Lesa vit uppskotini frá valdu tinglimunum um dialysu í Klaksvík, brúgv í Skálafirði og vegastrekki við Streymin, so er tað ein sannroynd, sum einki kann gerast við, at løgtingsvalið og tess valdu valevni eru lokal. Reint lokal.
Men tað
var ikki tað, sum skiftið frá gomlu skipanini legði upp til. So eg seti meg í
morgun við skúlatelduna, sum nú er søgubókin.
Valið til
Føroya løgting gjørdist eitt valdømi við eini lógabroyting, sum varð samtykt í
2007 og brúkt fyrstu ferð til løgtingsvalið í 2008, sigur vitlíkið á
skúlatelduni. Hetta var úrslitið av fleiri áratíggjum við kjaki um ójavnan
millum umdømini og ynski um at gera valskipanina meira rættvísa. Fram til 2008
vóru Føroyar býttar í seks valdømi: Norðoyggjar, Eysturoy, Streymoy uttan Havn,
Suðurstreymoy, Vágar og Suðuroy.
Vitlíkið hjá Microsoft, sum er á skúlateldunum, heldur lítið
um gomlu skipanina. Hon førdi til ójavnt vald, tí summi valdømi høvdu nógv
færri veljarar per tingmann enn onnur. Harumframt eina sterka lokalbinding, tí
flokkar og tingfólk arbeiddu ofta fyri “sítt” øki heldur enn fyri landið sum
heild. At enda tekur vitlíkið saman um við at siga, at valstríðið var ójavnt,
tí flokkar máttu skipa valstríð í seks økjum við ymiskari tyngd. Longu í
1980’unum og 1990’unum byrjaði kjakið um at gera skipanina meira javna.
Fleiri uppskot vóru frammi gjøgnum árini. Í 1990’unum mæltu
nøkur tingfólk og serfrøðingar til at minka talið av valdømum, ella gera eitt
felags valdømi. Tað fekk tó ikki meiriluta.
Ein breið politisk nevnd arbeiddi frá árinum 2000 til 2007 við
einum valreformi, og kom til ta niðurstøðu, at eitt eitt valdømi var tann mest
rættvísa loysnin, at valúrslit skuldu roknast við d’Hondt-skipan og at landið
skuldi hava 33 tinglimir, sum áður. Hetta gjørdist grundarlagið undir endaliga uppskotinum.
Í 2007 samtykti
Løgtingið broytingina í vallógini, sum segði, at Føroyar eru eitt valdømi, at allir
tinglimir verða valdir landsumfatandi, at flokkar fáa tingfólk eftir samlaðum
atkvøðutali og at persónskrossar avgera raðfylgju innan flokkarnar. Hetta var
ein av størstu valreformunum í nýggjari tíð, sigur skúlavitlíkið hjá Microsoft,
Copilot.
Valið 19. januar
2008 var tað fyrsta við einum valdømi. Úrslitini vístu beinanvegin, at atkvøðutalið
gav beinleiðis útslag í tingmannatali, at smærri flokkar fingu lættari at vinna
umboðan og at lokalpolitiskur ójavni minkaði munandi.
Hvat broytti
hetta í verki, spyr vitlíki uttan lærara og púra retoriskt -?
Svarið er fyrst og
fremst rættvísi, tí atkvøður í Suðuroy og í Havn vigaðu nú líka nógv. Síðan er
tað nú galdandi, at flokspolitikkur kom fram um lokalpolitikk, tí flokkarnir
fóru at hugsa meira landsumfatandi. Í triðja lagi nevnir vitlíkið hugtakið nýggja
valfrøði, og sigur, at valstríðini gjørdust meira miðsavnað og sjónrøtt.
Niðurstøðan er,
at gongdin móti einum valdømi var long og politiskt torskild. Men við
lógabroytingini í 2007 og valinum í 2008 varð skipanin løgd um til eina meira
javna, modernaða og landsumfatandi valskipan.
- Hví heldur tú
so, kæra vitlíki, at valevni frá Klaksvík og Eysturoynni nú velja at viðgera
lokalbundin uppskot um sjúkrahús í Klaksvík, eina brúgv í Skálafirði og ein
vegastubba við Streymin?
Svarið kemur
prompte: Tað, at vit hava eitt valdømi, broytir ikki menniskjans grundleggjandi
politiska atferð. Valevni úr Klaksvík og Eysturoynni halda fram at tosa um
sjúkrahús, brýr og vegir - tí lokalpolitikkur er framvegis ein sterkur máttur
og drívmegi, hóast valskipanin er broytt.
