Skip to main content

Brecht og pallar í Havn

Tað eru pallar í Havn, sum ongan góðan eiga, hóast tey evarska fáu, ið næst eru at virkseminum, hjúkla um og kýta seg til tað ýtarsta, at standa saman um viðkomandi pall. Summi meira enn einastaðni. Men tað er ikki nóg mikið. Havnin skal vera ein mentabýur eins og í teim metropolum á evropeiska meginlandinum, vit kunnu og vilja bera okkum saman við. Men politikarar fata ikki henda veruleika og hava aldri gjørt tað, hvussu nógv skriviborðsálit og tankaspøl við orðum, teir og tær leggja í skuffurnar við 99 pappírum í hvørjari skuffu, í besta føri at brúka til skáltalur, og tá ítróttarhetjur koma heim. Nú burdi verið payback time. Tann stundin, at mentanin ger krav uppá sítt. Kanska eigur heystið at byrja við tí, payback time. Hvørt heyst. Tað havi eg hug at siga nakað um, nú hann heystar og eg enn ikki síggi nakran mentapolitikara gera annað enn hyggja eftir skýggjunum, sum Prædikarin ávarar ímóti, nú tað er ”tann tíðin, tá ið teir, sum sita um húsið, skelva, og maktarmenninir verða kropnir, og genturnar á kvørnini leggjast fyri, av tí at tær eru vorðnar fáar, og dimmligt er vorðið hjá teimum, sum hyggja út gjøgnum gluggarnar”, og enn meir frá sama høvundi: ”Tann, sum altíð kannar eftir vindinum, kemur ikki til at sáa; og tann, sum altíð hyggur eftir skýggjunum, kemur ikki til at heysta.” Vælkomin at lesa um mentapallar í Havn úr dagbókini.


Langt frá miðbýnum, uppi í Hoyvíkshaganum, heilt har uppi við Tjarnir, har nýggjur infrastrukturur við bussi má byggjast, fekk eg Tim Christensen og Dizzy Miss Lizzy beint í oyrað við fullari styrki frá Ljóðtøkni. Betri verður tað ikki. Sjálvt ikki í gallaveitslu hjá júst betri. Tjarnirshøll stóð sína roynd sum pallur í Havn við atkomuligheit hjá teim upptraðkandi beint inn á pallin, so dubulttrummur og ein heilur veggur av Marshallforsterkarum kundi rullast inn meðan eingin sá. Næstan ikki. Tí bara diehardfans sprungu í stundini upp, í hvussu er Fróði og eg, og fóru at gita, um Metallica, DAD ella Dizzy Miss Lizzy fóru at taka palllin hjá Sjúrði, alias Kára Cool, sum var frásøgumaður við eini fantastiskari sketsj um suðuroyingar, tunnil og Smyril, nú føroyski infrastruktururin av politiskum ávum stendur til at falla sum aldri áður. Fantastisk sketsj hjá Sjúrði. Við langum hvítum krúlluhári og bláum stuttabuksum sum hjá AC-DC.

Men dansirúmið innast, við barrina handan forhangið í somu høll, má doyvast, skalt tú kunna sita har. Har larmar ov illa, skalt tú tosa við onkran. Í mínun føri fóru vit, sjálvur annar, so langt út sum slapst, uttan at fara út av somu gólvhædd. Mest áhugaverda samrøða í nýggjari tíð, tilverugrundað um summarlegur í fyrndini, sum eg púra hevði fortrongt, men sum komu fram, tá hin, ið ikki hevði fortrongt upplivilsið, minti meg á tað. Tað verður ein tekstur, sum Victor segði, eina aðru ferð. Og so inn aftur í larmin. Ljóðdoyving má hugsast betri inn í gallaveitslur. Tað kann eisini gerast, betri, í Tjarnum.

