The Woman in Cabin 10, á norskum Kvinnen i lugar 10, er nýggjur amerikanskur spenningsfilmur á Netflix, sum fer fram umborð á 150 $ millióna luksusjáttini, Savannah, ikki ólík teimum, ið plaga at pløga okkara havøki og vitja okkara havnir.
Umframt siglandi
bátin sum avmarkaða eind og karmur um søguna, eru tveir aðrir týðandi lutir drignir
uppá tráð í filmisku Netflixframleiðsluni: Fyrst fleirfalt Oscarvirðislønta stjørnan, Keira
Knightley (f.1985), og síðan norska strondin, serliga Hjørundfjorden, í Møre og
Romsdal, beint innanfyri Ålesund.
Søgan er av whodunit-slagnum, vit kenna frá Agathu Christie (1890-1976), har vit í eini
spælifilmslongd, skulu gita okkum til rebus-gátuna, hvør var tann seki, ið
framdi drápið - í hesum føri umborð, sum í Death on the Nile (1937) hjá
Christie, ið fleiri ferðir er gjørd til film.
Hetta
seinasta, umborð, er avgerandi í hesum slagi av søgum, tí pallurin hjá teim
leikandi er ikki bara avmarkaður, men eisini innilokaður, so tað slepst hvørki
inn ella út, hvørt tað so er bátur, tok ella harragarður.
Sjangran er vælkend bæði í klassiskum og enduruppfunnin í nýggjum filmi, har kvinnur hava høvuðsleiklutin, so sum Woman in the Window (2021) eftir A.J. Finn (f.1979) og Girl on the Train (2016) eftir Paulu Hawkins (f.1972), sum í nýggjari tíð hava lyft hundrað ára gomlu sjangruna inn í biografarnar og nú eisini Netflix, sum í hesum føri.
Serliga vil eg taka fram høvuðsleikaran í
Girl on the Train, sum er Emily Blunt (f.1983), ið kanska er fremsta eyðkennið
fyri ein nýggjan ófrættakendan leiklut sum fyrst barngóð húshjálp við teim
vakrastu eygum, og síðan sum náðileysur hevnari við so traumatiskum upplivingum
í viðførinum, at vit í ein ávísan mun skilja hana og kunnu fylgja við, tá hon í
hevnisøku stig fyri stig gongur til grunda sum menniskja, sum kanska peikar aftur í
barndómin.
Whodunit-søgan,
The Woman in Cabin 10, er nógv nýggjari enn tær frá millumkrígsárunum, tá betra
borgarskapið helt sær at gamni við Agatha Christie søgum. Høvundurin er nú
Ruth Ware (f.1977) og søgan kom út í 2016. Leikstjórin, Simon Stone, er føddur
í Basel í Sveis í 1984.
Høvuðspersónurin, Laura Lo Blacklock (Keira Knightley) er ferðandi journalistur. Bretska avísin, The Guardian, verður nevnd, har redaktiónsleiðarin heldur, at hon skal halda frí og fara á eina innbodna marglætisferð til Noregs, eftir at hon hevur upplivað eitt morð, og tí ikki verður mett sum fult arbeiðsfør. Hon hevur mist fótafestið, sum eisini merkir trúvirði, ið er týdningarmesta søluvirðið í arbeiðnum sum skrivandi journalistur í hennara umhvørvi.
Vit eru í ovara parti av gerandisliga samfelagslagnum, hóast hon oftast gongur
í kovboybuksum, og er í mest proletariseraða starvi á okkara leiðum, skrivandi
journalistur. Identifikatiónsfaktorurin er í lagi, hon er í eygnahædd, er persónliga
í tí marknaøki, sum filmur kallar twilight-zone, har alt kann henda, eisini
tað, at eingin trýr tær, sum aftur er ein kjarnuavbjóðing hjá journalisti, sum
týðuliga elskar sítt fak.
Tá hon umborð á luksusjáttini hoyrir kegl í næstu kahútt, har eingin býr, sær blóð og heldur seg hoyra ein kropp verða blakaðan av lúnningini útfyri Norrakystini, trýr eingin henni, hvussu hon so leikar í.
Eftir nógv stríð og stórar avbjóðingar, ið føra hana heilt
niður í kjølin, finnur hon samanhangin, sum snýr seg um ta makt og teir pengar,
ið skapa samhaldið, sum er millum hesi ríkmenni, ið sigla móti norska norðlýsinum,
men ikki síggja tað, og tí mugu senda egnar makt og macho rakettir.
Ikki fyrr enn seinni í filminum opinberast rætti
samanhangurin, sum journalisturin Blacklock, ið eingin trýr uppá, avdúkar og
dugir at bera fram, tá tríggjar kvinnur taka kvørkratak um korumperaða
mannin, sum ætlaði at tiltuska sær arvin frá krabbaraktu ríkkonuni, men - og her er ein spoiler - hevur dripið hana og sett ein leikara at spæla hana og at fáa undirskriftina á nýggja arvaskjalið.
Ein spennandi søga har humanisma og krabbagransking verður hildin upp móti karrrári
peningagirnd.
Harvið tó ikki sagt, at filmurin við hesum framúr filmiskt
hugtakandi frásagnarlutum er væl eydnaður.
Hann fer ov lættliga um og verður ov grunnur, vilt tú hava
annað enn tannleyst undirhald akkurát tað tíð, leikurin varir. Og tað er spell,
tí her kundi so nógv meir og betri fingist burturúr.
Vilt tú síggja eina heilt aðra søgu um eina kahútt, ella kupé, so kanst tú púra ókeypis síggja finska filmin Hytti nro 6 (2021) við donskum undirteksti og heitinum, Kupé nummer 6, á Filmstriben, har ein finsk kvinna fer á eina tokferð norðureftir, burtur frá øllum, sum nívir hana í Moskva, heilt til Murmansk. Men so møtir hon einum russiskum námsarbeiðara, sum skal ferðast í sama kliva og sovivogni. Norðurfinska, Rosa Liksom (f.1958), skrivaði søguna í 2011.
Tvær heilt ymiskar søgur, sum ikki eru roadmovies, men tó seta
fólk saman, tá tey ferðast í sama tronga, úr einum staði til annan, hin fyrri
ein yvirstættarkrimi í Noregi, og hendan seinna ein arbeiðararomansa í russiska
kuldanum.
Samanhildnir eru báðir filmarnir áhugaverdir, men skal eg velja annan,
so er tað finska filmin, sum eftir tilverubreytini leiðir okkum til Murmansk.
Góða filmsferð í heystferiuni!
Comments