Fyrst og fremst
tí, at lokalpolitikkur er valfrøðiliga sterkur - eisini í einum valdømi. Hóast
alt landið nú er eitt valdømi, so eru atkvøðurnar framvegis bundnar at fólki,
sum búgva á ávísum støðum. Valevnini vita, at tey fáa sínar flestu persónligu
atkvøður frá sínum nærumhvørvi, at veljarar vilja síggja, at “teirra valevni”
stríðist fyri teirra øki og at lokalar loysnir skapa týðuligan profil í
valstríðnum. Tað er klassisk valfrøði: Persónlig atkvøða = lokal trúvirði.
Síðan er
tann sannkenning, at eitt valdømi broytti skipanina, men ikki psykologiina. Lógin
frá 2007 gjørdi valskipanina rættvísari, men hon broytti ikki lokalt kensluband,
lokala kapping millum økir og lokalar politiskar identitetir (Klaksvík,
Eysturoy, Suðuroy, Vágar og so framvgeis). Tað er ikki valskipanin, men
mentanin, sum heldur lokalpolitikki á lívi.
Í triðja
lagi er tað greitt, at lokal mál eru sjónlig, løtt at skilja og geva skjótan
vinning. Eitt sjúkrahús í Klaksvík, ein brúgv í Skálafirði, ein vegastubbi við
Streymin eru konkret mál, kunnu vísast fram á myndum og kortum, kunnu skapa kensluligt
gagn fyri veljarar og eru symbolsk fyri, at “vit verða ikki gloymd”. Í einum
valstríði er tað nógv lættari at selja, enn abstrakt mál sum
“samfelagsbroytingar”, “strukturpolitikk” ella “langtíðar fíggjarpolitikk”.
Í fjórða
lagi er greitt, at flokkarnir hava eisini áhuga í lokalum kjaki. Teir vita, at lokal
mál skapa engasjement, at lokalt kjak fær fólk at møta upp og atkvøða, og at lokal
mál kunnu draga veljarar frá øðrum flokkum. Tí loyva flokkarnir valevnum at
profilera seg lokalt - hóast skipanin er landsumfatandi.
Í fimta
lagi sigur vitlíkið á skúlatelduni, at lokalpolitikkur er eisini ein partur av
maktspælinum. Tá stórar íløgur verða gjørdar, so er tað arbeiðspláss, útbygging,
virðisøking og politiskur kapitalur. Tað er ikki bara lokalur romantikkur - tað
er makt.
Og so er
tað tað mest menniskjaliga av øllum, leggur vitlíkið endaliga afturat: Fólk
vilja hava, at onkur stríðist fyri tey og teimum. Tað er sama um tað er ein
brúgv, ein tunnil, ein sjúkrahúsdeild, ein skúli ella ein vegur. Veljarar vilja
síggja sínar politikarar viðgera teirra gerandisdag. Tað er ein psykologisk
mekanisma, sum eingin valskipan kann sletta burtur.
Niðurstøðan
hjá skúlavitlíkinum Copilot er, at tað, at vit hava eitt valdømi, hevur givið
eina javnaðari valskipan, men tað hevur ikki tikið burtur lokalpolitikkin. Tí veljarar
hugsa lokalt, valevni fáa sínar atkvøður lokalt, flokkar vita, at lokal mál
skapa orku, lokal íløga er politiskur kapitalur og menniskju vilja hava sínar
egnu røddir í tinginum. Tað er ikki eitt paradoks - tað er bara politikkur, sum
menniskju veruliga liva hann.
Soleiðis
mælti hann í morgun, vitlíkislærarin á skúlatelduni hjá Microsoft. So er
spurningurin, um øll tech stórvirki eru av tí ónda, og bæði skermur og vitlíki skulu
avmarkast, ja kanska bannast, í føroyska skúlanum, akkurát sum tá royndirnar,
ið skulu endurspegla ársins avrik, ikki loyva næmingum at vera ídbundir, men
avkvettir. Eg haldi ikki. Tí sjálvandi finna teir klókastu næmingarnir loysnir, sum hinir ikki
gera. Vandin er, at kanska er tað so, at skúlin í sjálvum sær við høvdinum undir arminum enn
er garanturin fyri stættarsamfelagnum.
Livst, so
spyrst.

Comments