Hesin pallur uppi í haganum er hin einasti við hesari stødd og skattafíggjaðum grundstøði í øllum landinum. Tí eiga professionellir konsertfyriskiparar at taka seg saman, og innfría lyftið um konsertir við nøvnum, ið ikki høvdu kunnað verið í landinum uttan henda pall uppi við Tjarnir. Tað var lyftið og treytin fyri fígging. Mínari og allra annara skattafígging í kommununi. Lyftið, sum kostaði skattagjaldandi einstaklingum yvir hundrað milliónir, skal innfríðast við konsertum á sama støði, sum betri gjørdi møguligt henda dagin og vísti, at tað ber til. Ella má skattagjaldið ganga aftur, fáa vit ikki líkinda nøvn og ljóðkvalitet á henda pallin.


Í Perluni niðri í miðbýnum var Prima Facie ein hugtakandi out of this world tour de force hjá Kristinu Sørensen Ougaard í juridiska einkvinnuleikinum í konteynaranum í mentanargøtuni, sum 1,2 milliónir hava sæð úti í heimi, sigur heimasíðan. Tað mest hugvekjandi eg kann uppliva, er at ein pallur í býnum setir á skrá ein leiklistarliga framúr og í innihaldi týdningarmiklan leik. Prima Facie er týðuliga bæði leikur og evni, ið eisini rørir seg í øðrum býum, stórum og smáum, á tí máli, har verður tosað.

Men faktisku móðirmálsorðini vóru ikki heilt eftir mínum innara oyra, og nakrar skurrandi bendingar heldur ikki, tá málið og orðavalið í fiktiva spenningsleikinum er so knívskorðið millum antin ákæru- ella verjuterminologi í rættarsælinum, har ikki ber til at leggja seg á eina avmilitariseraða miðleið og spyrja, um tú veruliga gjørdi tað.

Og var neyðtøkan veruliga ein neyðtøka? Tað var tilverugrundaða snúningspunktið hjá kvinnuliga advokatinum, sum fór at ivast, innan hon traðkaði í karakter.

Hetta sterka spenningsfelt, sum allur leikurin skapar og hongur í, gevur ikki rúm fyri málsligum avvikum frá tí konformt viðtikna. So, sorry, týðingin og teksturin stóð ikki eins væl á pallinum og megnaravrikið hjá Tessu Ennsler, alias Kristinu, sum strálaði og kanska var allarbest, tá hon ringdi seg á gólvinum, og gjørdi okkum til eitt við hennara hugtakandi kropp og rørslur. Megnar avrik á einum klikkaðum palli, sum Sámal Blak tó hevði fingið nógv illustrativt burturúr við uppeftirgangandi áhoyraraplássum og sløttum ákærugólvi. Kropsliga nærveran og framburðurin hugtók meg, so eg varð málleysur. Men teksturin, ið lá til grund fyri søguliga megnaravrikinum hjá advokatinum Kristinu, hann dróg niður, teksturin, orðavalið og bendingarnar.

Perlan er ein konteynaraboks, í besta føri ein beautybox har niðri í mentanargøtuni, sum kommunan samtykti fyrsta árið í hesi øldini, mentanargøtuna, og vit enn bíða eftir, hvat veruliga skal henda við í høvuðsstaðnum, frá Frelsunarherinum og oman í Vágsbotn.


