Til vinstru sæst Herminia Daeden, attaché fyri franskt mál á Institut Français í Keypmannahavn, og til høgru Hanna Jensen, sum er franskur konsul í Føroyum, miðnámsskúlalærari á Kambsdali og fyrrverandi landstýrskvinna við skúlamálum.
Herminia, sum er her í sambandi við skeiðsvirksemi hjá fransktlærarum í Føroyum, ynskir samstarv við Filmsfelagið um nýggjan franskan film.
Tær báðar vóru millum áskoðararnar í Filmsfelagnum í kvøld, har Holocaust-satiran "Jojo Rabbit" varð sýnd. Vanligt er í Filmsfelagnum at mikukvøld innleiðir ein vælvaldur persónur sýningina.
Hanna Jensen helt hesa røðu innan filmurin "Jojo Rabbit" varð sýndur:
Vit fyrireika okkum at halda almennan Holocaust-dag!
Kæru filmsgestir, eg havi glett meg nógv til hesa sýningina, og eg eri glað fyri at sleppa at siga nøkur orð, áðrenn vit fara inn í hendan heimin, sum Taika Waititi úr New Zealandi hevur skapt um Nazi-Týskland, um Holocaust, bygdur á skaldsøguna, Caging Skies, eftir Christine Leunens.
Filmurin fær ymiska móttøku, og sambært Waititi er tað gott, um hann skilir vøtnini. Fyri hann, snúði tað seg ongantíð um at gera ein film, sum øllum dámar. Nei, heldur er hetta sambært honum sjálvum ein kærleiksgerð, tí hann hevur jødiska mammu og hevur arbeitt í umleið 8 ár fyri at skapa JoJo Rabbit, eina satiriska kommediu, har hann avvápnar áskoðarafjøldina – letur hana upp, so hon er klár at taka ímóti teimum djúparu boðskapunum um naivitet, blindleika, veruleika og upplatin eygu - og klár til at kjakast, um neyðugt.
Tað nýggjasta, vit frættu um filmin fyrradagin, er, at hann nú hevur 6 Oscar-tilnevningar (besti filmur, besti kvinnuligi hjáleiklutur, besta handrit, besta klipping, besta framleiðslusnið og besta klædnasnið). Tað boðar frá kvalitetshandverki innan hesa listagrein. Spennandi!
So út frá tí, kunnu vit róliga seta okkum væl til rættis her í kvøld og njóta verkið.
Men tað hevur verið spennandi at lesa um tað kjak, og ta umrøðu filmurin hevur fingið. Og eg haldi hesi umboða nógv av tí, sum natúrliga fer ígjøgnum okkara tankar, tá vit hoyra um at viðgera Holocaust, Nazi-Týskland og Hitler satiriskt og skemtiligt. Hvussu riggar tað? Dámar mær hugskotið? Hvussu fara tey, sum í tíð eru enn longur burtur frá søguligu hendingunum enn vit, at fata Hitler og tað søguliga fakta? Nær álvarin hjørtum og hugsanum? Kemur ein rættur boðskapur um ta serligu tíðina at liva víðari? Hvat er munadyggasti háttur at læra um fólkadráp, serliga nazismuna og 2. veraldarbardaga? O.s.fr.
Og hetta hevur leikstjórin sjálvandi eina meining um. Hann heldur, at skemtileikur og satira hava tað við at vara longur, at ávirkanin á hyggjaran fylgir honum út í lívið aftur á ein meira reflekterandi hátt og elvir til meira opinleika um evnið, enn tá tú sorgarbundin og kanska niðurbrotin fert út frá tí tragiska filminum.
