Skip to main content

Ummæli: Framtíðin er í góðum røddum

 

Bjarki, Emma, Anna Lovisa, Filip, Jóhanna og Sophilia gera klárt at fara á pallin í Hoydølum

Sjónvarsendingin, sum hevur heitið Hoydalar, er hin fyrsta av fimm, og varir knappan tíma komandi hóskvøldini. Logo er teknað soleiðis, at stavurin O er blivin ein grammofonpláta.

Hoydalar byrjar í Kringvarpsstíli við eini hástemtari mansrødd, sum sjálvspeiandi kunngerð teir dýrgripir og sangskattir, ið her hava savnast og ment seg. 

Beint sum eg undrist yvir tað pátikna patetiska í røddini, verður klipt til ein torpederandi og dekonstruerandi snúningssetning um, at nú er langt síðan síðsta pisan er floygd, og at alt ov leingi hevur verið kvirt. 

Eg gerist paff av hesum perfekt taimaða inngangi, ið lyftir seg sum ravnurin hjá Martini úr tú sjálvsagda skúlanum, sum einaferð var. Haldi, Thomas Koba eigur hana, góðu, sum í perfetto, inngangsrøddina.

Og so er eitt transistorradio sambingarliðið, og vit eru on. Sum í on air.

Seks ung fólk eru vald út, ikki bara at syngja, men persónliga at tulka sangir hjá fimm føroyskum plátuskøldum, sum hava skrivað seg í føroysku sang- og søgubøkurnar. 

Tey seks, ið skulu syngja hesi fimm hóskvøldini, eru Bjarki Virgarsson Trondesen, 13 ár úr Vestmanna men býr í Havn, Emma Højgaard, 17 ár úr Havn, men býr í Danmark, Filip á Smið, 19 ár úr Kaldbak, Anna Lovisa Mýri, 20 ár úr Klaksvík, Jóhanna Sámalsdóttir, 18 ár av Toftum og Sophilia Wraae Mukisa, 18 ár, sum býr í Havn.

Í kvøld var tað Martin Joensen, sum kom inn av gøtuni gjøgnum síðuhurðina, so perspektivið av klassisku auluni verður forskotið og funktionelt nýtulkað. Strategiskt væl hugsað til film. 

Í gongini standa barndómsmyndir av teim fimm, sum verða nýtulkað við sangum í Hoydølum, tvær kvinnur og tveir menn. Tey verða kunngjørd so hvørt.

Greiddleikin er sjónliga settur upp á fotohillina, nú vit byrja uppá fyrstu sendingina.

Orkestrið, ið hevur undir- og fylgispælið á skúlapallinum er Kim Hansen, keyboard, Jóhannus á Rógvu, bass, Vár Miðberg, trummur og Pauli Reinert Poulsen, guitar. 

Væl samanspæld. 

Vár og Pauli eru nýggj fyri mær. So framúr multitalent bæði, hon á alt trummuregistarið og hann á eina røð av gittarum, gittarstílum og traditiónum, versatile bæði. Kanska er tað ynskið um at hoyra nakað nýtt, sum í teirra favør fangar meg. 

Fyribrigdið tað nýggja og kravið um, at alt skal verða nýtt, sum enski journalisturin Christopher Booker skapti í trýssunum í bókini The Neophiliacs. Um ung, sum tá vuksu upp við The Beatles og støðugt nýggjum impulsum og krøvum úr nýggja almenna rúminum. Nú skuldi alt verða nýtt. Vit fáa eina forbrúkarismu, sum gongur hond í hond við maniska kravið um nýggjheit. Í hesum broytingartíðum skal alt verða nýtt og tað gamla koyrast vekk.

Ímeðan gongur tíðin og gamla nýggjheitskravið broytist. 