Kultura í Útvarpinum, sum ikki bara er í Havn, hóast bústaðurin er har, er í mínum huga mest týðandi mentanarstovnur, er nú komið heim aftur til Føroya eftir tveir sjáldsama møðsamar steðgir á Norðurbryggjuni uttan tað heilt stóra kvettið. Tað var sum Føroyar í Fokus tónaðu aftur. Og harragud, tað fara at vera fjøruti ár síðan tað samtíðartiltakið var í núlidnu tátíðini. Útvarpið leverar sum oftast heilt til fulnar, men ikki eru tær altíð har, kjarnuuppgávurnar, so sum eg síggi og hoyri tær, í public service ásetingini. Tað er fyrisovítt okay, ja heilt okay, serliga tá einstakir ítróttareportarir skulu verjast, tá FSF fótbóltsmanningin, ið greitt heldur seg vera ein stat í statinum, og undir heitinum ”stovnur” krevur berufsverboot. Kanska er hetta eindømi í føroyskari miðlasøgu, veit ikki. Amerikanski varaforsetin, J.D.Vance, sigur tað sama. Tá privatpersónar ikki dáma tað, tey hoyra í miðlunum um hin dripna Kirk, skulu tey kontakta arbeiðsgevaran hjá vánaliga formidlaranum og streingja á, at hann ella hon verður søgd úr starvi, í hesum føri Kimmel, ella missir sendstøðin loyvi at virka. Ikki bara eitt nýtt narrativ, men ein nýggj polariserandi sjálvtekt, sum er partur av gamla rákinum cancel culture, sum helst altíð hevur virkað, uttan at navn hevur verið sett á maktfullu atgerðina yvir fyri tí minni menta í eini marxistiskari analýsu, sum hjá Brecht. Havi ikki hald longur til Frihedsbrevet, so eg kenni ikki orðaljóðið og kjakið, men umhvarvið er, at her vardi Kringvarpið síni starvsfólk væl, og tað var gott. Kundi hugsað mær, at onkur fór eftir evindaliga religiøsitetinum, ikki gudstrúnni, men møðsamt fyriskipaða religiøsitetinum frá morgni til myrkurs í Útvarpinum. Við hetta lag fer onkur heilt skjótt, kanska eg sjálvur, at krevja Fríggjadagsbøn, Allah-helst hvønn Guds skapta fríggjadag. So kundi programmleggjarin lært tað. Útvarpið, sum er mín miðil, er ikki ein sjálvsøgd forering, nú hon, útvarpsforeringin, sum onkuntíð er ein forherðingur, ja forherðingur, ið eftir orðabókini ikki letur seg umseta til týskt ella enskt, nærkast teim hálvfjerðs. Haldi, politiska skipanin eigur at nýta hálvfjerðsárahøvið at taka saman um og laga ein verjugarð um okkara allra Útvarp, fyrst og fremst við at varpa ljós á kjarnan og grundstøðið í føroyska BBC variantinum av public service. Um ikki Tyler Robinson, so kenna vit nú Charlie Kirk væl betri enn nakran føroying á skránni í Útvarpinum, kanska betri enn okkara granna, tí hann korresponderar so ræðandi væl við miðal maktføroyingin. Hann og hansara grundsjónarmið kenni eg heilt væl av einum føroyskum bólki á Facebook, har eg sá sjálvan skottilburðin, tá blóðsprænurin stóð frá hálslívæðrini og beint út í studentaluftina í mormonska Júta. Ein ræðumynd, sum ikki sást aðrastaðni. Hví hon varð sett og sædd her í einum føroyskum bólki, veit eg ikki. Men har rakti eg við hana og onga aðrastaðni. Vit kunnu ikki siga, at vit ikki fáa javnvigaða upplýsing. Kringvarpið er hin einasti public service stovnurin, og eigur tí at verða hjúklaður um, nú hann nærkast hálvfjerðs. Og so er tað avgamli Fimmarin, sum nú er komin aftur á skránna í Útvarpinum í beinleiðis telefonpráti leygarmorgun í Vikuni. Uppdragandi ábyrgdin hjá samskiftisstovninum, Kringvarpi Føroya, stendur við, og tað eri eg samdur um og í, tí samskiftið er ikki nógv broytt yvir tíð, um eg til dømis geri eitt kut úr áhugaverdum uppleggi hjá Steinbjørn Hardlei, har hann um dagarnar sigur: ”Tað tykist mær at vit í okkara kjaki og orðavali ikki eru komin stórt víðari seinastu nógvu árini. Á einari síðu stendur ein búskaparligur fakligur partur og á hinari síðuni stendur ein fiskivinnuligur partur - hesir partar hava eftir mínari bestu meting ikki ment sítt samskifti hesi árini - hóast verandi samskifti ikki hevur flutt málið nógv - og tá mugu vit hyggja nærri eftir tí fakliga partinum og motivunum í hesum samskifti.” Samskiftið er ein trupulleiki, men eisini ein møguleiki, sum júst Kringvarpið situr á og hevur til uppgávu, til dømis tá vit verða manipuleraði at viðurkenna og tolerera teir handilsligu veitarar, sum gera okkum gerandisdagin dýran og upparbeiða sær eina maktpositión, at halda fram við tí, so stættarsamfelagið verður ein konstantur, akkurát sum hjá Brecht. Henda morgun eru Ingi og Svend á góðari leið.

