Skip to main content

Havnará er nýggja upplivingarrúmið

Gallarí Havnará, niðasta hædd í Tórs Kafeteria, har Bibi hevði atelier aftanfyri hjá Bambus, út móti Havnará, har Sjúrður hjá Tróndi hevur fingið ljós í áarmyrkrinum á Glitraheiði, her dagar ein nýggj paradís-oasa, ljóst innbjóðandi fyri okkum býar-bohémar. Innkomin, er karmurin ein betongkjallari, ið ráur rópar underground, sum í industriellum Berlinumhvørvi. Í listarligum samanspæli nemur tað óstortliga tilfarið við varisligu listarligu verkini, ið sumstaðni eksplodera framman fyri tær, og tvinnast saman við ljóðmyndini, sleppur henni og tekur hana aftur, uttan at larma, tí ein elegantur dj málar loftrúmið. Við langa breiðdiskin skapast ein stórbýarkensla, sum eg ikki havi varnast í býnum áður. At verða bekreftaður sum eitt stórbýramenniskja, tað er ikki á hvørjum degi, at tann kenslan kemur á meg, uttan at verða flogin langt burtur. Stórbýarkenslan er ítøkilig, hurðin er opin, fult av folk er her, tí nú hava Maibritt Marjunardóttir og Fríða Berg framsýningina “Jarðar” við 29 verkum.

Beinir Bergsson setur framsýningina við eini matsjandi og fínt taktilari yrking um húð, fyrst og fremst húð, men eisini hár og nærleika, ið tilsamans flytir rúmið og fólkið í eitt stillført undrunarsemi, hálvavegna transu, sum mær dámar, nú framsýningin skal lata upp.

Allir sansir eru fyltir og tendraðir, tá Eivör, í innasta stórrúminum, tekur gittarin, setir pluggið í og syngur tríggjar sangir. Sterka og klára røddin, sum tá eg hoyrdi hana í Manchester við orkestri, og hon fylti alt rúmið. Sama ger hon her í lága intimrúminum við Havnará.

Jóhanna Andreasen tekur saman um við praktiskum upplýsingum, Helgi í Gong heldur fram at diska í hinum endanum á rúminum, og innanfyri diskin, sum Tummas Justinussen akkurát hevur smíðað, fái eg eyga á Jón Sonna Jensen, ið er tigandi kurator og mastermind aftanfyri uppsetingina.

Sjáldsamt, sum hetta er ein mettað uppliving av ein stórbýarrúmi, frá úthurðini, upp trappurnar, gjøgnum langa uppihaldsrúmið og inn í ævintýrarúmið, sum við heitinum Anhedonia fyllir innasta upplivingarførið.

- “Jarðar” refererar til tað landslagsliga, tað menniskjansliga og tilfarið hjá Maibritt, og so sangin Jarðartrá hjá Eivør, sum vit eisini blivu inspireraðar av. Nógv verk, men Jón Sonni hevur skapt ta neyðugu luftina um verkini inni í rúminum. Tekstil hjá Maibritt og akvarell og akryl á træ, krossvið, hjá Fríðu. Tað var hon, sum bjóðaði mær við til framsýningina, sigur Maibritt. Haldi hon hevði rætt, tí eg fann útav, at listin tosar saman. Jarðar er felags heitið, so verkini tosa væl saman. Tað tunga og monokroma og í hinum borðinum nógvir bjartir litir, tvey ymisk úttrykk, alt eftir lagnum ein er í. Myndirnar flyta seg saman, trídimensionellu snúningarnir hjá Maibritt. Keldur eru tónleikur, hvør sítt verk hevur eitt tónleikabrot sum støði, endurtøkurnar hjá Kusama er eisini ein inspiratión. Fríða nevnir teknikk og prosess og japanska universið sum inspiratiónskelda, bæði pappír og tilgongdir. Vit hava sjálvar valt verkini, Jón Sonni hevur so haft fríar teymar at skipa, kuratera, framsýningina. Tá hava vit start okkum blindar, so Jón Sonni er tann, ið finnur reyða tráðin. Fríða, sum er arkitektur og arbeiðir hjá Osbjørn í Gøtu, dámar hølini við Havnará, serliga fremra, høga hølið. Maibritt arbeiðir m.a. saman við Eivör um klæði. Hetta er fyrstu ferð hon sýnir meir enn eitt verk fram. Umframt vanliga myndlist, síggja vit innstallatiónslist, ymiskt tilfar, sum kann vera gomul vhs bond í eini óendaligari rúgvu drigin uppá tráð, hongd upp og sleipa inn í innasta rúmið, og so ull og timbur.

Skráin sigur, at “Jarðar” opererar í tí óbevísta, ímillum veruleika og fantasi.

- Ein sporing, har lutir vera upplivdir simultant. Ein kann lesa verkini sum eitt landslag, har upplivingar og minni renna saman. Arbeitt verður við at skapa tað mótsætta av separatión í verkunum. Ein roynd at skapa ein samanhang, ið bert kann útlivast í kraft av sjálvum arbeiðinum.

Hesin næstseinasti setningur smakkar so væl, at eg má dvølja við hann eina løtu og taka hann uppaftur:

- Arbeitt verur við at skapa tað mótsætta av separatión í verkunum.

Maibritt Marjunardóttir (f. 1988) er listafólk og sniðgevi, útbúgvin Bachelor of Arts innan tekstildesign á Designskolen Kolding og cand.design frá Det Kongelige Akademi í Keypmannahavn.

Tekstilir flyta seg gjøgnum hendur, gjøgnum ymisk lív og støð, og onkuntíð gjøgnum ættarlið. Tey fløkjast inn í okkara tilveru og bera okkara lagnur við sær. Tey bera alt tað, sum er ósjónligt, spor av hondunum, ið hava virkað tey, luktin frá staðnum, har tey hava verið, og søgurnar, ið eru sagdar, har tey hava ligið.

Tá ein lutur gerst berari av tíð, og við hesum av fysiskum, materialiseraðum ella ítøkiligum frásagnum, verður hann løddur við kensluligum og taktilum virði, sum ger hann til meira enn bara ein lut. Á ein hátt verður luturin umskapaður til eitt hylki, ið kann flyta teg aftur til goymdar, og møguliga gloymdar, kenslur og likamlig minni.

Maibritt arbeiðir við søgusigan gjøgnum materialitet. Við siðbundnari hondbinding og øðrum iterativum arbeiðsháttum gevur hon søgunum skap við einum monokromum, døkkum og ofta daprum bragdi.

Fríða Berg (f. 1984) er útbúgvin møbelsnikkari og arkitekt á Det kongelige Akademi í Keypmannahavn. Hon sigur, at verkini byggja á áhugan fyri materialiteti og samanspæli millum náttúru og tað menniskjasliga skapta. Tað er ein kanning av, hvussu tað abstrakta og tað handaliga kunnu liva samstundis.

Litur og flatur, pappír og træ, yvirflata og dýpd - tað kann skiljast sum ein avlesing - har jarðbundin landsløg og onkuntíð tað menniskjaskapta og mekaniska renna saman.

Ein sporing, har lutir vera upplivdir simultant, og har upplivingin ger eitt felags grundarlag millum tað kensluliga og tað evnisliga.

Tankar um tilfar, taktilitet og samanseting ganga aftur í hennara arbeiði sum arkitektur, har hendingar og evnisligar upplivingar ofta gerast grundarlag fyri djúpari eygleiðing.

Comments