Skip to main content

Posts

Showing posts with the label Nám

Heimurin í okkara eygum

Um dagarnar rendi eg meg í eitt tíggju ára minni, sum nú aftur fer at verða aktuelt. Hóast høvið bara er ein bók, er evnið í botn og grund so størt sum at definera seg sum tjóð, millum geografi og mentan, tá eitt atlas skal dagførast á móðurmálinum.  Í hesum føri var tað Umhvørvisstovan, sum fyri tíggju árum síðan var vertur fyri Nordisk Kortchefmøde í Havn í 2010.  Tá sjáldsama stóri norðurlendski fakfundurin varð settur í Umhvørvisstovuni hin 29. august hetta árið, bað deildarleiðarin fyri land- og sjókort, Stein Fossá, meg seta stevnuna. Nú eg rendi meg aftur í tíggju ára gamla tekstin, fari eg at seta hann á bloggin, so hann eisini kann lesast. Her er umbidna talan fyri tíggju árum síðan: Velkommen til Torshavn, samtlige gæster og kortchefer. Jeg er redaktør på det offentlige færøske skolebogsforlag, Føroya Skúlabókagrunnur. Dette forlag gav i 1993 ud det første færøske atlas nogensinde, Heims atlas , med Niels Petersen som redaktør.  Nu, 17 år senere, er tiden inde for en revider

Finka er best í Evropa

Í dag er greitt, at vit eiga bestu skúlabók í Evropa. Bókin eitur ”Finka” og høvundurin er Marianna Skarðenni Poulsen. Tekningarnar eigur Kathrina Skarðsá og forlagið er Nám, sum í dag stroymdi evropeisku avgerðina í hølunum við Hoyvíksvegin. Stjórin, Eyðun Gaard, var ikki sørt erpin at verða kosin evropameistari í skúlabókum og forlagsvirksemi. Trettan bøkur, har málbólkurin er tey 8-10 ára gomlu, tað er í Týsklandi Grundschule , Fraklandi École élémentarie og í Bretlandi key stage 2 , vórðu úrvaldar at kappast um heiðurin. Avgerðin fall á netinum seinrapartin í dag, har týska Helga Holtkamp úr Berlin bjóðaði vælkomin til árligu kappingina Best European Learning Materials Awards, stytt BELMA. Christoph Bläsi úr Mainz í Týsklandi greiddi síðan frá um teir fýra bólkarnar undir yvirskriftini The BELMA principles - how to win a BELMA. Byrjað var við bólki fýra og so varð talt niður til bólk eitt og at enda varð ein serlig virðisløn. Leif Láadal sendi beinleiðis úr Námi til sendingina Nón.

Veturnætur og virðislønir

Veturnætur, mikudagin mitt í heystfrítíðini, fáa vit sjón fyri søgn, um vit eiga bestu skúlabók í Evropa.  Tað verður avdúkað - við fjarstøðu - í Námi í Havn, hin 14. oktobur klokkan 15. Tá verður kunngjørt, hvør av teimum trettan tilnevndu bókunum fær henda heiður í ár. Føroyska bókin ”Finka - Føroyskt til annan flokk”, sum Marianna Skarðenni Poulsen hevur skrivað og Kathrina Skarðsá hevur teknað, er við í kappingini Best European Learning Matereals Awards, stytt BELMA. Tað var í 2017 at Marianna vann handritakappingina, sum Nám skipaði fyri, til tess at finna nýtt tilfar, og at fáa samband við nýggjar høvundar til skúlabøkur.  - Vit vistu, at útgávan var góð, tí meldaðu vit hana til kappingina, og nú fáa vit eisini staðfest, at evropeiska elitan innan skúlabókaútgávu heldur tað sama, sigur bókatoymisleiðarin í Námi, Sigfríður Sólsker. - Eg haldi, at tørvur er á nýggjum tilfari til føroyskt í øðrum flokki at byggja brúgv millum "Súluna", sum brúkt verður í fyrsta flokki, har

