Skip to main content

Dekkskuggar á Heystframsýning

Í dag læt Heystframsýningin 2025 upp í Gallarí Havnará, har opið verður fram til týsdagin 28. oktobur. Eftir at Heiðrikur av Heygum, ið hevur verið kurator saman við Sámal Blak, beyð vælkomin, helt Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, eina væl upplagda setanarrøðu, har hann gjørdi vart við, at hann umboðaði bæði javnstøðu- og mentamál, nú tríggir menn og trettan kvinnur sýna fram, men at tveir menn stóð fyri úrvalinum. Eirikur greiddi frá, hvussu avgerðin varð tikin at sýna fram á heysti við Havnará, og ikki á vári í Listaskálanum.


 - Tað eru í ár 35 ár síðan 1990, tá Felagið Føroysk Myndlistafólk fyrstu ferð skipaði fyri árligari listaframsýning við útvaldum verkum. Oftast - um ikki hvørja ferð - so hevur framsýningin verið í Listaskálanum, og hvørja ferð hevur hon verið á vári. Tað er í grundini eisini eitt av fáu tingunum, sum beinleiðis er ásett í viðtøkunum hjá Felagnum Føroysk Myndlistafólk:

”§7.Várframsýningin: Várframsýning felagsins er sensurerað listaframsýning, so sum t.d. danska ella norska heystframsýningin. Góðskumetingin skal vera á høgum listarligum støði.”

Nú er heyst og vit eru í Gallarí Havnará, og tí var tað kanska ikki so løgið, at ein, sum hevur verið til munandi fleiri ferniseringar enn undirritaði fekk eitt øgiliga ørkymlað eygnabrá, tá eg fortaldi, at eg var boðin at siga nøkur orð til heystframsýningina hjá Føroyskum Myndlistafólkum í Gallarí Havnará. Tað passar jú onki saman. Skeiv árstíð. Skeivt stað, og í øllum førum skeivur fyriskipari til árstíðina og staðið. Men tað hevur eina einfalda orsøk.

Tað var í vár óvist, um Listasavn Føroya fór at vera tókt til framsýningina hjá Føroyskum Myndlistafólkum, og tí bleiv støða tikin til, at framsýningin skuldi vera á heysti í staðin og at hølir máttu finnast. Tá skriv varð sent miðlunum, har spurt var eftir verkum, varð somuleiðis sóknast eftir hølum, og fyri mín part kann eg siga, at listaverkini hanga væl her í Gallarí Havnará.

Eg hevði lisið listan við nøvnum fleiri ferðir, áðrenn eg av øðrum varð gjørdur varugur við tað. Men tað eru altso tríggir menn og trettan kvinnur, sum eiga verk her í dag. Eg veit ikki, um hetta er eitt rák, og sum landsstýrismaður í javnstøðumálum skuldi eg kanska havt eina meining um, at tað er for galið, at kvinnurnar eru í so stórari yvirvág. Men hinvegin, so eru tað menn, sum hava havt valdið og hava valt verkini út, so eg hugsi ikki, at menninir endaliga eru trýstir út úr myndlistaumhvørvinum.

Fara vit til tað, sum er tað týdningarmesta við einari framsýning, nevniliga sjálv verkini, so leggi eg serliga til merkis, at her eru ekstremt fá landsløg, og at tað er rættiliga gjøgnumgangandi, at olja á lørift ikki er tann mest populeri mátin á hesari framsýningini at fáa tað fram, sum liggur listafólkunum á hjarta. Tað er meira tógv, tekstil, metal og betong. Eg veit ikki, um júst tað er gott ella ringt, men við mínum eygum eru sera nógv góð verk til hesa framsýningina. Verk, sum seta tankar í gongd. Verk, sum hava ein einfaldan greiðan boðskap, og verk, sum krevja eitt sindur meira av okkum, sum uppliva tey.

