Skip to main content

Posts

Showing posts from June, 2025

Til lukku PAZ!

  Til lukku! Michelin kunnger í dag úr Odsherred í Danmark, at tvær stjørnur fara til nýggju matstovuna hjá Poul Andrias Ziska, PAZ, í miðbýnum í Havn: PAZ in Tórshavn, on the Faroe Islands, takes pride of place in this year's selection, entering The Guide directly with Two Michelin Stars. Having returned from Greenland, celebrated local chef Poul Andrias Ziska has settled into his own restaurant in the islands' capital. The immersive, highly memorable experience sees the talented team deliver a series of spectacularly crafted, personalised dishes formed around produce from the surrounding land and sea, which pay homage to local traditions with outstanding reinterpretations of local recipes. 33 nýggj støð eru komin á norðurlendska matstovukortið hjá Michelin. Tilsamans eru 282 norðurlendskar matstovur viðmældar í ár. Seks teirra fingu tríggjar stjørnur, fimtan fingu tvær stjørnur, 75 fingu eina stjørnu, 44 fingu Bib Gourmand frámerkið og 39 fingu grønu stjørnuna. Umfram...

Úr Kenja til Føroya

Moses Karanja er komin á gátt, og vit tosa um tónleik, sum fer um landamørk, ið vit finna felags stev í og úr. Fyrsti er nigerianski Fela Kuti (1938-1997), sum eg lærdi at kenna í útvarpssendingini Kuffertið, sum hvørt mikukvøld var ein tónleikaferð við nýggjum máli. - Ja, handa setningin dámar mær væl, The James Brown of Africa. Tað var hann, Fela Kuti, sum í mínum heimsparti, Afrika, helst er størsta tónleikafyrimyndin, og ein av inspiratiónunum, tá eg arbeiði við sounds, ljóði og tónleiki, sigur Moses við atlasinum í hond undir plátu- og fløguhillunum í stovuni. - Eg kom til Føroya av kærleika. Tað var í 2014. Eg hevði møtt eini føroyskari kvinnu í Kenja, og saman gjørdu vit av at flyta higar at búgva. Vit eiga tvey børn, men í dag eri eg saman við eini aðrari kvinnu, sum hóast hon er uppvaksin í Føroyum, er av afrikanskari ætt. Eg búgvi í Havn, arbeiði við reingerð um náttina á Bakkafrost og taki tímar í føroyskum á Glasir. Biltúr til Gjáar - Tá eg seinni í Føroyum rendi meg ...

Kongsgarður Fríðriks í Múla

 Húsini 'har Frammi' í Múla á Frilandsmuseet í Danmark (Tofts, Wikipedia) Fra vores udsendte: For en færøsk pensionistalder siden - det er mellem 64 og 66 år siden, alt efter den siddende regerings proletariske observans - var den Mulenesiske bondegård, har Frammi , kolonialiseret og flyttet fra Sentraldanmark til den Nordtyske tange og EU provins, Syddanmark. I trampedansens absolutte øje kunne Deres udsendte hofreporter under tranlampernes skær i aftes opsnappe opråbet om umiddelbar hjemsendelse af selvsamme bondegård, der til spot og spe står på den danske hede aldeles uden tørv og tjald. Mens det færøske korsflag, Merkið , fra første verdenskrig, af det danske herrefolk blev nægtet enhver synlig gyldighed, helt frem til den følgende verdenskrig, da dansken lagde sig i den nationalsosialistiske favn, og Churchill følgelig afskar denne dødens spiralforbindelse til de Nordatlantiske besiddelser, hvormed den britiske helt, umiddelbart kunne tilsidesætte den danske flagmo...

Hvar fór sólin?

- Hvar fór sólin, spyr niðurlendska Liesbeth van Litsenburg, grafiskur sniðgevi, úr lítla býnum Kerkrade, har suðuri í Niðurlondum, dygst við Aachen, sum er týsku megin markið. - Har búgvi eg einsamøll, men í tøttum grannalagi kring søguliga miðbýartorgið, har vit hava vaskimaskinu og avísir í felag, og javnan eta saman. Annars geri eg bøkur klárar til prent, og búnar til sjónleik og opera. Men besta er at møta fólki og eta saman, sigur Liesbeth á kampingplássinum.  - Eina morgunin fekk eg morgunmat í Miðvági, og skal aftur hagar til døgurða fríggjadagin. Sunnudagin fari eg avstað við Norrönu, og koyri so aftur í tríggjar dagar teir túsund kilometrarnar frá Hirtshals og heim til Kerkrade. - Eg havi verið í Íslandi fyrr, tað var sum eitt kontinentalt land at ferðast í, men tá eg fyri fýra árum síðan fekk mær henda lítla kampingvognin og mín gula Fiat 500, vildi eg vitja Føroyar. Av fyrstan tíð av, at tað var so dýrt at fara aftur til Íslands, men síðan av teirri orsøk, at eg fór...