Hetta kunnu vit grunda á, meðan vit hyggja. Og vit kunnu líka minna okkum á, hvussu nógv satiruteknarar og -bløð munnu avdúka og prika, nú 5 ára dagurin júst fór framvið, tá heili 12 fólk á blaðnum Charlie Hebdo í Paris vórðu hatursfult myrd fyri sína list, sín journalistik - eg hugsi ikki minst um sjálvar teknararnar: Cabu, Charb, Wolinski, Honoré og Tignous, hvørs grøv eg havi vitjað í Père Lachaise kirkjugarðinum.
---
NÁM, okkara almenni stovnur fyri útbúgvingartilfar – skilt heilt breitt, fyrireikar í hesum døgum, at Føroyar skulu halda sín fyrsta almenna Holocaust-minningardag. Og tað er í veruleikanum stórt!
Hesin dagur varð samtyktur, hin 6.mai í 2019.
“Uppskot til samtyktar, frá Jógvani á Lakjuni, um at seta í gildi í Føroyum 27. januar sum almennan minningardag um Holocaust og onnur fólkadráp” varð samtykt við hesi samtyktarorðing, sum eitt samt løgting tók undir við:
“Dagurin eigur at verða ein námsfrøðiligur minningardagur, sum skal hava til endamáls at stimbra søguliga og etiska vitan um fólkadráp og skal somuleiðis kunna um tey viðurskifti, ið hótta fólkaræðið og elva til slíkar ræðuleikar.
Talan er ikki um ein frídag, halgidag ella flaggdag, men ein upplýsandi dag um viðurskifti, ið hava við fólkadráp at gera. Dentur eigur at verða lagdur á at upplýsa um fólkadráp, at framleiða egið tilfar og at fáa týtt og lagað útlendskt tilfar til føroyskt.
Søguliga tilfarið um Føroyar undir seinna heimsbardaga eigur at verða ment, og bæði gransking og upplýsing á øllum stigum í føroyska skúlanum kann gerast dyggari. Harafturat kann føroyski leikluturin orðast, hvussu vit kunnu verða partur av alheimsarbeiðinum at basa fólkadrápi og ganga ímoti teimum kreftum, ið ynskja at týna fólkaræði.
Løgtingið heitir á Mentamálaráðið og Nám at taka arbeiðið á seg at skipa fyri almennum degi 27. januar og at seta neyðugan pening av til hetta, so at undirvísingartilfar kann gerast, framsýningar og framførslur kunnu skipast, og at fáa skúlar, kommunur, søvn og viðkomandi partar at ganga saman um henda dag.”
Tað var mær ein gleði sum landsstýriskvinna í útbúgvingar- og granskingarmálum at vera við til at virka fyri semju um málið, sum semjuteksturin, sum júst varð lisin upp, greinar. Semju í samgonguni um at atkvøða fyri einum andstøðuuppskoti og leggja eitt didaktiskt uppalandi fokus á dagin!
Tí hvat betri amboð eiga vit enn undirvísingarstøðuna at arbeiða við, at viðgera og skriva um, at skapa út frá, at kunna um tey eyðkenni, sum kunnu eygleiðast og eyðmerkjast, tá vit hava við fólkadráp at gera? Gjøgnum undirvísingina kunnu vit eisini fara út til søvnini eftir tilfari, til framsýningar o.a. Vit kunnu fyrireika okkum væl áðrenn og eftirviðgera og eftirmeta, tá vit savnast aftur í skúlastovuni.
Tað var sera meiningsfult at peika á Nám sum høvuðsfyrireikara og at byrja við at seta eitt sindur av peningi av til endamálið.
Eg vildi samstundis ynskt, at vit kundu gjørt líknandi breiðar semjur um so mangt annað týdningarmikið í okkara samfelagi.
Eg kundi nevnt fiskivinnupolitikk og pensjónspolitikk, men eisini filmspolitikk og málpolitikk. Har er langt á mál hjá okkum.
