The beast in Me er jólagávan í ár frá størsta
filmsframleiðara, ið flestu sjónvarpshyggjarar hava atgongd til í dag. Hon
kemur í átta pørtum, stroymda jólagávan, sum aktualiserar hugtakið binge, ikki
at kunna halda sær, men hyggja eftir øllum pørtunum til liðugt er. Sum ein
stórur pakki av jólabommum, ið freistandi verður settur á borðið.
Vit eru á Oyster Bay leiðini á Long Island, saman við New
Yorkstjørnuni, Claire Danes, vit kenna frá Homeland. Nú er hon rithøvundi,
Aggie Wiggs, og leiðir okkum inn um at síggja stóru húsini, sum eru fallin í órøkt,
tí alt steðgaði upp, tá átta ára gamli sonurin doyði í bilvanlukku, har hon
sjálv koyrdi, og konan, Shelley, flutti. Hann, ið rendi á tey, og elvdi til
deyðan, er ein ungur maður í bygdini, sum hon javnan møtir.
Tá nýggjur granni flytir inn í stóru grannahúsini, walisiski
Matthew Rhys, ið er byggimatadorurin Nile Jarvis, tørna tey saman sum avgjørdir
mótsetningar. Hann hevur stórar svartar hundar, rottweiler, meðan hon hevur ein
lítlan hvítan auggie. Jarvis er av ein tiltiknari mafialíknandi slekt - har
alfaðirin er hin skurvuti Jonathan Banks, vit kenna frá Breaking Bad og Better Call
Saul - ið hevur ríkað seg upp av at byggja íbúðir. Nú vil hann hava samtykki
til eina rennigøtu í skógini, sum innisæla Aggie ikki vil hoyra talan um. Hon
avvísir hann í einum og øllum.
Tá nýggi grannin fregnast um høvundavirksemið og kemur eftir,
at tað gongur einki við skrivingini, sær Aggie ein møguleika at skriva hansara
søgu, tí FBI er eftir honum fyri at hava dripið fyrru konuna, sum enn ikki er funnin.
Dagin eftir er ungi maðurin, ið koyrdi á Aggie og sonin,
horvin.
So er nýggja røðin hjá Netflix byrja. Í kjarnuni ein aktuell
søga um húsaneyð og at geva fátøkum í stórbýnum nakað at búgva í fyri ein
liviligan penga, akkurát sum nývaldi borgarstjórin í New York, Zohran Mamdani,
heldur uppá og hevur sum vallyfti, og í filminum verður gjørdur til kubansku
kollveltingarstjørnuna, Olivia Benitez, leikt av Aleyse Shannon. Men eisini um
hevnd, sum hugsað og útint fyribrigdi.
Tilsipingarnar eru nógvar, sterkastar í grannauppgerðini
millum Danes og Rhys. Síðan Homeland er hon mest eyðkenda andlit at útrykkja desperation
og iva, men eisini stálsettan vilja bara við einum varisligum skifti í andlitsbránum,
at gera just tað vit vænta. Og nú hon hevur byrgt seg inni í húsunum og ikki vil
vita av nøkrum stórvegis sambandi við umheimin, bjóðar nýggi ríkmannagrannin
henni av í einum og øllum.
Hon verður hugtikin av honum og sær fyri sær spíran til eina
nýggja krimisøgu, ið skal avdúka, um hann myrdi fyrru konuna ella ikki, reinsa
ríkmannin, sum hevur so ringt orð á sær.
Einfalda byrjanin byrgir seg klaustrofobiskt inni og faldar seg aftur út í eitt víðsýni, so vit aldri vita, hvør er svíkurin ella hin trúfasti, og hvørji ørindi viðkomandi skal hava, tá greiddleiki væntast at fáa á gongdini. Hetta er ikki ein lættkeyptur standard krimi. Tú fært gullkorn í dialoginum, sitat frá Emily Dickinson, og so eru smáar subtilar musikalskar tilsipingar sum Let ‘em in hjá Paul MaCcartney og Death of a Clown hjá Kinks í endanum. Jólagávan frá Netflix, The Beast in Me, er so góð at seta tennirnar í fyri jól, at hon fær besta viðmæli higanifrá.

Comments