Filmsfelagið, sum sýndi Kærlighedens Gerninger, er ein mikukvøldsoasa við nýggjum sjáldsama góðum úrvalsfilmum úr útheimi, ið kunnu síggjast um somu tíð, sum í øðrum metropolum á evropeiska meginlandinum. Hetta samtíðarliga er viktugt í mínum optikki. At varnast og uppliva tað sama, sum onnur í okkara heimsparti. At verða ein evropeari, og ikki bara norðbúgvi, ríkisdanskari ella føroyingur einans. Latenta breiðsýnið í teim mentanartiltøkum og -pallum vit vitja, er uppá sikt avgerandi, skulu vit ikki stadna sum innkókað individ. Innkókað. Elski hatta orðið fyri tíðina. Upplivingarrúmið, at síggja film er bara hetta, Havnar Bio, einasti biografur í landinum. Klubbin eigur og hølini treingja til eina kerliga hond. Hesin pallur er hin einasti og kroppurin minnist tað, vit hava gloymt, sigur filmurin, sum er á skrá. Og stundum kann eg minnast, hvussu eg knýtti nevan í lummanum, tá eg í myrkrinum gekk heim, eftir at hava sæð Sidney Poitier og Rod Steinger í Suðurstatsfilminum In the Heat of the Night. Nú kemur nýggi Paul Thomas Anderson filmurin við Leonardo di Caprio One battle after another. Anderson er ein av ídnastu filmisku nýskaparum í USA, sum ikki fer av vegnum at skapa og lýsa mannligar arketypur og emperiubyggjarar, sum Daniel Plainview (Daniel Day-Lewis) í There will be blood frá 2007, og The Master frá 2012, har Joaquin Phoenix møtir kultleiðaranum Dodds, sum uppá ein prikk er L. Ron Hubbard, leiktur av Philip Seymour Hoffman. Umframt at vera ein empatimaskina, sum ummælarin Roger Ebert í fyrndini fann uppá at siga um film, er biografurin eitt unikt upplivingarrúm, annarleiðis enn øll onnur rúm, ikki minst tær skirvisligu skúlastovur, sum í flestu londum vilja sleppa at vísa film undir teim mest fátæksligu viðurskiftum. Vit eiga at ansa væl eftir einasta biografinum, sum eftir er í landinum. Ja, hann eigur at blíva ein mentanarliga varðveitandi uppgáva hjá kommununi.

Tjóðpallurin sýnir Bertolt Brecht leikin, Gerandislív í triðja ríkinum, við sjáldsama sterkum aktualiteti, hóast hann hevur 87 ár á krossaðum baki. So langt síðan er, at leikurin varð frumframførdur í París. Ein sarkastisk satira við grovskemti, sum á heimasíðuni hjá Tjóðpallinum verður lýstur við hesum eina beinrakna setningi, tikin úr rúgvini: ”Óttin fyri hvørjum øðrum skapar split millum vinir og í familjum, og hóast leikurin gongur fyri seg í Nasitýsklandi, er hann aktuellur í dag, nú miðlarnir dagliga bera boð um kríggj, valdsnýtslu og einræðiskúgan í heiminum.”

