Skip to main content

Ein vónríkur Harald kunngerð nýggja leikárið á Tjóðpallinum

Fyri fullsettum hølum bjóðaði nýggi stjórin á Tjóðpallinum, 38 ára gamli norski Harald Thompson Rosenstrøm, vælkomin til ætlanir og leikskrá í heyst og nakað fram. Millum tey mongu møttu var eisini Jenny Petersen, sum í 20 ár stjórnaði Tjóðpallinum. Tann óunniliga deyðvektin, sum hevur tyngt Tjóðapallin er, at alt síðan 2012 hava landstýrismenn og borgarstjórar við stuðlandi arbeiðsbólki kunngjørt ein komandi tjóðpall, uttan at staðseting, innihald ella fígging er fylgd við. Í dag er hesin innantómi symbolikkur blivin ein ókeypis indikator fyri, hvat komandi og farandi politikarar óforpliktandi siga, hvussu kær mentan og list er fyri teimum. Hetta er størsta katastrofa í nýggjum føroyskum mentapolitikki, tí ætlanin um tjóðpallin er funnin fressur hjá meiningsleysum politikarum. Vit hava sum aldri áður tørv á at fáa politikarar – hin fyrsta í Føroya søgu – at gera mentan og list til eitt skjaldramerki, sum viðkomandi við floksapparatinum treytaleyst í rygginum gongur inn fyri og vil byggja upp, so vit koma burtur hesi nullhugsjón á mentanarøkinum, hvørt tað so snýr seg um film, sjónleik ella aðra útinnandi mentan. Skilagott, haldi eg, at nýggi stjórin minti okkum á, at í húsinum, Tjóðpalli Føroya, eru eitt komma sjey fimm størv, tað er 1,75 starvsfólk at halda øllum gangandi. Tað kann ikki góðtakast og allar minst í einum floksapparati, sum sigur seg vilja mentan. Játtanin á økinum er so hvørvandi lítil, at til ber ikki at skerja hana, sum gjørt verður í niðurgangstíðum í grannalondum, tí her hjá okkum er einki at skerja. Her má vend koma í, so í minsta lagi ein av flokkunum á tingi tekur seg saman og skapar og førir fram EIN mentapolitikara, sum fær allan stuðul frá viðkomandi flokki at seta mentan sum fyribrigdi á politiska beding. Vit hava einki at rutta við, tá vit hyggja eftir útinnandi list og mentan á fíggjarlógini. Har eru gamaní læraralønir og so søvn og varðveitan, men forsvinnandi lítið til útinnandi fyri ikki at siga eksperimenterandi list og mentan. Her má annað politiskt skinn takast um bak. Nýggi norski stjórin læt nøkur varislig orð hanga vinarliga retoriskt í luftini, tá hann legði fram starvsfólkamennandi viðtøkur og leiklistarligar ætlanir um virksemið í heimsins minsta leikhúsi, sum hann og Barbara koyra, at eg fekk eina spírandi positiva fatan av Tjóðleikhúsinum, sum eg ikki havi varnast í mong ár. Livst so spyrst. Kommunan hevur staðið væl og tætt um húsið og virksemið, men hvar eru landspolitisku flokkarnir við landstýrisfólkum og stýrum, hvar eru tey í definitiónini av list sum stuðulsverdum virksemi? Eg síggi tey ikki, og eg kann lova fyri, at eg havi leitað og støvsugað. Okkum tørvar síðan kríggið ein, bara ein, mann ella konu, mentapolitikara, sum gongur inn fyri síni sak og saman við baklandinum í egnum flokki eins og samgongu má og skal seta sjøtul á, at geva mentanini innivist á fíggjarlógini, sum ikki er eitt privatfyrisitingarligt excelark hjá skrivstovukrakkum fyri teirra egnu skyld, men er okkara kollektiva skattagjald, og myndar okkara hungur eftir mentanar- og listaligum upplivingum á palli her heima hjá okkum. Tað er tað vit rinda skatt fyri og – fyri mín part – nú gera krav uppá. Alt mítt skattaða arbeiðslív, eg eri farin um pensjónsaldur, havi eg bíðað eftir einum mentapolitikara. Og nú tørvurin er himmalrópandi, bíði eg enn. Men sum sagt, nýggi norski stjórin, Harald, gevur mær vón um, at politiska landslagið nú fer at hóma umhvarvið av neyðturviligheitini av skattafíggjaðari pallmentan, sum lýkur tey minstu stórbýarkrøv í okkara beskedna høvuðsstaði, har mentanin enn gongur við keppinum í hondini og vinsamligast vónar tað frægasta. Góði Harald, takk fyri hugvekjandi uppmuntringina í dag og alt tað besta í tínum nýggja og týdningarmikla starvi. Sum sæst niðanfyri er Bertolt Brecht fyrstur á skránni.