Skip to main content

Gittarfokus

 

Um dagarnar kom Pauli Reinert Poulsen, sum vit kenna frá sendingunum Hoydalar, á gátt við nýggju LP plátuni "Sál", níggju kompositiónir, fýra hjá Óskari, tríggjar hjá Bárði og tvær hjá Paula sjálvum.

Rógvi á Rógvu er við trummurnar og íslendski Óskar Guðjónsson, sum spældi við Mezzoforte, og nú hevur bólkin ADHD, spælir saxofon. Tutl gevur út, myndina á plátuhúsanum gjørdi danski Poul Janus Ipsen og útgávukonsert er í Reinsarínum í Mentunargøtuni í Havn leygardagin 30. mai. “Sál” varð innspæld í Sjónleikarhúsinum í Havn eftir einum degi í august 2024. 

Higartil dámar mær best "Scoville" hjá Bárði, har gittarspælið hjá Paula er í góðum fokus. 

Men er tað pipar-skalin, sum sipað verður til í heitinum, Scoville, ella er tað amerikanski gittarleikarin, sum eitir næstan tað navnið?

- Jú, hatta er scoville skalin, men heitið og lagið eru eisini ein viðurkenning av amerikanska gittaristinum John Scofield. Mín portalur til jazz tónleik sum heild var gittaristurin John Scofield. Eg var tá ein ungur rock-gittaristur, og hann fangaði hann meg, tí hann blandaði jazz við blues og funk. Síðani bleiv eg bitin av traditionellum jazzi umvegis serliga Joe Pass. Eg minnist tá eg flutti til USA at lesa síðst í nullunum, at tað var tosað um modernaðan jazz, og eg bleiv tá, og eri enn, fullkomiliga bergtikin av Kurt Rosenwinkel, sum bæði tann fremsti gittarleikarin og komponisturin av síni samtíð. Nú á døgum finni eg nógvan íblástur frá normanninum Lage Lund og einum youtube’ara sum eitur Cecil Alexander.

Hvussu vilt tú lýsa títt gittarljóð, hvat siktar tú eftir, skiftir tað eftir høvi, hvør ella hvørjar eru fyrimyndirnar, og hava tær broytt seg gjøgnum árini?

- Tá ið ein spælir við eini slíkari kvartett, har gittarin er primera akkord-ljóðførið, stendur tað mær rættiliga frítt at lita ljóðmyndina. Í løgunum við høgum tempo leggi eg meg eftir einum turrrum ljóði uttan rúm-effekt, sum reagerar skjótari við pulsinum frá kontrabassinum og trummubekkarunum. Síðani brúki eg eina overdrive pedal at fáa meira sustain og ífyllu frá yvirtónunum.

Á plátuni eru fleiri løg við lágum pulsi og nógvum rúmi í ljóðmyndini. Her brúki eg rúmklang og ekkó, sum fungera eitt sindur sum sustain-pedalin á einum klaveri. Í slíkum førum gevur hvør nóti nógv ljóð frá sær, og tað verður ikki neyðugt at yvirspæla tað heila. Her kunnu nevnast fyrimyndir sum Pat Metheny og Bill Frisell, sum eru kongur av tí yvirjarðliga ljóðinum.

Gittarin á upptøkuni er ein Gibson ES-335 frá 1970, ein sokallaður semi-hollow gittari. Hesin hevur tað besta frá báðum heimum: Ein fyldigan, akustiskan klang men við einum fokuseraðum attack.

Hvussu vilt tú lýsa tínar báðar kompositiónir á plátuni?

- Eg havi skrivað tvey av løgunum á plátuni. "Muito Maneiro" hevur brasilskan íblástur, og tá eg skrivaði lagið, hevði eg at byrja við bert eitt gittarostinat í 5/4 takt. Síðani skrivaði eg nøkur motiv, sum eg eksperimenteraði við at flyta upp og niður, til eg til endans hevði ein lidnan melodi, sigur Pauli.

- "So nær, so fjar" er ein ballada sum var skrivað yvir fleiri ár. Fyrsta pettið var skrivað ein dagin, tá eg sat við gittaranum og arbeiddi við nøkrum intervallum. Hitt petti, sum kanska kundi verið kallað niðurlagið, var skrivað fleiri ár seinni, tá lagið skuldi brúkast til eina upptøku, sigur Pauli at enda.

Øll tey ár, eg havi lurtað eftir tónleiki, hevur gittarin verið í fokus, óansæð, hvat slag tónleikurin hevur verið. Nýggjast við Paula Reinert Poulsen í sendirøðini Hoydølum í fokus. Hvussu hárfínt eitt evarska lítið gittarljóð kann seta ein kendan sang í nýggjan karm og skapa eitt óvæntað huglag. Og so tað øvuta. Hvussu hart sami gittaristur kann skrúva frá og sláa á streingir, teir somu umaftur og umaftur, bara tí sjangran sigur tað.

Í Havn í fyrndini dyrkaðu nógv gittarljóðið hjá írska Rory Gallagher, sum hevði ein elligamlan elgittara, ein slitnan Fender Stratocaster frá 1961, ið ein ummælari lýsti sum eitt ótilgjørt stríðsamboð beint av hermótinum brennimerkt við eini ómiskenniligari blues sál. Hetta er Rory.

Og so var tað Jimi Hendrix, sum í eygunum hjá mannfrøðingum gjørdi gittarin til ein natúrligan útvøkstur av kroppinum, ein nýggjur anatomiskur limur. Tað var ikki óinteressant at lesa í samtíðini og síggja, hvussu fotografar stillaðu seg við senukantin at avmynda hann og gittaran.

Har var ikki pláss fyri raffinementum í smálutum, sum hjá norska Knud Reiersrud, tá hann spældi í Vesturkirkjuni saman við urguleikaranum Iver Kleive og Bach kórinum í Oslo. Tá fóru triviellir norskir streingir og tónar afturvið skógvatrampi á kirkjugólvið heilt til Afrika og tulkaðu rock, blues, soul og gospel, í einum søguligum ljósljóði, meðan hildið varð heilagt. Nemandi illustrativt í løtuni og í langa tíð ljómandi í tínum egna tilvitskuliga ljóðrúmi, tí Bach kórið í Oslo váttaði tað sakrala í løtuni. Og so var tað Kirkelig Kulturverksted og teirra akustisku upptøkur í norskum trækirkjum, ið skaptu eitt stillført broyskið ljóð sum hjá kanadisku Cowboy Junkies, við eini heilt nýggjari rúmkenslu og -klangi. 

Hartil skal sigast, at heima hevur ljóðið altíð verið gott, pitch perfect, at endurgeva dynamiskan og serliga gittarbaseraðan tónleik av plátu, heilt upp til Spotify dagarnar, tá stereoanlegg minkaðu niður í einki og tónleikur á plátu gjørdist óhondgrípiligur, tí allir húsar og tekstir vórðu burtur. Tónleikur bleiv eitt commodity at siga frá, hvar næsta stadiumkonsert fór at verða hjá kendum og ókendum í londum langt burturi.

 Takk fyri lurtingina og góða eydnu við plátuni og konsertini!

Comments