Vinn 30.000 fyri 7 minuttir av filmi

Aftur í ár skipar Nám fyri stuttfilmskapping fyri hádeild og miðnámi um Heimsmálini hjá ST, har vinningurin er 30.000 kr. Filmurin skal í mesta lagi vera 7 minuttir, og skal í ár snúgva seg um tey burðardyggu Heimsmál, sum hava við lívið í havinum at gera, serliga Heimsmál nummar fjúrtan, ”Lívið í havinum”.  Úti í heimi eru skúlafólk farin at tosa um ”Ocean Literacy”, tað er førleikan at umsita lív í havinum á ein ábyrgdarfullan, burðardyggan og innovativan hátt, soleiðis sum júst Heimsmálini hjá ST skjóta upp í einum og øllum. Higartil hava vit í skúlahøpi hoyrt um ”Digital Literacy”, ið hevur fingið føroyska heitið talgildisbúgving. Enn hevur hitt enn meira vitala og fyri okkum avgjørt tilverugrundandi heitið ”Ocean Literacy” ikki fingið eitt føroyskt heiti. Freistin at lata lidna stuttfilmin inn er 23. november 2020. Vinnarin verður kunngjørdur í Havnar Bio fríggjakvøldið hin 4. desember klokkan 19. Tá verða allir filmarnir, sum dómsnevndin hevur valt, sýndir. Øll, sum eru við í kap

Ambitiónirnar eru tengdar at fólki á staðnum

Við arbeiðssetninginum um eitt nýtt føroyskt Skúlanet hevur Andreas Simonsen ferðast kring landið at kanna, hvussu KT-støðan er á ymsu skúlunum. Rannsóknararbeiðið er tengt at Heildarætlanini “Saman um eina trygga KT-loysn” , sum Undirvísingarstýrið stendur fyri saman við KT-vinnuni, Námi og Próvstovuni, har Andreas starvast. Í Heildarætlanini, sum fríggjadagin varð handað landstýrismanninum, Jenis av Rana, í Norðurlandahúsinum, verður sagt, at “stovnaður verður ein KT-felagsskapur fyri fólkaskúla, miðnám og hægri lærustovnar, “Skúlanet”, svarandi til tað, Landsnet er fyri teir almennu stovnarnar.” Nú rundferðin nærum er av, sigur Andreas, at KT-støðan og nýtslan er ymisk frá skúla til skúla og frá kommunu til kommunu. - Tað er upp til leiðslurnar á staðnum, at raðfesta KT. Frá nøkrum kommunum er tað oyramerkt til KT og frá øðrum kommun er tað ein skúlaleiðsluavgerð, har tey fáa ein posa av pengum. KT-ambitiónirnar eru tengdar at KT-fólki á staðnum. Nakrir skúlar hava flokss

Varskó: Handaverk og list skal á breddan nú!

Katrin Bech, verkætlanarleiðari, og Eyðun Gaard, stjóri í Námi  (foto: Árni Øregaard) Fyri Nám hevur Katrin Bech, verkætlanarleiðari, síðan ársbyrjan kannað og kortlagt lærugreinina handaverk og list og borið saman við støðuna í øðrum londum. Støðan er ikki góð, men nógv kann gerast  Orsøkin til kanningina er at finna í samgonguskjalinum, har sagt verður, at neyðugt er at styrkja kreativu og handaligu lærugreinarnar. - Tað var júst hendan arbeiðssetningin, eg fekk frá Eyðuni Gaard, stjóra í Námi, og síðan at gera eina roynd at finna fram til átøk, hugskot og loysnir, ið kunnu styrkja handaligu lærugreinarnar, sigur Katrin. - Fleiri orsøkir eru til, at fakið ikki hevur ta rúmd, ið tað eigur, sigur Eyðun og vísir á, at í kjalarvørrinum á Pisa-kanningunum hevur stórt fokus verið á lestrarfakligu lærugreinarnar í hádeild, sum helst hava skúgvað handaligu lærugreinarnar til viks. Pisa-sjokkið - Í Noregi hava tey tosað um ”Pisa-sjokkið”, og rákið hjá okkum, sum er, at fles

