Fremsti íslendski filmsleikari, Ingvar Sigurdsson, er saman við Ole, sum tekur myndirnar, og mær á kaffistovuni Paname á Vaglinum í Havn, at skifta orð um biografar á okkara leiðum.
Hann
hevur verið við í øllum filmunum hjá Hlyni Pálmason, og fjúrtanda januar í
nýggja árinum fer Filmsfelagið at visa hin nýggjasta, Ástin sem eftir er, ið
hevur altjóða heitið The Love that Remains.
Men
Ingvar er í Føroyum, tí hann er við í komandi filminum hjá donsku Tea
Lindeburg, ið verður tikin upp úti í Fugloy undir arbeiðsheitinum, The Seal
Woman, og hevur Kópakonuna sum tema.
Vit fara niðan í einasta biografin í landinum, Havnar Bio, og hitta Svannu, sum bíleggur og avgreiðir allar okkara filmar, og vísir okkum runt í hølunum. Hon greiðir frá um virksemið, at tey hava bomm í leysari vekt, landsins størsta úrval, poppkorn og sodavatn. Samstarvið við Kringvarpið um norðurlendskar barnafilmar við føroyskari talu fyllir 15% av árliga umsetninginum og fer heilt vist at halda fram.
Ingvar nevnir Bió Paradís, einasta arthouse biografin í Íslandi, sum heldur bjóðar biografgangaranum eitt glas av víni, og vit tosa um kafémøguleikar og larmin av poppkorni og pappírsposum við bommi í.
Í upplivingarrúminum, sum biografur er, eiga filmar at verða nýttir í friði og konsentratión. Vit nikka í semju, og Ingvar tosar um hina ídnu Hrönn Sveinsdóttir, sum rekur Bió Paradís, altíð við forvitnisligum tilboðum og tiltøkum, sum gera hølini so attraktiv, at fólk møtast og hava fundir har, hóast tey ikki altíð fara í biograf.
- Alt árið í kring eru filmstevnur,
týskar, pólskar og franskar, har øll vilja verða við og verða sædd og avmyndað
saman við hinum, ið eisini elska film. Á henda hátt kemur biografurin og
filmskráin í eina positiva ringrás, har tað altíð legst afturat, tí fólk vilja
vera við í spennandi tiltøkunum, sum hon ótroyttiliga kunnar um á netinum og
við øllum miðlum. Men tað krevur virkni og nýhugsan at seta hvørja sýning í
rættan karm, og sannføra fólk um at møtast og fagna filmi, heldur enn at sita
heima einsamøll, akkurát sum Filmsfelagið ger, tá tit siga, at filmur er bestur
í felag. Tí soleiðis er tað.
Tað er grundstøði hjá sosiala menniskjanum. Fyrr var tað biografur, nú er tað
ein felagsskapur. Eg hámeti hana fyri tað, sigur Ingvar og mælir til samstarv
við Hrönn, nú bara ein biografur er eftir í Føroyum.
Fyrr
høvdu vit nógvar biografar, men í dag er bara ein. Er biografur eitt víkjandi
ella kanska beinleiðis doyggjandi rúm og virksemi á okkara leiðum?
- Í Íslandi
høvdu vit bestu biografar, men nú eru mest svimjihyljar. Men flottir og góðir
biografar eru eisini, sjálvt á smáum støðum, hóast biografurin sum so altíð eru
í eini avbjóðandi, fyri ikki at siga hóttari, støðu. Men verandi biografar duga
væl at gera sýningar sjónligar og attraktivar til dømis við nøkrum so einfaldum
sum einum sjampanjuglasi. Blockbusters frá Hollywood kunnu fólk síggja heima í
góðum kvaliteti, men vit vilja fá fólk út at dyrka felagskapin, akkurát sum Bió
Paradís stendur fyri, við áhugaverdum fólki, sum møtist har. Ja, tit skuldu fingið
samband við hana.
So eru tað
festivalar. Vit hava tveir, Reykjavík International Film Festival og Stockfish
Film Festival. Tá ber til at konsentrera sýningar og vitjanirnar, og at fáa
sponsorar, flogfeløg og fiskivinnufeløg, sum heima hjá okkum í Íslandi dáma væl
at stuðla mentanini.
Á henda hátt sært
tú eisini fremmandar spennandi filmar og kemur í dómsnevndir, sum í Kosovo,
Prestina, har eg var, og kanst uppliva, hvussu høgt fólk ganga upp í film og
vilja kjakast um film sum list og miðil. Ein onnur spennandi filmstevna
er í Frieslandi í Niðurlondum, The Noordelijk Film Festival í Leeuwarden, har fokus
er á norðurevropeiskan film. Fult av fólki úr økinum, sum er ein sterk kensla, serliga
tá tú hoyrir Q&A, kjak eftir sýningarnar, sum avdúka, hvussu væl vand fólk
eru og á høgum teatralskum og filmiskum støði at tosa um og viðgera film millum
sýningarnar. Tað er hugtakandi, sigur Ingvar og nevnir konstanta áhugan fyri
íslendskum filmi á hesum staði og úti í heimi.
Í París eru eisini gamlir søguligir og vælhildnir biografar
í miðbýnum, tætt við Sorbonne, har tú kanst síggja bøkur og bløð um film, sum
tilsamans ger upplivingina fevnandi og tú kennir teg vælkomnan í biograf. Sovorðin
støð eru verd at vitja og kunna seg um í einum kjaki um biografin sum varðveitingarvert
upplivingarrúm, heldur Ingvar.
Hjá okkum í Havn eru kvinnur munandi størri parturin av biografgangarum, um 75%. Sama er í øðrum londum. Kvinnurnar bera biografmentanina og hava stóran týdning fyri at varðveita hana og skapa nýggjar upplivingar og tænastur, ið aftur mynda skránna.
Vit nevna serlig tiltøk, sum tá vit vístu Leviathan, ein granskandi antropologiskan fiskivinnufilm úr Boston, fyri Føroya Fiskimannafelag. Tað var ein óvæntað filmisk uppliving fyri allar partar við fiskasúpan, skipskeks og slupp øli omaná.
- Samanumtikið er biografurin hóttur, serliga arthouse
biografurin, sum ikki leggur seg eftir Hollywood block busters. Tað krevur
innlit, sambond og virkni at halda gongd í arthouse biografinum, og eisini at
skapa sambond til stórar fyritøkur, sum kunnu hugsast at stuðla biografdriftini
og afturfyri fáa tað vælvild, sum liggur í at fyritøkan sjónliga stuðlar mentan
av hesum slag, og ikki bara ítróttini, sum er so fantastiska sterk og góð,
hondbóltur og fótbóltur, í Føroyum. Men hvar eru føroysku sjónleikararnir og
filmsfólkini? Har eru vit eisini góð og stuðulsverd, sigur Ingvar, sum mikudagin
fer út aftur til Fugloyar.
Takk fyri prátið!






Comments