Skip to main content

Frankenstein: ”Tú gavst mær eitt lív, eg ikki vil liva”

 


Sunnudagssofan kann sum ongan ting brúkast til at hyggja eftir ”Frankenstein” á Netflix í hálvan triðja tíma, er sofan góð, eins og myndin og ljóðið. Tí nýsagda søgan um Frankenstein er borin fram av yvirskoti og eini flóð av filmslist, senugrafi og ljósi. Men hon krevur, at tú tekur notur, at fáa alt við.

Filmurin byrjar við donskum dialogi, uttan undirtekst, norðast í verðini við heimsins enda í 1857. Skipið ”Horisont”, sum skal til Norðpólin, hevur rent seg fast í ísin. Manningin er donsk, Lars Mikkelsen er kapteynur og Nikolaj Lie Kaas yvirstýrmaður.

Longu nú er ljóssetingin so fantastisk, at hon verður høvuðsleikari. Á ísinum sæst ein særdur maður í kyndilsljósi. Nakað stórt og ófrættakent blæsir seg upp á himmalin sum norðurljós, men tað er mannaskapta dýrið, ið stendur móti øllum.

So er ramman sett og søgan byrjar. Ein uppbyggilig og formanandi lærdóms- og lagnusøga um teir villinivegir, sum enska Mary Shelley (1797-1851) sær fyri sær í tí, vit í dag kalla dannilsi, og meksikanski gadget-meistarin Guillermo del Toro (f.1964) ger til 800 millióna film fyri Netflix.

Í linsuni hjá danska fotografinum Dan Laustsen (f.1954) eru nærmyndirnar av Mikkelsen kapteyni longu nú fenomenalar.

”Bring him to me” er fyrsti setningur frá dýrinum, ið dagar á ísinum, har skipið við navninum á havsbrúnni stendur fast. Dýrið (Jacob Elordi) peikar á Victor (Oscar Isaac), pápan og skaparan, við eftirnavninum Frankenstein.

Nú er skipið senan, ein skipspallur í ísi.

”Hvør djevul skapti hann,” spyr skiparin. ”Eg skapti hann, eg Victor Frankenstein, sum fekk navnið frá pápa mínum.” Kontinentalevropeiska ættarsøgan um framburð, tað nýggja og tað gamla, byrjar, nýggj vitan og gomul pátrúgv, sum verður til dystin um tað góða og tað illa í menniskjanum, og í eini broytingartíð at umsita og halda skila á útreiddu avbjóðingunum, sambært Shelley.

Mary Shelley var ellivu dagar gomul, tá hon misti mammuna, og av fýra børnum hjá Mary livdi bara eitt. Givið er, at tað er við støði í lívsøguni hjá Shelley, at ”Frankenstein: or, The Modern Prometheus” verður til í hennara huga í 1818. Ein søga um læring og dannilsi, hildin upp móti bakgrundini, sum, har hon er týðuligast, er dysturin millum faðir og son, og at bera ættarnavnið hjá mektiga faðirinum víðari.

Sum filmurin gongur, tað er sum at blaða í ”Illustrerede klassikere”, er hann í mínum optikki eisini um, at sonurin, vit fylgja í Shelley søguni og del Toro filminum, vil fara so langt sum at spæla Gud og steðga deyðanum við Wien, London og Edinburgh sum frásøgukarmi.

Vit fáa ein samtíðarklassiskan lærdómsfyrilestur um at taka ræðið frá Gudi og konstruera nýggja menniskjað. Stórir tankar, allir tugdir og tanlaðir fyrr, falda seg út í evropeiskum gøtum, strætum og fyrilestrarhølum. Filmiskt eitt avrik av teim sjáldsomu, mettað og illustrativt, har hvør sekvensur er sum eitt málarí, at síggja til gjørt við vitlíki, hóast tað fyri vist verður sagt, at tað ikki er so.

Í filmaðu søguni fær Victor Frankenstein nú atgongd til óavmarkaða fígging, bara hann finnur æviga lívið, tí ríkmaðurin Harlander (Christop Waltz) hevur fingið syfilis og skal doyggja.