Hetta er júst tann polarisering, vit hvørt ár hoyra um á holocaustdegnum í landsins skúlum, sum er tikin úr tilgongdini hjá Gregory Stanton, polariseringin, har hann í tíggju stigum lýsir, hvussu fólkadráp byrjar við happing og endar við avnoktan. Ræðandi tíggju-stigs-myndina, tær tíggju tesurnar, kunnu vit halda fram fyri okkum hvønn dag, og máta, hvar á polariseringsásini vit eru. Og har er nógv, sum leikar á, innan og uttanlands, til gerandis og heilagt, til vinstru og høgru, bæði á tingi og á Facebook. Miðlarnir, sum einaferð skuldu eitast at vera samfelagsins varðhundur, elva ofta til størstu polarisering. So har er beint nú minni at heinta. Allar mest er í hesum døgum at heinta í og við hesum leiki, sum við góðum munnrøttum dialogi og lagaliga gerandisligum orðavali tekur brotpartar fyri sær, sum greitt lýsa einaræði, sum maktpolitikarar í øllum londum kúga fólkið til, og ta einsrættan, sum næstrafólkini skapa í berari ræðslu, ið verður eitt innaneinki í berum sjálvdrátti, til alt heldur uppat. Takk og lov fyri Tjóðpallin.

Sjónleikarhúsið, vakra býarperlan hjá H.C.W. Tórgarð, sum næsta ár verður hundrað, stendur enn listarliga óvirkið, tað eg veit. Eg síggi ikki húsið í definitiónini av mentan í býnum, hvørki uppi ella niðri. Vónandi taki eg feil og havi bara ikki stillað antennurnar á røttu Sjónleikarhús kanalina. Men tað var har, Pauli ráddi í stórheitstíðini hjá Filmsfelagnum frá 1984 og fram, og tað var har, eg sá fronsku filmsklassikararnar við Delon og teimum í úrvali hjá Eyðun, sum er deyður, eins og Pauli. Onkur hevur sagt, at mest upplagdi tjóðpallur burdi verið bygdur her, útfrá verandi Sjónleikarhúsi, og niðan eftir friðaða bønum móti Tinghúsvegnum og við atgongd til parkeringsplássini í SMS um kvøldið. Sjarmerandi uppskot, sum kann varðveita eina veruliga perlu innan økið, vit enn kalla miðbýur.

Annan oktobur koma hóskvøldsdokumentarar í Kringvarpinum og fjórða oktobur verður Himmal, Heim og Hammond í Løkshøll. Har ætli eg mær. Tí tað er ein góður og kulturradikalur pallur. Hóast hann ikki er í Havn, hevur hann munin. Tað havi eg sagt fyrr, nú heystið er byrjað.

Tankin um pallar til mentan og list í Havn er aftur frammi, og aftur skulu vit hoyra pengaleysar og meinaleysar heimamentapolitikarar siga okkurt hissini visiónsleyst til ymiskt høvi, men eftir stendur, at støðug fígging til viðlíkahald, manning, marknaðarføring og fyrst og fremst listarligt gerandisarbeiði hjá øllum í eini pallframførslu, er ein so rár hending, støðuga fíggingin, at kanska skuldi man fyri fyrstu ferð í heimastýrinum stovnað ein lands- og kommunalpolitiskan menta- og listaflokk at realisera pening til tann partin av mentan, sum ikki er fótbóltsítróttur. Vildi ynskt, at ein tílíkur flokkur fekk einsamallan meirluta at skipa stjórn við egnum mentaløgmanni, uttan at deyðin stóð í durinum, sum hjá Dario Fo. So kundu hinir flokkarnar, sum í onkrum føri yvirhøvur nevna mentan, og í minsta lagi taka uppá tungu, at mentan er til sum fyribrigdi, lært seg tann lærupenga fyrst og fremst frá Brecht. Ongan fisk uttan mentan. Onga laksaaling uttan mentan. Onga ferðavinnu uttan mentan. Mentan skal á breddan. Innan valorrustan byrjar aftur.