Skip to main content

Sirið: Tí er tað so fantastiskt at ganga í biograf

Tá stóru norðurlendsku bókmenta- og filmsvirðislønirnar vórðu kunngjørdar í Norðurlandahúsinum um nátturatíð týsdagin, greiddi Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum, frá um, hví hon helt at tað var so fantastiskt at ganga í biograf.

Fyrsta orsøkin var vinnandi filmurin, ”Seinasta paradís á jørð”, og at hon sjálv hevði arbeitt á flakavirki og hevði hitt filmsliðið í Hvalba. Í øðrum lagi greiddi hon frá um virksemið hjá eiðismanninum, Jørgen Olsen, í Vági, tá hann javnt og samt vísti film. Í triðja lagi tók hon støði í tankanum hjá amerikanska ummælaranum, Roger Ebert, um, at filmur, vístur í biografi, er ein empatimaskina. Sirið tók soleiðis saman um felagsbornu biografupplivingina:

- Ein perlulýsing av tí relationella, sum faktiskt vísti júst hvat filmurin kann. Hann gevur okkum vónina og ikki minst relatiónina. Tí er tað so fantastiskt at ganga í biograf. Filmur sum hesin fremur okkara empatisku evni. Tá ið eg sum smágenta fór í biograf hjá Jørgen hvønn leygardag, var tað als ikki í mínum hugaheimi, at vit eina ferð fóru at fáa føroyskan film. Tíbetur hava dreymarnir og førleikarnir hjá tykkum yvirhálað barnssinnið hjá smágentuni í Vági, segði Sirið, sum sæst í myndahorninum omanfyri.

Frá at hava havt fleiri biografar, upp í trettan, har vit gingu oftari í biograf enn skandinavar, men ikki so ofta sum íslendingar, hava vit í dag bara ein biograf, Havnar Bio, sum á handilsligum støði vísir øllum brúkarabólkum nýggjan film hvønn dag.

Hóast mentanarnevndin hjá løgtinginum fyri stuttum valdi at strika orðið biograf úr føroyskum lógarsmíði, heldur enn sjónliga og skilliga at stuðla og framtíðartryggja virksemið, stendur tað úti í altjóða samfelagnum rimmar fast, at biografurin er einasta varðveitingarverda rúm hjá øllum aldursbólkum at síggja og uppliva film í, so sum hanna er ætlaður, saman við øðrum.

Filmsfelagið hevur gjørt mentanarnevndini greitt, hvat felagið heldur um hetta landsmál, og góður dialogur er eisini við mentanarligu fyrisitingina í Tórshavnar kommunu um málið, serlig tí, at seinasti biografur í landinum er júst í Havn, við góðum virksemi, men ikki í egnum hølum.

Á Landsbókasavninum er í hesum døgum framsýning í durinum, sum lýsir mentanararv í 75 ár. Har hefti eg meg við júst Havnar Bio, ið sum sannur íverksetari við egnum prenti upplýsir um tátíðar filmar og virksemi á aktuella filmsøkinum í høvuðsstaðnum, sum sæst omanfyri.


Á søguligu hillunum í durinum á Landsbókasavninum sæst eisini, at í fimtiárunum gjørdi tað einki um filmarnir vóru sjey ára gamlir, so sum dømi við plakatini ”Krígstíðindamaðurin” (Story of G.I. Joe) frá 1945, sum í fýra førum var í uppskoti at fáa Oscarvirðislønina. Eisini síggja vit dvd útgávuna av fyrsta føroyskt framleidda spælifilmi, ”Atlantic Rhapsody”, sum í 1989 varð frumsýndur á altjóða norðurlendskari filmstevnu, sum Filmsfelagið skipaði fyri í Norðurlandahúsinum og Útvarpshøllini. Millum tey 130 útlendsku fakfólkini var fremsti ummælarin, Derek Malcolm, ið skrivaði fyri The Guardian, og bar kærleiksfullu lýsingina hjá Katrini Ottarsdóttir av lívinum í Havn saman filmarnar hjá Woody Allen, tá hann lýsir Manhattan.

Til lukku, Sakaris og Vónbjørt og øll, sum eru knýtt at tykkara virksemi.

Comments