Í morgun var eg á Ælabogavegi eitt í Havn. Ørindini vóru at taka eina mynd av gøtuni, sum eg ikki visti av var til, fyrr enn tríggir fólkafloksmenn í Býráðnum fortaldu ikki bar mær, men allari verðini, sum vit kenna hana, tað. Síðan hevur hetta verið eitt grundleggjandi stríðsmál hjá monnunum, ið hava stillað upp og eru valdir, og nú útinna sítt vald við at krevja Ælabogavegin fjernaðan. Kanska verður tað tvørturímóti, at avmálda gøtan og málaðu litirnir, fara at verða hevjaðir upp til eina neyðturviligheit, at halda fast um gøtuna, staðið og litirnar. Hon verður kult, Ælabogagøtan.
Tá Útvarpið í tíðindunum í morgun varpaði ljós á gøtuna, navnið, og at nu fór hon at verða málað og sjeina upp, eftir at ótangar í Dalinum, púra ópolitiskt, høvdu svínað kláru og bjørtu litirnar út, millum annað við navni hins allar hægsta, um tú fór í kirkju. Bara fyri at stigmatisera medborgarar í býnum. Vorðið sum.
Og nakar góðar morgunmyndir fekk eg á nýmálaðu Ælabogagøtuni,
og eitt gott prát við eina kvinnu, sum við barni gekk framvið.
Fyri tveimum døgum síðan skrivaði Elsa Berg, borgarstjóri í
Tórshavnar kommunu, at týdningurin av ælabogavegnum er staðfestur enn eina ferð.
”Harðskapur er oyðileggjandi. Ljót orð og herverk eru særandi. Og í Tórshavnar
kommunu góðtaka vit als ikki slík hatursbrotsverk. Tí verða vøkru
ælabogalitirnar málaðir yvir herverkið, so skjótt veðrið er til tað. Tórshavnar
kommuna er nevniliga fyri øll, og her er rúm fyri ymiskleika. Luttøkan til
ársins Faroe pride hevur sannlíkt verið methøg, men kortini eru tað fólk, ið
ynskja LGBT+´arum ilt. Tí er tað avgerðandi, at vit áhaldandi tala at
haturstalu og brotsverkum og vísa okkara stuðul fyri einari rúmligari og
fevnandi kommunu.”
Ein góður og inkluderandi borgarstjóri.
Myndir tala greiðari, tá tær ikki eru skemdar við hevdvunnum religiøsum
orðum at niðurgera onnur í nútíðini. Nýmálað, talar myndin nógv sterkari, tá
vit vita, hvør boðaskapur ikki slapp at seta skránna í Havn.