Eg merki, at tankin um bygnaðin í hesi sending, hevur eydnast at knýta ein virðiliga innbjóðandi tanka Across the Universe at binda universini saman, tað gamla og tað nýggja, við dagsins skúla og samkomun í millum, meðan spenningurin darrar í luftini: Eru tey leveringsdigtig, sum var lyklaorðið hjá gamla programmleiðaranum, eg lærdi mest av, Jógvani Arge.  

Tónleikaframleiðarar í Hoydølum eru Hans Poulsen og Benjamin Djurhuus.

Á klapptrænum stendur Tónleikaskúlin og evnið er Martin í fyrstu sending, sum verður tikin upp 28.08.25.

Kendi filmsframleiðarin, Per Zacharissen, eigur hugskotið til portrettið av spírunum úr Hoydølum, sum minnir um donsk format, vit kenna sum X Factor, men eisini samrøðuformin í Toppen af Poppen, har sangir verða nýtulkaðir frammanfyri upphavsfólkunum. 

Dóttirin, Maria Winther Olsen, ið er nýútbúgvin leikstjóri við heimildarfilmi sum sergrein, vann Geytan í fjør, og aftur er í uppskoti at vinna Geytan í ár við filminum Vælkomin heim, er eisini við í oddinum í stóru framleiðsluni. 

Saman við teimum báðum er hópin av Kringvarpsfólki, fyrst og fremst Finnur Koba, ið hevur ein leiðandi leiklut í framleiðsluni, og hevur boðið mær at fylgja við í gongdini, mest sum ein heilan dag í august, meðan henda fyrsta sending, sum varð send í kvøld, bleiv til í auluni uppi í Hoydølum.

Í Hoydalsljósinum kemur klassiska skúlarúmið, gólvið, loftið, myndaprýðið og monumentalu ph-lampurnar, veruliga til sín rætt, í hvussu er í hesum væltilrættislagda miðlaføri, og skapar eitt fjálgt ljós og mjúkt skyn, hvussu tú so snarar myndatólunum og fokuserar á sangnæmingarnar, tá tey seks sita við skúlaborðini, og dagsins skald kemur inn gjøgnum síðuhurðina, ið er enn ein vælvaldur, líkatil og ikki so hábarsligur innfalsvinkul. 

Lagaligt, opið og í góðari eygnahædd. 

Tú verður kýndur og ikki álopin við skjóttkliptum punk í hesi familjuvinarligu sending við syngjandi ungdómi í miðdepilinum.

Tey seks møta orkesturleiðaranum Kim, sum greiðir frá og fær tey at velja eitt tal. 

Nú er greitt, at Martin Joensen er dagsins plátuskald og vit fáa leksikala poppvitan og persónlig orð frá honum eisini. 

So koma tey seks inn, seta seg við skúlaborðini og fáa raðfylgjuna. 

Tað er sum sjálvsagdi logikkurin hongur undir loftinum her uppi í auluni í lærdu Hoydølum. 

Frálíkt. 

Martin sigur, at tað ver herinni, hann fyrstu ferð spældi á palli, eisini í bólki. Nú er eisini interpersonellur samanhangur í luftini.

Bjarki, sum gongur í áttanda, er fyrstur, fortelur um familju, heilsar uppá orkestrið og tulkar «Spor í sandi». 

So byrjar sjovið. 

Hans Poulsen, sum situr við mína eygleiðandi lið, kemur afturat Kim og eitt skjóttklipt talvuintro er í sekvensinum við Bjarka, ið verður endurtikið fimm ferðir fyri hvønn sangara og sangarinnu. 

Riggar væl og spidar ferðina í filminum upp. 

Eftir sangin tekur Martin samanum og metir vælnøgdur um framførsluna. 

Teir báðir tosa um Vestmanna, sum er ein gáva til sendingina, so góður og beint fram er dialogurin. Nærvera er lyklaorðið. 

So kemur Emma Marcher Højgaard, ið hevur gingið á NámX í Eysturskúlanum, men nú býr niðri og gongur í student, inn. 

