Tá sett verður á eini gomul hús, vella kenslurnar fram hjá fólki, ið ganga fram við, og alt teirra lív hava vant seg við tað lívliga virksemi, sum fyrr var í gøtuni við Kongabommum, súltutoyi og Per ísum í grønum og gráum súllpappíri, og ikki varnast, at tað virksemið langt síðani er hildið uppat, og nú bara sæst á varðveitandi fotovegginum niðri á Kafé Kaspar.
Her uppi er tað bara Kissa, ið eigur seg sjálvt, húsið, og handilin. Kulissan Kondittaríið, sum stendur tóm uppi á horninum yvir av Ebenezer, ið kundi verið opera, eigur Kommunan eins og hitt virkna Meiaríið longur niðri. Kanska kundi Tjóðpallurin verður bygdur við tveimum matsjandi hæddum omaná Meiaríið, hugsi eg niðri í lagdini í Frantsabrekkuni, har tað í ovara borði er eitt monstrum av einum kassa, har bestu køkur í verðini fyrr vórðu seldar í teim flottast kringumstøðum við keramiskum flísafronti, har tríggir kondittarar vóri innanfyri, minst ein útlærdur á La Glace. Og á jólum vórðu dunnur og gæs stoktar til viðskiftafólk í ovnunum hjá Frants. Á denn miðbýarangi.
Seinni málaðu bestu málarar har,
høvdu ateliér, og so gjørdi Rólant bestu samrøðu nakrantíð við ein heimleysan í
hesum nútíðar býarrúmum, har heimleys brutu seg inn. Í niðara borði er í dag
eitt dunkandi diskotek, har Ebba fyrr seldi klæði og garn, SHJ Pioneer
steroanlegg og Mouldi lærdi okkum at eta úti, enskan búff við fronskum víni.
Pengamenn
eiga húsini í dag. Ikki er
tað tí, at tey sleppa at forfalla.
Tá kann verða
svárt at síggja bygningar, hvussu ljótir og ótíðarhóskandi teir eru, bara falla
fyri grevinum á eini gulari gummiged.
Men ikki kemst
uttanum, at hesin absolutti miðbýurin í høvuðsstaðnum, veruliga og objektivt
betraktað er forfallin, og tað nærmasta eg havi sæð Havnina blíva til loddrættan
slumm, so stóran slumm, at tú kanst stinga fingurin í fasaduplátur og hann fer
beint ígjøgnum.
Uppi í Klubbagarðinum er nógv ljótari. Hóast hann er nærri Vaglinum og beint yvir av parlamentinum,
er hann ikki so mitt fyri í fysiska miðbýnum sum Sverrisgøta er, tá tú ert til
gongu og ætlar at krossa Mentanargøtuna og ganga niðan Handilsgøtuna. Í dag tveir
innantómir kommunuflosklar, Mentanargøta og Handilsgøta.
Herfyri vóru ætlanir
um at rudda júst henda part av miðbýnum, eg gangi ígjøgnum, og byggja høgt við
leiguvinningi úr proletarlummum í einum tilafturskomnum íbúðarbýi fyri eyga.
Vóru vit ein donsk
kommuna, tað verða vit helst skjótt, so hevði eg valt Pelle Dragsted, tí hann
vil ganga á odda fyri at gera íbúðir til fólk, at búgva í, og ikki til spekulantar,
at seta pengar í. Tað ger hann við býnum Wien sum dømi.
Men vit búgva í Havn
og tað er her, tað er press á, tí kommunan hevur forsømt íbúðartørvin í áratíggju,
tí húsini skulu eitast at vera eitt persónligt mál, og landspolitikarar, kanska
bara ein, hava noytt sosiala átakið Bústaðir, sum tað fyrsta at skapa inntøkur,
saman við snúsi og brennivíni, ið altíð raka arbeiðaran, og annars at byggja
har, eingin vil búgva. Tað
er so tollfrítt og gevur pláss til kapitalistisk vinfólk av framtaksfýsna entreprenørslagnum.
Ímeðan avtoftast miðbýurin í Havn, tí skilligt er, at grannar mótmæla, tá
kapitalisman so skilliga fer at vísa tenn, at gøtan verður løgd í skugga. Men ímeðan hendir einki. Alt steðgar upp
og forfellir, sum skilliga sæst, gongur tú ein túr í absoluttu miðjuni í
miðbýnum í Havn.
Myndir: Ólavur Frederiksen fyri VP í dag




Comments