Tí spurdi
eg ungu Rakul, hví hon so sjónliga hevur valt at satsa uppá mentan til hetta løgtingsvalið?
- Eg satsi upp á mentan, tí tað er tað, sum veruliga hevur nakað at týða, tá saman um kemur. Mentanin og listin knýta okkum saman innanífrá og gera okkum til eitt fólk millum onnur fólk, tí eiga vit at geva mentan og list nógv betri sømdir og virða hesi, eitt nú við at orða ein mentanarpolitikk. Tað manglar okkum enn at gera.
Hví stillar tú upp til løgtingsvalið?
- Eg stilli upp, tí
eg haldi tað hava týdning, at nógv ymisk fólk eru umboðað í politikki.
Fólkaræðið eigur at endurspegla fólkið í øllum sínum ymiskleika, so at vit eru
før fyri at skipa okkara samfelag soleiðis, at tað kann koma so nógvum til
góðar sum gjørligt.
Hví akkurát mentan og list?
- Tá eg hevði tikið
avgerð um at stilla upp og fór at hugsa meira um, hvussu eg skuldi fara fram,
hvat eg helt hava serligan týdning, og hvat eg helt meg hava at bjóða upp á í
politikki, so helt eg tað vera skilagott at hugsavna meg um nøkur fá evni. Mentan
ella list gjørdist rættiliga skjótt eitt evni, eg helt tað vera neyðugt at
fokusera uppá. Mín tankagongd er rættiliga holistisk og ofta haldi eg tað vera
ringt - og kanska eisini óneyðugt - at skilja tingini sundur og halda eitt vera
betri enn eitt annað. Mentanin er eitt sindur av einum undantaki í so máta, tí
hon er nakað, sum bindur okkum saman. Sum kann vera eitt fokuspunkt, vit øll
kunnu taka útgangsstøði í. Mentanin knýtir okkum saman og ger okkum til eitt
fólk.
Hvussu kunnu vit gera mentan og list ítøkiliga?
- Vit uppliva tað
kanska mest, tá vit fara í onnur lond. Tá leita vit eftir mentanini har og
finna listaupplivingar á staðnum. Fara á listasavn, tjóðsavn, á konsertir og
aðrar framførslur, eins og vit forvitnast um lokala matmentan og so framvegis. Tað gera
ferðafólk eisini, tá tey koma til Føroya. Tá er tað listin og onnur staðbundin
mentan, sum gerast ein gluggi inn í fólkasálina.
Kunnu vit seta okkum í favn, nú vit fáa so nógvar útlendskar mentavirðislønir?
- Vit hava nógv
listafólk í Føroyum og úr Føroyum, sum eru framúr dugnalig og prógva sítt virði
hvønn dag. Tey fáa heiðurslønir fyri síni avrik. Vit síggja teirra list í bygdum og býum við standmyndum og bygningum, skunda okkum á sýningar
við myndlist, leiklist og tónlist, og heima hava vit bøkurnar og tað, sum
er á skíggjunum. Vit njóta listina, men eg haldi ikki altíð, at vit virðismeta
hana nóg væl. Eg veit at batar eru gjørdir farna valskeið, men vit eiga at
halda á at lyfta hetta økið, so tað fær bestu umstøður at virka og mennast í.
Eg haldi føroysk list og mentan hava uppiborið virðiligari umstøður, og har
haldi eg, at næsta stig eigur at vera ein veruligur føroyskur
mentanarpolitikkur. Ein politikkur, sum tryggjar meginregluna um armslongd, sum
er ein fortreyt fyri, at listin er fræls og ikki stýrd av marknaðarkreftum eina
ella hugburðinum hjá einstøkum politikarum.
Takk fyri prátið um mentan og list, takk fyri fokuspunktini, og góða eydnu á løtgtingsvalinum hósdagin!

Comments