Finka byggir brúgv

Marjun Ziskason, Marianna Skarðenni Poulsen og Gunvá Magnussen Í dag er læraraskeið í Námi við nýggja upprunatilfarinum Finka , sum gevur móðurmálsfakinum í fólkaskúlanum nýtt flog longu í øðrum flokki. Høvundur er Marianna Skarðenni Poulsen, ið vann skúlabókakappinga, sum Nám útskrivaði í 2016, til tess at finna nýtt tilfar og fáa samband við nýggjar høvundar til skúlabøkur. Bókaheildin Finka , sum umframt lesibók fevnir um tvær arbeiðsbøkur, eina ljóð- og mállærubók og eina læraravegleiðing við ástøðisparti og vegleiðingarparti, er nú komin á marknaðin. Sissal M. Rasmussen hevur viðgjørt tilfarið lesifrøðiliga. Ritstjórarnir, sum í Námi hava varað av nýggja tilfarinum, eru Gunvá Magnussen og Marjun Ziskason. Tær báðar siga, at endamálið við Finku er at byggja brúgv millum holla ljóðarbeiðið, sum er gjørt í fyrsta flokki, og eina sjálvvirkna og meira flótandi lesing, sum væntað verður í triðja flokki. Kathrina Skarðsá hevur teknað og Anna Simonsen, sum fann uppá heitið

Kreppan flutti 5000 brúkarar

Tóri Slættalíð er KT-ráðgevi í Námi: Koronakreppan fekk 5000 føroyskar brúkarar at læra Teams í fjarundirvísingini Fríggjadagurin trettandi mars varð í ár ein helt serligur dagur. Hetta var dagurin, tá skúlar stongdu, samfelagið lat aftur og øll vórðu send til hús. Eina viku undan hesum degi hevði Tóri Slættalíð, sum er KT-ráðgevi í Námi, verið á undirvísingarráðstevnuni Danmarks Læringsfestival saman við starvsfeløgum. - Hóast tað vóru sprittdunkar á hvørjum horni, og tosið um korona var byrjað, so var tankin um, at hendan krúnusjúkan skuldi koma til okkara í Føroyum rættiliga fjarur, sigur Tóri, sum júst hevur havt fyrilestur fyri lærarum um at brúka Teams. Ein journalistur, sum javnan ferðast í Kina, greiddi á ráðstevnuni livandi frá um aktuellu skúlastøðuna har í landinum. - Flestu føroyingarnir møttu til júst henda fyrilesturin, og eg hefti meg við hennara frágreiðing um, at eingin trupulleiki hevði verið hjá kinesisku skúlunum at skifta frá vanligu undirvísingini til

Andrias vann Robert virðislønina

Við filminum Ikki illa meint (2019), sum helst er einasta føroyska søga, ið tekur støði í Facebook, vann Andrias Høgenni í kvøld donsku Robert-virðislønina fyri besta stuttfilm. Virðislønin er nevnd eftir kenda og sjálvlærda danska listamanninum Robert Jacobsen (1912-1993), sum eisini gjørd standmyndina, ið vigar ikki minni enn 940 gramm og hvørt ár verður gjørd í sama stoypiformi á Holbæk Jernstøberi. Undirvísingarportalurin Snar hevur keypt rættindini til at brúka Ikki illa meint  og aðrar filmar hjá Andriasi og øðrum føroyskum filmslistafólkum til skúlabrúks. Í sambandi við uppgávur um filmin, verður sagt soleiðis um Ikki illa meint : Føroysku vinkonurnar Marita og Elinborg møtast í einum donskum handli. Tær búgva báðar á Oyrasunds-kollegiinum á Amager í Keypmannahavn. Vit skilja, at tær kennast væl, men nú er nakað fráliðið síðan tær hittust. Marita og Elinborg royna at práta vinarliga, men greitt er, at okkurt er hent á Facebook, ið hevur órógvað vinarlagið, nú tær m

Tríggir filmar um Holocaust

Nám hevur gjørt tríggjar stuttfilmar um Holocaust , har føroyingar siga frá. Kendi Útvarpsverturin, Petur Rouch, greiðir frá um ferð, sum hann og konan, Birgit, gjørdu til týska býin München at vitja samkynda sonin, Búa. Tað var her at nazisman fekk undirtøku og fyrsta týningarlegan, Dachau, varð tikin í brúk. Trýst á filmin og tú sært hann. Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD, sigur frá um tey, sum bera brek, og tí vórðu fyribeind í Nazitýsklandi undir krígnum. - Í dag kundi tað verið eg og tú, sigur Tóra í eina stuttfilminum. Trýst á filmin og tú sært hann. - Visti tú av, at føroyingar bjargaðu jødum undir seinna heimsbardaga, spyr Maigun Solmunde í eina filminum á temasíðuni um Holocaust . Trýst á filmin og tú sært hann. Við einum skjalprógvaðum dømi, greiðir Maigun frá, hvussu føroyingar í Danmark hjálptu jødum at flýggja undan nazistunum undir krígnum. Árni Øregaard, margmiðlasmiður, hevur filmað, klipt og sett saman.