Hon hevur fingið sangin «Morgun» at tulka og verður einu løtuna rørd til tár. Aftur ultimativ nærvera. Framúr filmarbeiði.

Tá eg keði meg, spæli eg gittar, sigur hon. 

Eg verið bilsin, sum í stoned, tá eg hoyri hennara ræddarligu fraseringar á stóra skíggjanum beint frammanfyri mær, har hon í framburi flytir meg beint til kvinnuligu høvuðsleikararnar í vakurt litsettu klassikarunum hjá Hitchchock við fuglum og skúla í fimmtiárunum. 

Her er kínt so mikið fyri hvørjum filmiskum smáluti, at eg má skifta orð við Emmu í gongini eftir framførsluna. 

Spyrji, hvat hon lurtar eftir, og um hon kennir Neil Diamond, tá hann heilsar Tammy Wynette við orðunum 'funny how you can sing with that cry in your voice' í Song Song Blue, og um hon kennir Patsy Cline, sum báðar leggja kenslurnar á blik, tá tær sum kvinnukrúnarar krossa markið millum jazz og country og fáa røddina at brotna í tilgjørdum gráti. 

Nei, sigur hon, men beint tá gongur Jóhanna framvið og kennir alt, ella í hvussu er nógv, til at klikkja við røddini og fáa hana skvisaða, næstan at brotna, bara fyri kensluborna úttrykkið, og letur meg frítt hoyra teknikkin. 

Bergtikin av førleikanum hjá ungu spírunum í Hoydølum, at tulka tað kenda, júst teirra egnu vegir. 

Triði á pall er Filip á Smið, sum hevur gingið á tónleikabreytini á NámX í Eysturskúlanum, og nú gongur triðja árið á Glasi - og er nógv í Bowlinghøllini. 

Góðar reportasjukendar heimamyndir, eins og í hinum førunum, og so er hann ein framúr performari á palli við gittara um akslarnar, sum skræddarseymaður at syngja og føra okkum aftur til «Trýssini» við Shadows uppá ein nýggjan og annarleiðis máta enn hevdvunna Vestmannamátan. 

Tí, afturvið hesum sangi varnist eg enn ein næming frá NámX, trummusláaran Vár Miðberg, ið elur fram eina egna rumble og sjamanistiskt fríttlivandi frumskógarrútmu, sum fer upp og niður í tempo, men alla tíðina er ein dukandi Pocahontas ljóðmynd, sum fær allan salin at svinga sum eitt veggjateppi av ljóði. Toppkarakter til musikalsku framdriftina.

Anna Lovisa Mýri er nú á pallinum við «Gestur», sum hon vil hava markant øðrvísi, og sleppa úr hennara egna comfort zone, sum hon sigur. 

Úrslitið er ein jazzy groovy versión, ið fær meg at hugsa um mína fyrstu fløgu, sum var við Anitu Baker, eitt serstakliga búgvið jazzklubba samanspæl seint á kvøldi, mest sum afterbeat. 

Eftir sangin er prát millum hana og Martin um, hvør gesturin er, ítøkiliga og í fluttari merking. 

Hóast nakað nógv verður dvølt við sjúku, er prátið, sum eisini nemur við tað andaliga, inniligt og málrættað, sum í nærveru.

Her eru vit týðuliga í religiøsum tulkingarfelagsskapi, sum gevur ungum tónleiki nógva, kanska mestu, kraft í Føroyum í dag.

Anna Lovisa hevur gingið á miðnámi í Kambsdali og lesur nú búskaparfrøði á Setrinum. Hon sang við í konsertini Jól við Løkin.

Jóhanna Sámalsdóttir tulkar «Ró» við eini veldigari rødd, sum intens fer út í hvønn krók við týðuligum framburi, reint og fevnandi. 

Hon gongur á Mumi, musikkskúlamiðnám, og í samkomuni Tabor á Toftum, og eg noteri mær Enya og Sinéad O'Connor í arkið. Eina løtan við vinkonuni í bilinum, kundi verið ein referansa til Toftafilmin Skál.

