At sleppa tvey og tjúgu ára gamal at skriva handrit til ein jólafilm við fremstu filmstjørnum er sjáldsamt, men kann so víst og sætt síggjast og upplivast á Netflix hesi jólini.
Mamman hevur tikið um endan, leikstjórnað fyri fyrstu ferð,
og framleitt. Ein jólaleikur, sum hóast hann nemur við tað sentimentala, er ein
av teim bestu í okkara tíð, tí mest sum allir nýggir jólafilmar, ið almennu rásirnar
hava sjáldsama góðan hug at visa upp í saman, eru tað bera glimmur og fjant, eindimensjonellir
og uttan dýpd, ja teir tykjasta hava sett sær fyri, at halda í hevd tann æviga sannleika,
at vit skulu heilt aftur til Dickens at hoyra og síggja ektað jólaævintýr.
Hesin filmurin prógvar undantakið. Haldi eg. Ein jólafilmur
við innihaldi og viðkomandi ivamálum alt til røttu við.
Heitið er “Goodbye June”, ið er Helen Mirren, krabbameinssjúka
mamman at fýra, ið liggur til tað síðsta. Timothy Spall er maðurin, Bernie, ið
er aftastur í øllum, men í seinasta parti briliérar sum ein annar Ray Charles í
sangi til konuna. Hetta við sangarum er áhugavert, tí av sjúkrasongini fær June
trongd at siga, at henni dámar hvørki Sinatra ella Dylan. Bernie minnir um pápan
í søguni hjá Bjarne B. Reuter “Når snerlen blomstrer”, har pápaleikluturin er
avmarkaður til at dippa smákøkur í tekrússið og hyggja niður meðan tær blotna. Tað
er sjónarválurin. Menn liva ofta eina karga søgu.
Tað eru kvinnurnar, tær tríggjar systrarnar, ið eru dramaturgisku avbjóðingarnar, ið verða snaraðar og loystar við bravour. Serliga tær báðar Andrea Riseborough sum hin økologiskt rætthugsandi Molly, ið stríðst við alt og øll - og tá hon hevur hevur stríðshugaðu stokkarnar frammi má eg flenna - og so Kate Winslet, leikstjórin, sum eisini er múgvandi Julia, og so alternativi healing hippiarin, Toni Colette, ið er Helen og arbeiður við alternartivum lívsformum og kraftfeltum í Týsklandi - og, hóast tilkomin, nú er við barn. Yngstur er sonurin, Connor, leiktur av Johnny Flynn, ið skarar framúr sum ógreiddur og órakaður drongur, kanska maður, heima hjá mammu, sum nú er farin á sjúkrahús. Gott dømi um vandabólkin NEET, ið stendur fyri ung, sum eru Not in Education, Employment, or Training. Tey møta mannliga sjúkrarøktrafrøðinginum, Angel (Fisayo Akinade), ið verður fylgisveinur hjá familjuni gjøgnum filmin. Hann og Connor tosa í gul-myrka kapellinum, og til endaliga jóladøgurðan situr hann við liðina á Connor, ið eg velji at skilja sum outlet og alter ego hjá handritahøvundanum, Joe Anders. June dámar einki sum er gult, serliga ikki klæðini hjá Helen. Seinni síggja vit rullandi ruskspannirnar á hospitalsgongini, sum týðuliga hava ein gulan lit.
Tá tú ert sonur tveir Oscarvinnarar, Kate Winslet fyri “The Reader”
í 2009, ið eg havi beundrað síðan ”Ammonite”, Winslet altso, og Sam Mendes, sum
í 2000 fekk Oscarvirðislønina fyri “American beauty”, og seinni hevur lyft
James Bond upp í hægri hæddir í “SkyFall” og skapt poetiska biografklassikarin,
“Empire of light”, tá giti eg at tað man liggja í luftini, at tú skalt hava
nógvar søgubóltar í umfari og verða representativur, borgarliga eins og
listarliga, fert tú at arbeiða við filmi. Hóast avlukkað, mest sum afturlatið,
familjudrama á sjúkrahúsi, ið endar sum krubbuspæl við sjónleiki á jólum, so
eydnast flestu bóltar í spælinum serstakliga væl.
Ein góður jólafilmur við sjáldsama drúgvum eftirsmakki, væl vigaður millum tað sentimentala og ótilgjørda á einum sjúkrahúsi í dagsins bretska samfelag, ið ikki er so langt frá okkum. Poetiskur filmur, ið verður viðmældur.




Comments