- Tað er ikki heilt gingið upp fyri mær ordiliga, sigur Sakaris Stórá um filmin ”Seinasta paradís á jørð", sum umframt í Havnar Bio gongur í 58 donskum biografum, og fær bestu ummæli, úr fýra og heilt upp í seks stjørnur, sum er fult stigatal, í allar filmspressuni.
Politiken, sum gevur fimm av seks hjørtum, skrivar:
"Tað er djúpt imponerandi at síggja ein film úr einum landi, sum treyðugt
kann sigast at hava eina veruliga filmsvinnu, vera líka gjølla hugsaðan,
skrivaðan og framleiddan, sum var hann gjørdur í einum fult professionellum og
royndum filmslandið."
Alt for Damerne, sum umboðar nógv tann størsta partin av
biografgangarum, minst ein tríkvart, gevur somuleiðis fimm av seks stjørnum, og
kallar hann eina "atlantshavsperlu". Sama karakter gevur Avisen
Danmark og lýsir filmin sum "fabelaktigan", meðan Cinema Online gevur
fult stigatal, seks av seks stjørnum. Høgrumegin hetta ummælið, sum er sett
ovast á sitatplakatini, er mítt egna, sum eisini gevur seks stjørnur við
frámerkinum "Ein tíðarrøtt hetjusøga".
Tað er skilligt og trúligt, at tað tekur tíð at sodna. Filmurin hevur fingið so ómetaliga stóra útbreiðslu. Men, Sakaris, hvønn týdning hevur tað fyri filmin, soleiðis sum tú hevur hugsað hann og arbeitt við honum øll hesi árini?
- Eg havi havt prát eftir onkrar sýningar. Tað hevur rigga væl. Eg var nervøsur fyri hvussu publikum fór at reagera í Danmark, men tað hevur gingið ordiliga væl, sigur Sakaris.
Fer hann beint ígjøgnum, fata tey alt beinanvegin, ella
spyrja tey nærri um søgugongdina og viðurskiftini, so tey síggja lívið á bygd í
Føroyum?
- Eg eri glaður fyri at hann eisini kann resonera við fólk uttanfyri Føroyar. At hann “riggar” í Føroyum hevur nógv at siga. Men eg vildi, at hesin filmurin skuldi vera á jøvnum føti við filmar aðrastaðni. Tað var eitt mál, sum eg setti mær. Og nógv kunnu relatera til søguna. Sjálvt um filmurin hendir í eini lítlari føroyskari bygd, og umhvørvið er nokkso serstakt, so er tað eisini nakað, sum hendir nógvastaðni. Tað havi eg eisini merkt. Men tað er stuttligt, hvussu ymiskt fólk síggja søguna. Eg havi møtt nógvum, sum fluttu til Danmarkar í 90'unum, og kenna seg væl aftur í, hvussu samfelagið bleiv rakt, tá virkini lótu aftur. Meðan onnur kenna seg mest aftur í menniskjaligu relatiónunum millum leiklutirnar í filminum. Eg haldi tey flestu eru glað fyri, hvussu filmurin lýsir Føroyar. Og at tað er ein nuancera mynd. Leikarirnir fáa nógv rós, og tað eri eg ordiliga glaður fyri. Men eg eri glaðast fyri, at filmurin uppá onkran máta vísir, at føroyingar eisini duga. Og eg hopi at tað kann vera við til at lata dyrnar upp fyri øðrum filmum, sigur Sakaris.
Tað, sum eg var mest bilsin um, eftir at hava sæð filmin og lisið rullitekstirnar var, at framleiðararnir hava fingið stuðul frá Creative Europe. Haldi, tað er fyrstu ferð, eg havi sæð tað í Føroyum. Jón Hammer, er hetta eitt undangongudømi og nakað, sum filmurin kann lata upp fyri, tá onnur fara at gera film og vilja hava atgongd til størri fígging?
- Vit kunnu ikki søkja stuðul frá Creative Europe sum føroyskt felag, sigur Jón Hammer, framleiðari. So tað er Adomeit Film hjá medframleiðaranum Katju Adomeit, omanfyri til vinstru, ið søkir. Vit mugu gerast limir eins og onnur atlimalond sum Noreg, Ísland og onnur lond, sum eru uttanfyri ES, vilja vit søkja. Tí verða vit altíð minor og ikki major partnari í samframleiðslum, og sum oftast ikki eingong viðurkend, við t.d. Eurimages, men fella undir Danmark. Men kunnu hóast hetta ikki søkja sum føroyingar, men sum danir við donskum felag, sigur Jón og upplýsir, at Filmshúsið arbeiðir saman við Almanna- og mentamálaráðnumuppá at fáa limaskap.
- Men eg veit ikki, hvat status er. Men nógv evropeisk feløg yvirliva av Creative Europe. Eisini biografar, sum fáa útbreiðslustuðul til europæiskar filmar, millum annað Grand í Keypmannahavn og Øst For Paradis í Aarhus og harvið eisini Filmsfelagið, sum annars ikki hevði kunna sýnt teir bestu filmarnar, sigur Jón um rúmsátta stuðulsmøguleikan Creative Europe.
- Adomeit fekk slate stuðul, tað vil siga at felagið fekk
stuðul at menna fýra ymiskar filmar, hesin var ein av teimum. Trom fekk eisini stuðul,
tað var tað sum æt pogramming, til sendirøðir. Og sjálvandi eisini til
REinvent, ikki Kykmyndir, men við mær sum framleiðara, tí tey krevja eisini, at
man hevur framleitt minst ein film áður, sigur Jón Hammer, sum er framleiðari
og rekur Kykmyndir.
Men tað, at “Seinasta paradís á jørð” hevur fingið so góð
ummæli og risa stóra útbreiðslu í Danmark, kann tað verða ein lopfjøl út í
verð, Sakaris?
- Tað havi eg ikki hugsa so nógv um, sigur Sakaris. Men eg vóni at hann kann koma longri út í heim. Tað er fyrst og fremst ein menniskjalig søga, og menniskjaligu søgurnar bróta ofta landamørk. Hetta hevur í øllum førum víst at hesin filmurin onkusvegna ikki stendur aftanfyri danskar filmar. Tað ger tað vónandi eisini eitt sindur lættari at gera ein næsta film, sigur hann.
Hvat ger ein føroyskur leiksjóri við so góðum ummælum hesi
byrjandi norðurlendsku summarkvøldini?
- Eg kann endiliga slappa av aftaná allar premierunervarnar.
So tað royni eg at gera. Men
eg gleði meg nokk mest at fara í gongd aftur við at skriva, sigur leikstjórin, Sakaris
Stórá, at enda.
Takk fyri filmin og prátið um hann - og góða skriving!
- Takk sjálvur!