Sum undirvísari eri eg von at nýta góðar ella serstakar filmar at seta eitt evni fram í ljósið og inn í fatanina hjá yngra ættarliðnum – bæði í føroyskum og fronskum. Eisini filmar um Holocaust, m.a. klassikkaran hjá François Truffaut, har ein jødi eisini verður fjaldur – ikki á loftinum, men í kjallaranum á leikhúsinum, har hann sjálvur var stjóri, áðrenn Frakland varð hersett av Týsklandi í 1940. Tann støðan, sum víðgongd ideologi er gróðrarbotnur fyri, verður í “Le Dernier Métro” lýst við einum dupultleika næstan uttan líka: dupultlív, dupulttýdningur, fals, loynidómar og tað at fjala eru í hvørjum orði, á hvørji húsahædd, í hvørjari relatión.
Og eg vænti, at víðgongda ideologiin í blandi við einum flogvitigum leikstjóra og við fantastisku filmslistini enn einaferð fer at taka okkum á bóli, hvussu sterkt bland hetta er at viðgera trupla evnið – eisini til didaktiska nýtslu. Vit hava jú verið her fyrr, ha?
Vit hava sæð “The Diary of Anne Frank” (Biografi og Drama frá 1959), “Le dernier Métro” (Drama og Romansa frá 1980) “Schindler’s List” (Drama frá 1993), “La vita è bella” (Kommedia og Romansa frá 1997) og fleiri aðrar...
Men tann ófatiliga støðan, eitt samfelag kann koma í, tann ófatiligi óndskapurin, sum søgan var vitni til undir 2. Veraldarbardaga og bæði fyrr og eftir tað; tann etiska tvístøðan, sum menniskjuni tá koma í, teir heimspekiligu og gudfrøðiligu tankar, sum tá eru viðkomandi, MUGU vendast og snarast og eygleiðast í ØLLUM smáflatum - regluliga. Vit mugu baða okkum í reindyrkaðari filantropi og seta hana upp ímóti tí ræðuliga øvuta. Vit mugu inspirera okkara børn og ungu, vit mugu viðgera mannasøguna – ikki minst hesar myrku blettir á tíðarlinjuni ymsa staðni “á hini skæru himna-stjørnuni, sum heimur okkar er” - fyri at sitera norska atventssangin, sum Rúni Bjarkhamar týddi hann til føroyskt.
Og eg haldi, tað er hóskandi at lesa 3. ørindi í sanginum upp, tað, sum er halgað 3.sunnudegi í atvent:
Kveik ljós
Trý ljós, sum loga, har kríggj og ósátt stá
Har frælsið verður fjøtrað, slít tú tær leinkjur tá
Lat mannavirðið sigra, tí alra ogn er tað
Kveik ljós hjá øllum teimum, íð syngja frælsis lag.
Eg vil nú takka tveimum ljósberum, tveimum kyndlum:
Takk Nám fyri fyrireikingarnar til Holocaust-dagin nú 27. Takk fyri strembanina eftir góðum dagførdum og viðkomandi undirvísingartilfari! Takk fyri kunning, førleikamennandi skeið og fyri tykkara útrættu hendur til samstørv við aðrar partar av samfelagnum.
Takk Filmsfelagið fyri tykkara ótroyttiliga arabeiði fyri, at vit í Føroyum regluliga kunnu síggja góðar og fjølbroyttar filmar í biografinum – ja, úr øllum heiminum. Eg eri ikki so ofta til sýningarnar mikukvøld, sum eg vildi, men tað ger nakað við mína kenslu av okkara samfelagi, at eg veit, at dygdarfilmur, vitanar- og listarvirksemi fer fram her. At vit á ymsan fjøltáttaðan hátt hava frælsi at viðgera alt hugsandi.
Ein vitan um regluliga útlufting og høvuðsreingerð í okkara viti og kenslum, skapar vón og ljós.
Nú fara vit at síggja JoJo Rabbit - má hann - umframt filmsuppliving okkara í kvøld - gerast eitt av okkara árinarmiklu undirvísingaramboðum móti fólkadrápi!
- Hanna Jensen -