Skip to main content

Vinn 30.000 fyri 7 minuttir av filmi


Aftur í ár skipar Nám fyri stuttfilmskapping fyri hádeild og miðnámi um Heimsmálini hjá ST, har vinningurin er 30.000 kr. Filmurin skal í mesta lagi vera 7 minuttir, og skal í ár snúgva seg um tey burðardyggu Heimsmál, sum hava við lívið í havinum at gera, serliga Heimsmál nummar fjúrtan, ”Lívið í havinum”. 

Úti í heimi eru skúlafólk farin at tosa um ”Ocean Literacy”, tað er førleikan at umsita lív í havinum á ein ábyrgdarfullan, burðardyggan og innovativan hátt, soleiðis sum júst Heimsmálini hjá ST skjóta upp í einum og øllum.

Higartil hava vit í skúlahøpi hoyrt um ”Digital Literacy”, ið hevur fingið føroyska heitið talgildisbúgving. Enn hevur hitt enn meira vitala og fyri okkum avgjørt tilverugrundandi heitið ”Ocean Literacy” ikki fingið eitt føroyskt heiti.

Freistin at lata lidna stuttfilmin inn er 23. november 2020. Vinnarin verður kunngjørdur í Havnar Bio fríggjakvøldið hin 4. desember klokkan 19. Tá verða allir filmarnir, sum dómsnevndin hevur valt, sýndir. Øll, sum eru við í kappingini, sleppa ókeypis inn og fáa poppkorn og kola. 

Árni Øregaard, sum sæst á myndini omanfyri, er formaður í dómsnevndini. Allir lærarar í landinum hava fingið boð um kappingina. Eru tó spurningar um stuttfilmskappingina hjá Námi, ber til at skriva til filmskapping@nam.fo ella ringja til Árna á telefon 555179.