Aroy - smakkar væl á tailendskum

Nýggjasta matstova í Handilsgøtuni í Havn er Aroy. Ólavur í Beiti, sum fyri áratíggjum síðan fór undir Vágaportalin, um sama mundið eg fór at skriva mín egna blogg, hevur boðið til borðs, at tosa um samstarvið og at smakka ein bita av tailendskum mati, mitt í Havn, men úr fjara ferðamálinum, sum honum dámar so væl. Eigarar og stigtakarar eru Nara, Naraphorn Chairoek, og maðurin, Apiwat Chairoek, sum bæði komu higar at arbeiða í matstovuvinuni fyri fimtan árum síðan, hann í Nantong og hon í Etika, tá nýskapandi matstovan við sushi lat upp. Aftaná tólv ár í Etika, fór Nara í Glasir at arbeiða, og nú opna hon og maðurin hesa matstovu í Fransabrekkuni, har Andor Eirikstoft rammaði málningar inn, Berec battarí og seymimaskinur vórðu seld, og seinastu áratíggju hava ymsar barrir verið her, Loca millum annað. Matstovan, Aroy, er altso mitt í býnum og hartil í einastu gøtu, sum er frámerkt Handilsgøta. Kappingin móti SMS er tó kanska mest sum vónleys, og seinastu tíðina er økið kring Frans...

Joe & the Shitboys hita upp fyri Iggy Pop

Í kvøld skulu Joe & the Shitboys á pall í O2 í Glasgow at hita upp fyri Iggy Pop. Tað er triðja konsertin teir eru bookaðir til at hita upp fyri 78 ára gomlu legenduna, sum í London fann uppá at enda konsertina í kistu. Heilt vist er hetta størsta samband, nakað føroyskt rokknavn hevur fingið við eina útlendska heimsstjørnu, og verður knýtt saman við á trimum frammanundan lýstum pallum. Síðst eg hugdi, vóru sjey atgongumerki eftir í Glasgow. Hvussu fingu tit hetta samband, Fríði? - Iggy varnaðist okkum við at lesa eitt blað, har hann sá okkara lýsing til einaferð vit spældu í London. Hann helt navnið var stuttligt, og fór so at lurta eftir okkum, og bleiv forelskaður beinanvegin. Hann hevur síðan spælt okkum fleiri ferð í síni útvarpssending á BBC6 Music, har hann millum annað tosar nógv um Hvalba, tí vit spældu í Hvalbiartunlinum. Eisini hevur hann reypað um okkum á poddvarpinum hjá legendariska framleiðaranum Rick Rubin, og vísti Joe & The Shitboys fyri heimsklassa trum...

Meðan Ambition siglir inn á fjørðin

Eftir glopraregn í seinastuni, er stilli og lág, men hækkandi sól í morgun. Hon strálar og kínir kampingplássinum yviri við Strond, har tjøld fóru á flog í gjárkvøldið. Nývaknaði morgunin ber okkum ferðamannaskipið Ambition, sum siglir inn á Runavík við 1200 ferðafólkum og eini manning, ið telur 670. Hóast skip og kampingvognar kunnu tykjast fylla summarsýnið í føroysku morgunsólini, eru hetta smá tøl. Allarflestu ferðafólk, 80-90%, flúgva til Føroya, segði stjórin í Visit Faroe Islands í Breddanum , eini av heilt fáu, kanska einasta almenna greinandi kjaksending í Kringvarpinum, sum nú eisini fer í summarfrí, Breddin altso.  Drívmegin, tá umræður ferðamannaskip, er inntøkur til kommunalu havnirnar, varð sagt í sendingini, har Sirið Stenberg og Gurðið Højgaard luttóku  og Sigurjón Einarsson var góði verturin. Hjá okkum føroyingum, at fara út í heim, gongur tó strilti, um tú ikki partú skalt til Kastrup ella Hirtshals og onga aðra staðni í verðini. Man ferðvinnan verða bliv...