Tóri Slættalíð er KT-ráðgevi í Námi: Koronakreppan fekk 5000 føroyskar brúkarar at læra Teams í fjarundirvísingini
Fríggjadagurin trettandi mars varð í ár ein helt serligur dagur. Hetta var dagurin, tá skúlar stongdu, samfelagið lat aftur og øll vórðu send til hús.
Eina viku undan hesum degi hevði Tóri Slættalíð, sum er KT-ráðgevi í Námi, verið á undirvísingarráðstevnuni Danmarks Læringsfestival saman við starvsfeløgum.
- Hóast tað vóru sprittdunkar á hvørjum horni, og tosið um korona var byrjað, so var tankin um, at hendan krúnusjúkan skuldi koma til okkara í Føroyum rættiliga fjarur, sigur Tóri, sum júst hevur havt fyrilestur fyri lærarum um at brúka Teams.
Ein journalistur, sum javnan ferðast í Kina, greiddi á ráðstevnuni livandi frá um aktuellu skúlastøðuna har í landinum.
- Flestu føroyingarnir møttu til júst henda fyrilesturin, og eg hefti meg við hennara frágreiðing um, at eingin trupulleiki hevði verið hjá kinesisku skúlunum at skifta frá vanligu undirvísingini til fjarundirvísing - sum sjálvandi var undir strongum eftirliti - tí tey tøkniliga eru so væl fyri í Kina, sigur Tóri og minnist, at KT-leiðarin í Námi spurdi, hvussu tað mundi fara at vera, um korona kom til Føroya, og allur fólkaskúlin skuldi leggja um til fjarundirvísing.
- Mítt fyrsta svar var eitt skeivt smíl við eini viðmerking um, at tað hevði ongantíð borið til. Korona fór nokk ikki at koma til okkara avbyrgdu oyggjar, sigur Tóri.
Men dagin eftir fyrilesturin varð fyrsti koronatilburðurin staðfestur í Føroyum. Og so er restin søga, fram til hesa vikuna, nú samfelagið spakuliga verður latið upp aftur eftir sjey vikum.
- Eg trúði snøgt sagt ikki uppá, at tað bar til at flyta ein so stóran og ofta tungan lærarahóp yvir á ein talgildan veg uppá so stutta tíð, sigur Tóri og leggur afturat, at lærarahópurin er eitt fakliga stolt fólkaslag, og tað er tí ofta torført at gera radikalar broytingar á skúlaøkinum.
- Á Námi veita vit ymiskar tilgildar pallar, og tað er misjavnt, hvussu nógv hesir vera brúktir. Eg skal kanska skunda mær at siga, at hóast eg arbeiði sum KT-ráðgevi, so haldi eg als ikki, at alt skal gerast talgilt, tí "tað er framtíðin". Talgild amboð eru júst bara tað - amboðið. Tey skulu nýtast skynsamt, amboðini, og í røttum konteksti. Talgild amboð kunnu ikki gera vánaliga undirvísing góða, men tey kunnu gera góða undirvísing betri. Men nú fór eg eitt sindur av sporinum, sigur KT-ráðgevin við knappaborðið og skíggjarnar.
- Henda fríggjadagin trettanda mars vórðu vit so øll send til hús. Eisini næmingar og lærarar í fólkaskúlanum. Næsta vikan var sera rokalig. Nakrir fáir skúlar, sum frammaundan nýttu talgildar pallar, serliga Teams, høvdu tað ikki so torført at umstilla seg. Men avbjóðingarnar vóru stórar hóast hetta, sigur Tóri og lýsir bráddliga íkomnu støðuna við hesum setningi:
- Allir lærararnir vórðu so at siga blakaðir inn í ein bil, uttan trygdarbelti og kanska uttan róður, og so avstað við 100 km/t, í meðan teir royndu at finna útav, hvussu teir skuldu stýra!
Nakrar mánaðir undan hevði Tóri sjálvur spælt sær við tankan um at halda online-skeið fyri lærarum.
- Men av tí, at eg ikki var heilt nøgdur við nakrar tøkniligar avbjóðingar - mann er jú perfektionist - so fór eg ongantíð í gongd. Men nú var neyðin har. Og neyðin lærdi meg og kastaði meg inn í skjóttkoyrandi bilin, eg nevndi í áðni.
Nú fór so fjarundirvísingin í gongd í øllum landinum. Allur fólkaskúlin hevur atgongd til Office365 pallin hjá Microsoft og harvið eisini samskiftis- og samstarvspallin Teams. Og her er tað, at tølini vísa, hvat ein ítøkiliga kreppa kann elva til.
- Tølini hjá okkum siga, at undan koronakreppuni vóru um 500 regluligir brúkarar í gongd hvønn dag. Fyrstu vikurnar fór brúkaratalið upp á 3000 og eftir longdu páskafrítíðina var talið 5000 brúkarar, sigur Tóri Slættalíð.
- Tað er einki at ivast í, at hetta hevur verið ein stór avbjóðing fyri lærarnar, tí tað hava verið nógvar tekniskar, didaktiskar og námsfrøðiligar avbjóðingar. Men hetta hava lærararnir megna at koma ígjøgnum. Og hetta eiga teir at fáa stórt rós fyri, sigur Tóri vælnøgdur við knappaborðið á skrivstovuni í Námi.
- Fleiri starvsbólkar fáa rós í hesum døgum, men eg haldi ikki, at lærarar hava fingið tað rós, sum teir hava uppiborið. Í øllum førum ikki alment. Hugburðurin hjá lærarunum hevur verið framúr góður, og viljan at fáa sum best burturúr í øllum avbjóðingunum hetta tíðarskeiðið, havi eg sjáldan sæð makan til, nú gerandisdagurin vónandi kemur aftur, sigur Tóri.
- Vit hava øll lært og roynt nógv nýtt, og gerandisdagurin verður tí kanska ongantíð aftur, soleiðis sum hann var undan koronakreppuni, sigur KT-ráðgevin og siterar Winston Churchill, sum einaferð skal hava sagt “Never let a good crisis go to waste”.
- Hvat taka vit við okkum hinumegin koronakreppuna, spyr Tóri so og svarar sjálvur, at á KT-økinum eru nógvir møguleikar, ja kanska alt ov nógvir, men sum fleiri lærarar nú hava sæð ein brotpart av. Men mín vón er, at tøknin ikki sleppur at stýra bilinum, men at hon, saman við fakligari vitan og góðum, didaktiskum meginreglum, skynsamt kann setast í verk at fremja læringina hjá næmingunum. Hugburðurin og royndirnar, sum lærarar hava víst og fingið hesar dagarnar, kann vera eitt stig á leiðini, sigur Tóri at enda.