe Cocker enn sanginum hjá Ringo. Alt samalt pakkað inn í lívstroytta og tó varisliga ágangandi ráa og ótilgjørda stílin hjá Lucindu Williams, sum heilt vist er farin inn á fremmanda og heilaga jørð, nú hon hevur slept egnu sangunum og farin í heimsins kendasta sangskatt, hin hjá The Beatles.

Best kenni eg hana frá Passionate Kisses (1989) og framúr vegjaðaravísum, tá tú koyrir í bili í USA, sum hoyrast á plátuni Car Wheels on a Gravel Road (1998).

Kjarnuorðið, ið lýsir Lucindu Williams er lívsleiði, at vera móð og troytt av øllum, sum fremmandaorðið ennui vil siga og seta í karm. Eyðkenni hjá henni er at syngja uppá henda seigliga troytta máta, sum samstundis er ráur og ópoleraður, uttan tó at vera í slekt við punk, men absolutt eftir einum leisti, ið er hennara egni, eisini tá hon nú gevur seg í holtur við ikoniskar Beatles perlur, sum øll kenna.

Við til útgávuna hoyrir søgan um koronustingsilin, tá Lucinda Williams fann uppá at syngja sangir hjá Bob Dylan, Tom Petty og Rolling Stones á netinum, sum tú kundi keypa atgongd til og síggja, sum var tað ein konsert í frástøðu, har hon sang sangir hjá øðrum. So gav hon sangirnar út á plátu. 

Eftir hetta umfar varð Lucinda, sum í dag er 72, rakt av eini heilabløðing, men hevur týðuliga tikið seg nógv fram, og kanska hoyrist tað á John Lennon sangunum, sum fáa ein serligan tóna og framburð, sum í Yer Blues. Gittarspælið í Harrison klassikaranum While my guitar gently weeps er second to none, men hin hjá Harrison, Something, er minni væl eydnaður, tí hann er so slow. The long and winding road hóaskar ikki til hennara rødd, Let it be heldur ikki, men I’ve got a feeling og Don’t let me down eru beinleiðis smittandi stuttligir at lurta eftir, tá hon syngur. Ikki tí at hetta er nær námindi einum meistaraverki, men tí at ein hugtakandi rock and roll dáma, sum er farin um 70, og hevur komið seg eftir eina heilabløðing, sum hin fyrsta nakrantíð, er sloppin inn í Abbey Road at syngja eitt savn við Beatles sangum. Tað er lívsælt at hoyra, tá árini verða mong. 

Beatles eru gott medisin, fyri aldrandi fólk.