Og tað er júst tað, sum list er, og tað, sum er orsøkin til, at vit skulu hava føroyska list. Verkini siga okkum nakað, og siga eisini nakað um okkum. Politisk skjøl eru sjáldan poetisk, og av tí eg sjálvur sat við knappaborðið til júst hetta, so kann eg gott siga, at tað ikki er nøkur slóðbrótandi orðing, men tað er framvegis ein sannleiki í hesum orðunum í samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu: “Mál, mentan og list er føroyski samleikin í verki”.

Eg veit ikki, um tað endiliga er endamálið hjá øllum føroyskum listafólkum. Altso at gerast partur av føroyska samleikanum, men tað er tað, sum kann henda, óansæð um tað er málið ella ikki.

Eitt lítið dømi kundi verið verkið hjá Ole Wich, har plantur eru prentaðar á bildekk. Vit føroyingar elska í øllum førum bilar og asfalt. Tað eru til dømis fleiri akfør við nummarplátum enn koyrikort í landinum. Altso meira enn eitt akfar í part. Samstundis vita vit eisini, at blómur meira enn so vaksa upp ígjøgnum asfaltið, og at tað ikki er einfalt at halda gróðrinum burtur úr okkara asfalttúnum.


Bogi og Jóhanna, sum eiga hølini, har Bibi fyrr sýndi fram, og Tór’s Kafeteria var í erva við eini vælumtóktari jukebox, standa bæðí við diskin.

Gallarí Havnará er hugnaligt, tí tað er so intimt, smalt og avmált við fleiri autentiskum rúmum, innasta við linoleum á gólvinum, sum gongur í eitt við listaverkini hjá Rakel, og síðurúmum og opum undir trappum, sum skapa eina natúrliga betongtjúkka innramming av upphongdum palestinskum bindimynstrum, eftir Bjørg Elttør, meðan Anna Kathrina Højgaard hevur tvær fotomyndir á næsta betongveggi, so heildin verður ein kompositión við reyðum tóna.


Og allarbest dámar mær hølini, tá tú stendur ytst í erva og hyggur niður í lægsta og ytsta rúmið, har inngongdin er, sært tú framvið Rannvá Holm Mortensen og út í ánna, sum skapar eitt serligt huglag, og best tá tað regnar og hurðin stendur opin meðan børn spæla.

Samansetta rúmið verður sum ein improviserað tónleikaferð, sum í stigum ger innrammingina organiska og livandi, har eitt verk og litir úr verkinum stundum leggja seg upp at næsta listaverki og fær rúmið at syngja.

Teir báðir, ið hava kuraterað og hongt upp, hava harfínan sans fyri liti, skapi og rúmi. Ikki færri enn 59 talmerkt verk eru á Heystframsýningini.


Longu í túninum møti eg Ole, sum í framhaldi av temaverkinum um bilar á Umhvørvisstovuni, hevur sett Dekkskuggar á veggin. Hugtakandi, sum flaktur klippfiskur, klárur at avskipa til katólsku londini í føstu. Men - sjálvandi - er listarliga snildið, at hetta eru klipt og skorin gummidekk, sproytaði við silvurlakki, so blómurelieff síggjast aftur. Framúr.

Við síðuna av sentralt plaseraða málninginum innast í erva, Kensludýpi hjá Astrid Mouritsen, hitti eg Herit Magnussen úr Vestmanna, sum eg møtti á tekniskeiði hjá Jón Sonna Jensen á Háskúlanum. Sjálvur hevur hann fýra satin-verk við á framsýningini. Meðan vit tosa um skeiðið, og týdningin av at halda seg í gongd við listarligum arbeiði, skilji eg, at hetta eru tvær strammar ullkompositiónir. Stak gott. Vit mugu fara aftur á skeið.

Listafólkini eru Bjørg Elttør, Guðrið Poulsen, Rakel Helmsdal, Jón Sonni Jensen, Anna Kathrina Højgaard, Alda Mohr Eyðunardóttir, Ole Wich, Tormóður Djurhuus, Rannvá Holm Mortensen, Herit Magnussen, Elin Josefina Smith Wolffsen, Eyð Matras, Bjørg Mohr, Edith Mørkøre, Marjun J Hentze og Astrid Mouritsen.

Comments