Við støði í handriti hjá Patrik Ehrnst hava leikstjórarnir Rojda Sekersöz og Julia Lindström gjørt seks parta filmsrøðina, Skiftet, um fjúrtan tær fyrstu løgreglukvinnurnar í Svøríki í 1958, sama árið, loyvt varð kvinnum at gerast prestar í svensku kirkjuni. Netflix vísir nú allar seks partarnar, ið eru 40 minuttir hvør.
Altjóðað, er hópin av sjónvarpsrøðum, ið nærum síðan
sjónvarpið kom til og gjørdist húsaltar í stovuni, lýsa løgreglulívið í gaman
og álvara. Nýggjasta røð eg havi varnast fyri tað í mínum optikki avgjørt góða,
er BBC røðin frá 2023 og fram, Blue Lights, ið fer fram í Belfast, sum burdi
verið vinarbýur hjá øllum føroyskum fólki við áhuga fyri tí skisma, sum gníggjandi
tekur seg upp, tá fullveldiskatolikkar og sambandsprotestantar faru upp í hægsta
gir og uttan dialog brúka hvønn møguleika at manifestera seg sjálvan við
fløggum og súmbolum, hvør í sínum býarparti.
Svenska røðin, Skiftet, ið er hin fyrsta søguliga, Netflix
hevur gjørt har í landinum, er púra greitt skorin eftir einum feministiskum leisti,
har tríggjar ungar kvinnur flyta inn í trongu íbúðina hjá jødisku ommu Ingrid (Malin
Persson), og vit hoyra um harðrenda pápa Carin (Josefin Asplund), sum eftir
einum turriklæði at døma er úr Russlandi, og so hin vakra Siv (Agnes Rase), úr
lítla býnum Strängnäs, har mamman uttan at siga frá, hevur teknað hana til eina vakruleikakapping,
sum hon rýmir undan. Siv er sum klipt úr Grease, ið lýsir sama tíðarskeið.
Men tað er ikki um Sandy vit hoyra í byrjanini. Partarnir
byrja við ágangandi nútíðartónleiki, Good Cop, Bad Cop hjá Ice Cube av plátuni Everythang's
Corrupt í 2018, og so hoyra vit eisini punk tónleik.
Røðin fer fram í býarpartinum Klara mitt í Stockholm, um ta
tíðina, býarparturin verður rivin niður og bygdur upp aftur, sum tann miðbýur,
city, vit síggja í dag, vitja vit svenska høvuðsstaðin.
Økið er tað tyngsta í landinum, merkt av markleysum kriminaliteti,
drykkjuskapi, ivasomum biografum, horulevnaði og ólógligum abortklinikkum. Her
skulu ungu løgreglugenturnar halda vakt og ganga á gøtunum saman við einum
løgreglumanni í eina royndartíð. Vælvald klipp geva okkum ábendingar um heimsstøðuna
hetta árið, eins og hársnið, klæði, telefonir, møblar og bilar eru vald av
einslistum.
Vit koma eftir, at rættvísiskumpassin hjá Carin, bæði í starvinum
og í frítíðini, krevur at hon skal bjarga kvinnum, ið eru komnar illa fyri í
stórbýnum, og avdúka ovastan, sum er í sambandi við eina horu. Sannleikin, sum kemur
fram í endanum, er tó ein annar og meira sympatiskur, sum er sjáldsamt í
mannfólkalýsingunum her. Siv er meira miðvís og ambitiøs í starvinum, men
vakurleikin forðar henna at verða tikin í álvara á sjávinistiska
arbeiðsplássinum, har vit fáa spennandi innlit í starvsfelags- og
leiðsluviðurskifti millum menn, ið halda seg hava makt, og káva útyvir hvønn
annan, tá á stendur. Ingrid er skarpskjútti og verður tí drigin inn í ein
fasistiskan, antikommunistiskan white supremacy klubba av løgreglumonnum, sum
jødiska omman tó lærir hana at gera upp við. Traðrirnir ganga aftur til
kríggið, hóast Svøríki var uttanvelta.
Kvinnuleiklutirnir eru sannførandi ymiskir, meðan mannligu
leiklutrinir eru meira eindimensionalir, svín ella neyðardýr.
Til heystfrítíðina viðmæli eg beint fram hesa nýggju søguligu filmsrøð hjá Netflix, Skiftet, sum í seks avmáldum pørtum lýsir fyrstu kvinnur sum løgreglufólk í 1958. Eitt framúr periodu drama um tíðarleys viðurskifti, dynamikkir og eltibløðrur, sum Bernardo Bertolucci lýsti í Il Conformista í 1970, alt samalt á einum arbeiðsplássi. Ein røð, sum eftir øllum at døma fer at halda fram.
Comments