Skip to main content

Eurovision er heimsins størsta sangkapping

 

Hevur tú fingist við útvarpsarbeiði, og gjørt sendingar til tann miðilin, so slepst ikki undan, at tú hevur eina meining um Grand Prix kappingina, sum vit fyrr søgdu. 

Veruliga navnið er Eurovision Song Contest, størsta sangkapping í heiminum við fleiri en 160 milliónum hyggjarum og kanska nærri 200 milliónum í ár, verður sagt. 

Bygt verður á eina úrvalskipan við einum vinnarasangi úr hvørjum limalandi í European Broadcasting Union, sum Føroyar ikki eru limur í, men sum kortini var beinleiðis orsøk til, at ólógliga sjónvarpsvirksemið hjá antennufeløgunum kring oyggjarnar, "generally known as piracy", sum EBU stjórin í Geneve tá segði, kravdist verða legaliserað. 

Hetta elvdi lukkutíð til alment reguleraða Sjónvarp Føroya. Hendi tað ikki, hevði Føroya Landsstýri heilt vist verið fyri rættarsókn av EBU. Tað hevði verið annað skil.

Kappingin er eitt ár eldri enn Útvarpið, javnaldurin, og fyrsti sangur, mær dámdi í kvøld, var hann úr Luksemborg, La Poupée Monte le Son. Orsøkin var poppformatið, ein snøgt gjøgnumskygdur sangur, ikki kvaldur av yvirproduseraðum fylgiljóðið, eysturevropeiskum trummudunki ella kynsleysum strúkarum, men ein greiður sangur, sum eins nógv er sjov, filmur og sjónleikur, har dukkan, sangarinnan, opnar munnin og letur seg hoyra, sum var tað ein trickmotion pinocchofilmur, sum uppá prikkin fylgir orðunum. Framúr. Men greitt afturhorvandi, hálva øld kanska. Kanska ov retro til nútíðina.

Tveir mammusangir, tað riggar altíð, eru við í ár. Fyrst hefti eg meg við niðurlendska Claude, ið syngur C’est La Vie, og so Louane, sum syngur Maman, kensluborið uttan at verða meir enn nemandi, altso ikki følandi. Markið í einum poppsangi hongur eisini uppi við avleveringini á pallinum, óansæð hvørja evropeiska sjangru vit eru í.

Malta er í mínum optikki obskønt, og Finnland beinleiðis fúlt, og Týskland so møðsamt, at eg fái hug at sitera ein danskan sjónvarpsvert: ”Er eingin senugrafur til staðar?”

Trístemtur powerpoppur frá 70’unum ljóðar úr harmonisku munnunum á bretsku Remember Monday - What The Hell Just Happened? Men tað hevur so lítið at siga.

Annarleiðis greitt er, at skemt, tað vinnur altíð. Spyr bara lýsingabransjuna. Skemt, humor, er mest lættkeypta funka til øll endamál, tí hon vinnur hvørja ferð, sum hjá KAJ í Bara Bada Bastu.

So vinkar Sissal, okkara Sissal, í sveisiska túninum, og fer á pallin. Í mínum oyrum hin ljósasti og mest fangandi vokalur alt kvøldið. Kanska tí eg havi hoyrt hana so ofta. Styrki og framfýsni, sum ikki er at steðga. Og fyrstu orð hennara í samrøðu við DR, tá hon varð úttikin, lyftu hana upp í stjørnustatus sum fyrimynd í hesum tiltikna sjovi, sum ikki hevur sín líka í allari verðini. 

Vit tosa um kropsfatan og heilt vist eisini kynsleiklutir, fatan og samleika, sum serliga í diktatoriskum londum í okkara heimsparti hevur fyri neyðini at síggja, fata og spegla sær í rúmligum fyrimyndum, sum í kvøld. Øll luttakandi lond í kvøld eru ikki so rúmlig, sum nakrir av sangarunum kundu ynskt og hugsað sær, hava teir sagt. 

Umframt at dagurin í dag er norskur tjóðardagur, er dagurin í dag eisini altjóða dagur móti homofobia. Tað var henda dag fyri 35 árum síðan, at Heimsheilsustovnurin WHO kunngjørdi, at nú tóku tey homoseksualitet av listanum yvir sjúkur. Listin yvir sjúkur verður kallaður International Statistical Classification of Diseases and Related Health Problems. Í enska kalendaranum hjá heimsheilsustovninum hjá ST verður dagurin í dag kallaður International Day Against Homophobia, Biphobia and Transphobia. Haldi ikki at hesir dagar hava runnið saman fyrr. Men uttan týdning er tað avgjørt ikki, tá vit tosa um rúmliga kropsfatan og kynsliga orientering í øllum teim londum, vit ynskja at syngja saman við.

Sjálvsagdi vinnari, okkara vegna, var Gunnar og hansara millisekund punktligu viðmerkingar, háspenningur í luftini, kanska eitt sindur pompøst í støðum, men samanlagt framúr, og mest av øllum gott heimligt miðlaarbeði, heldur enn at sita hendur í favn, sum vit í miðlahøpi hava gjørt higartil.

Gott Sissal - og Gunnar!