Einaferð vit realskúlanæmingar vóru farnir at ganga, soleiðis uppá kvamsvís, niðan í hagan, tí ein okkara kendi gøtur og staðarnøvn, sum vit hildu vera stuttlig at vitja, renna vit okkum í ein bónda, sum roynir seg við skeljum og tøðum so langt vit síggja. Royndarbóndin brettir upp ermar, meðan hann boygdur stendur yvir bønum og blakar ymist til viks og fram fyri seg, sum hann telvar á jørðini at fáa tað besta upp.
Meðan tað syngur í mastrarspennunum á Loranstøðini spyr
hann, hvat vit hava at gera her uppi í haganum.
Er hann illur, ella er hann ávarandi um at ganga á hesum
leiðum, nú hann helst hevur gitt, at vit í tuflum og mest sum hvíttklødd ætla
okkum niðan á hægsta tind.
Áminningin kemur mær javnt til hugs, tá erpnir landsmenn
avmynda seg sjálvar við vinum og fløggum á hægstu tindum nú fýrahundrað eru
gingnir. Onkur meira enn eina fjallarundu. Undrist yvir, hvør djevul tað er, hesi
friðleysu fólk renna undan.
Úti í heimi hava vit marknaðarført okkum við at ganga á línu
millum steyrrøtt berg. Og eg tori næstan ikki at hugsa tankan, at tað var júst
við Trælanípuna, enn minni at leita filmin fram á netinum. Annað eggjandi átak, at vitja landið við heimsins enda, var bráðræsnir daredevils, sum við fúkandi ferð fóru oman eftir klettum og
fjallasíðum á bmx súkklu. Og so er tað fermi presturin, sum púra órørdur,
rennir eftir smølu fjallaásini.
Tað er sjálvdan at eg gangi inn fyri forboðum, tí tey eru
niðurpakkaði og hoyra til eina viktorianska fortíð. Í dag eru vit
sjálvforvaltandi, og eingin skal koma á mína leiða, at forða mær í mínum
sjálvrealiserandi projekti.
Men her vil eg fara aftur til bóndan í fyrndini uppi á
Vombini. Tit hava einki at gera í haganum, segði hann fram fyri seg, meðan hann hugdi niður í jørðina.
Nú vinnupolitiska málið um gongd í haga at enda er lokið, er
tað fyri sín part komið uppá pláss, men persónliga yvirstýringin og ovfærakætið
at ganga í fjøllunum – um dagarnar hoyrdu vit ein mann úr Kunoy siga frá um
fjallmenn, sum í brættlendi gingu seg fram á eina beinagrind, ið eingin
saknaði – eigur at verða tálmað og avmarkað við fryntliga sjónligum aktingarfólki.
Tað minti farna ferðafólkavika okkum á, nú fyrst ein
meksikanari og síðan tvær suðurkoreanskar konur blivu burtur við
turistattraktiónina Bøsdalafoss og ikki eru funnin aftur.
Ferðavinnan, okkara triðja bein, er blivin ein óunnuligur
felagi, vágar tú tær í dag at fara í hagan. Higartil hevur mær dámt væl at koma
í tos við ferðafólk. Einki er sum tað. Men nú kenni eg meg sum ein tíðarvilstan
prædikumann, sum fyri alt í verðini vil bjarga mær, innan ov seint er. Kanska
felli eg fyri freistingini, at gera sum hann, steðga ferðafólki, og biðja tey fara
heima aftur og fyri alt í verðini ikki ganga í haganum. Tí, sum bóndin segði, har hava tey einki
at gera.