Í prátinum sigur Martin, at her møtti røddin sanginum. 

Og vit fáa upprunan til sangin, sum vann í eini Útvarpskapping. Úrslitið varð kunngjørt her inni, undirstrikar Martin, og vit fáa aftur vitbornu fatanina av hesum frágerða vakra rúmi uppi í Hoydølum, sum hevur ligið deytt, men sum alt nú snarar um.

Síðst er Sophilia Wraae Mukisa, ið hevur sterkasta visuella úttrykkið, tað verið seg í sangi, dansi og klæðum. 

Hon hevur sungið solo í Jól við Løkin, og lýsir seg sum ekstroverta, tosar og syngur hart, fyllir rúmið, og so er pápin í Svøríki. 

Vælvalt, hevur hon fingið motoriska rørslusangin úr Vestmanna «Motormani». 

Stuttligur sangur, so eg skal eisini verða tað, sigur hon sjáldsama miðvís. 

Kemur inn í rúmið aftanífrá, tað vil siga gjøgnum høvuðsdyrnar, hóast Martin hevur definerað inngangsdyrnar at vera í hinum endanum, men tað riggar framúr, skapar lív og eitt egið sjov. 

Hon veit hvar kamera er, spælir við okkum, ikki minst gittarsoloini aftanfyri Paula, sum faldar seg út sum eitt multiplum av Robert Cray. 

Martin sigur hugkveiktur, at hatta koyrdi bara. Tú koyrdi tað heim. 

Gott prát um at skriva sangir og ongantíð at gevast. 

Trúgv uppá teg sjálva, eru góðu útgangsorðini. 

Ein miðvís framleiðsla, løgd inn í lærdómstemplið, sum so leingi hevur ligið deytt, er komin at enda, og hevur megnað at sýna fram tað lív, sum ikki bara formellur skúli, men eisini samkomur hava megnað at blása lív í.

Seks fotografar eru á settinum. Elin, Eyðun, Hans Petur, Jakob, Jónfinn og Símun.

Samanumtikið vil eg siga at formatið er gott og vælskipað og til hesa fyrstu sending treyt ikki við innihaldi og marknaðarføring av Føroya heitasta rúmi til sangsjov av hesum slag, aulan í Hoydølum.

Hetta var ein óvæntað rundferð í føroyska sangskattinum við persónligum søgum, góðari tøkni, livandi kamera, heitari ljósseting og hárfínum fokus. 

Tempo er róligt, ógvuliga róligt, og vit fáa nærverandi tónleikasøgu um Beatles og Vestmenn afturvið. 

Tað abstrakta verður ítøkiligt og útloysir kenslur, sum fara undir húðina.

Til endans velur Martin yndisversjónina, sum er Bjarki, vit kenna úr Likkudali, ið syngur «Spor í sandi». 

Sjálvandi er ymiskt hvussu ein fatar og hoyrir sang. Alt velst um resonans og hvat tú regarerar uppá, hvørjum tú ert opin fyri tí, kanska byggir tað á eina kognitiva fatanartilgongd, og í botn og grund hvønn habitus, andaligan ryggsekk og førning, tú hevur, sum franski sosiologurin, Pierre Bourdieu, so vísiliga og stuttliga segði. 

Og tá alt kemur til alt er hetta ikki ein kapping við vinnarum og taparum, har nummar tvey er fyrsti taparin, ið ikki vann, so sum avriksítróttin í nýbygdum risatemplum í óbygdum lærir okkum og strembar eftir á øllum miðlaðum kappingarøkjum, ikki minst í ølsølu. 

Her er tað tvørturímóti.

Í hesi fyrstu sending savnaðust vit við ein leskingarstað, ein gróðrarblett í einum niðurlagdum skúla - sterkari og meira útpurrandi kann kulissan neyvan blíva - kring eitt savn av seks tulkingum úr drúgvu sangskránni hjá plátumeistaranum, Martin.