Vit fyrireika okkum at halda almennan Holocaust-dag

Til vinstru sæst Herminia Daeden, attaché fyri franskt mál á Institut Français í Keypmannahavn, og til høgru Hanna Jensen, sum er franskur konsul í Føroyum, miðnámsskúlalærari á Kambsdali og fyrrverandi landstýrskvinna við skúlamálum. Herminia, sum er her í sambandi við skeiðsvirksemi hjá fransktlærarum í Føroyum, ynskir samstarv við Filmsfelagið um nýggjan franskan film. Tær báðar vóru millum áskoðararnar í Filmsfelagnum í kvøld, har Holocaust-satiran "Jojo Rabbit" varð sýnd. Vanligt er í Filmsfelagnum at mikukvøld innleiðir ein vælvaldur persónur sýningina. Hanna Jensen helt hesa røðu innan filmurin "Jojo Rabbit" varð sýndur: Vit fyrireika okkum at halda almennan Holocaust-dag! Kæru filmsgestir, eg havi glett meg nógv til hesa sýningina, og eg eri glað fyri at sleppa at siga nøkur orð, áðrenn vit fara inn í hendan heimin, sum Taika Waititi úr New Zealandi hevur skapt um Nazi-Týskland, um Holocaust, bygdur á skaldsøguna, Caging Skies, eftir Christine L

Life offers you chances to digress the ordinary path you follow

Agnes Sipos, sum lesur West Nordic Studies, hevur verið í starvsvenjing í Námi. Undir yvirskriftini "Life offers you chances to digress the ordinary path you follow", skrivar Agnes ein enskan gestablogg, har hon letur orðini flóta frítt, nú hetta skeiðið er av. Seinasta arbeiðsdag fyri jól tók starvsfelagin, Árni Øregaard, myndina av Agnes. Dear Reader, Everyone has a story to tell, but these stories are far from the instruction manuals. What is their beauty? They are imperfect and even clumsy, yet they can be transformed into moral compasses that can guide us through life. Life offers you chances to digress the ordinary path you follow, but in general, it is up to you to say “No” to the mainstream and decide to follow the off-beaten track. Which direction might these life-digressions lead to?  - I guess no one knows… in this case I am not even sure which direction I am heading for. All I know, is that our stories never stand alone. We embrace each other's narrat

Tríggir filmar vinna virðisløn frá Námi

Gilli frá 18u á Glasir, Sanna, Randi og Beinta úr 8. a  í skúlanum á Argjahamri Tilsamans 19 filmar komu inn í stuttfilmskappingini hjá Námi, sum varð avdúkað í fulsettum skeiðshølum í kvøld. Tað sigur heimasíðani hjá Námi . Bundna evnið var heimsmálini hjá ST, sum skuldi lýsast í einum stuttfilmi, sum í mesta lagi er sjey minuttir langur. Filmurin skal nema við minst tvey av heimsmálunum og kunna brúkast í undirvísing, so sum hann er. Allir filmarnir síggjast í einum spælilista á Facebookprofilinum hjá Nám og Snar. Tríggir vinnarar vórðu funnir, sum allir deildu eitt fyrstapláss. Teir fingu sostatt ein triðing av virðislønini, tað er 10.000 krónur í part, av teim tilsamans 30.000 krónunum, sum Nám sponsoreraði. Grundgevingar hjá dómsnevndini vóru hesar: ”Gang ein túr” T1 Tekniski skúli, Klaksvík (2:34): Vit síggja eina vanliga føroyska bygd, sum er gjørd úr Lego. Filmurin, sum er gjørdur í stop motion, hevur ein greiðan boðskap, er viðkomandi, hevur gott ljóð og góðan