At byggja upp eitt markleyst víðsýni, skal eitt torn, ein viti, reisast, at skoða og taka bestikk av heiminum, og hvussu vit skulu fata og handfara hann í forførandi biografrúminum við tátíðar science fiction.

Her liggur afturvendandi styrkin hjá del Toro. At tøla áskoðaran við gadgets.

Victor møtir hini dannaðu Elizabeth (Mia Goth), sum kemur á pallin og sigur, ”At trúgva onkrum, ger tað ikki sætt.”

Við nátturufrøðiligum kynstri og sundurlimaðum kropslutum fáa vit innlit í, hvussu Victor Frankenstein ger eitt dýr, ein deyðan skapning, til livandi menniskja, meðan hugnaklassiskur tónleikur ljóðar afturvið sum var tað middagskonsert í Útvarpinum.

Antennurnar í torninum skulu fanga vísdómskraftina úr rúmdini, og Frankenstein skal stýra henni sum ein gudur. Men dýrið hann hevur skapt, kemur eftir honum.

Ein allegori við og siping til vitlíki í funktión byrjar at daga í mínari fatan av filmaðu søguni, har tillærda vitanin manglar allar royndir hjá menniskjadýrinum.

”Tá eg var komin til enda jarðarinnar var eingin havsbrúgv longur,” er ein setningur eg hefti meg við.

Umframt at ”Frankenstein” í okkara tíð kann sigast at vera ein søga um vitlíki, verður eisini nomið við villa tabula rasa barnið, sum eingin veit hvør eigur og hvar tað kom frá, og sum í gátusøguni um hermannin Kaspar Hauser.

Møtið millum The Beauty, Elizabeth, og The Beast, dýrið, er sannførandi og riggar væl. ”Men hvar er sálin? Eg veit ikki,” sigur Victor um leinkjaða menniskjadýrið í kjallaranum, ið endurtekur tað, ið sagt verður, sum lærutilgongdir, ið er lagdar fastar, sum í dagsins skúla og eftirkanningarskipanum. ”Eg søkti lívið, men skapti deyðan.” So eru vit aftur umborð og dýrið fortelur í nýggjum parti.

Byrsumenn skjóta dýrið, sum hepnast at koma til eitt húski, har hin blindi og gamli sær best. ”Tá varð friður millum meg og verðina.” Fyrsta søgan dýrið lesur, tá hann og hin blindi eru einsamallir á garðinum, er um Adam og Evu, og hvussu alt tað uppbygda kortini fall. ”Paradise Lost” er næsta bókin. ”Men eg kan ikki gloyma tað, eg ikki minnist,” sigur dýrið við hin gamla. ”Men so lærdi eg, at eg var einki, ikki so frætt sum eitt menniskja.” So sær hann, dýrið, navnið á skapandi faðirinum, og hvar hann býr og uppsøkir hann til a final countdown. Paralellsøgur taka seg upp í dialogi millum blinda mannin og dýrið, sum í Goodbye Mr Chance um urtagarðsmannin, ið ikki dugir at lesa, men verður ráðgevi forsetans. ”Tú mást gera mær ein at fylgjast við.”  ”Tú ert sjálvur dýrið, alt kom frá tær,” sigur ungi William Frankenstein við gamla Victor.

Ein uppbyggilig langsøga um lagnu og dannilsi nærkast endanum og dýrið sigur: ”Tú gavst mær eitt lív eg ikki vil liva.”

Men dýrið, hann hevur sett í verðina, doyr ongantíð. ”Fyrigev mær mín sonur.” Nú kunnu báðir verða menniskju. Tað er ein bibilskur skaldskapur í søguni, sum byggir á Shelley, men alla tíðina nemur við horror og vampýrar sum sjangru. Filmiska handritið skrivaði del Toro sjálvur.

So loysnar skipið úr ísinum.

Ein spennandi filmur at síggja, meðan tú hevur heftið at skriva í við hondina. Hann er so kompleksur, filmurin um ”Frankenstein,” at tú skalt hava bæði hug og stundir at taka notur meðan tú hyggur. Tað er ein treyt, at fáa nakað burturúr drúgva filminum, hugsi eg.

Comments