Sjálvur varð eg djúpt nomin av Emmu, tá hon sang «Morgun», og Vár, tá hon allan vegin spældi á trummur og serliga afturvið signaturmerkta sanginum hjá Martini um «Trýssini».

Tá eg kom eftir, at eins og Filip høvdu tær báðar gingið á tónleikabreytini á NámX í Eysturskúlanum, fór eg - nú íslendska Laufey Lín Bing Jónsdóttir um dagarnar fekk enn eina Grammyvirðisløn og gav heimligu tónleikalærarum allan heiðurin - at leita eftir lærarum, har í skúlanum, og fann Elly Johannesen.

- Tað gingu eini 20-25 næmingar á tónleikabreytini hjá okkum, bæði tá Vár gekk her og tá Emma gekk her. Umstøðurnar eru sera góðar, og vit fáa og hava alt, vit hava brúk fyri, sigur Elly og leggur afturat, at tá Vár gekk á tónleikabreytini, vóru Pauli Hansen og hon lærarar. Nú er Palli pensioneraður og Heri Olsen er komin ístaðin.

- Vár var nokkso løtt at hava við at gera, skil meg rætt, tí hon var ekstremt málrættað, og brúkti stóran part av degnum at venja trummur í kjallaranum hjá foreldrunum. Hon bleiv heilt skjótt ordiliga góð, sigur Elly vælnøgd, og vit skifta til samrøðuevnið Emma, sum í mínum oyrum og fatanarevnum er ein eins stór opinbering í hesi sending, hvørki meir ella minni.

- Emma hevur lært seg klaver, gittar og sang púra sjálv, heima í sínum kamari. Tað sum var mest umráðandi við Emmu, var at fáa hana at føla seg væl og trygga. Tá tordi hon at verða meira opin, og vísa tað, sum hon hevði gjørt sjálv heima. Hon hevur gjørt fleiri fantastiska góðir sangir, púra sjálv. Har býr so nógv inni í henni, sum hon brúkar tónleikin til at fáa tað út við. Hon syngur við kenslum. Tað sum Emma hevur mest brúk fyri, er at finna útav hvussu góð hon faktiskt er, og at trúgva upp á seg sjálva.

Elly leggur høvdið á skák og sigur hugsunarsom um Emmu: - Hon er ein rebelsk sál, sum hevur eina frúgtiliga rúgvu at syngja um.

Finnur Koba leggur afturat, at Emma fann gleðina at ganga í skúla og at syngja, tá hon byrja á Nám X. - Nú er hon farin niður at ganga á miðnámi. Sophilia og Filip ganga triðja árið á Glasi og Bjarki gongur í fólkaskúlanum úti á Fløtum, sigur Finnur.

Eg eri samdur. Metingarevnini hjá sang- og tónleikalæraranum bilar einki. Og í kvøld er alt lagt á blik fyri tjóðini. Takk fyri tað.

Takk fyri fyrstu sjónvarpssendingina úr Hoydølum í kvøld, Per, Martin og øll tit mongu, og eisini fyri høvið at kaga innum í auluni í steindeyða studentaskúlanum, sum livnaði upp aftur henda dag í august, og har síggja eina vælskipaða framleiðslu í gongd, og at hoyra um avriksnæmingar í okkara egnu skúlum og samkomum. 

Nú er miðlaavrikið her, sjónvarpssendingin Hoydalar, hin fyrsta av fimm.

Framtíðin er ikki bara í góðum filmiskum hondum. Hon er eisini í góðum røddum!

Kringvarpið 5. februar 2026: "Hoydalar" (1:5) 55 min. Takk til Bjarni Árting Rubeksen, sum tók allarflestu myndirnar. Í hvussu er tær 22 góðu. Hinar tók eg.






Comments