Við filminum Ikki illa meint (2019), sum helst er einasta føroyska søga, ið tekur støði í Facebook, vann Andrias Høgenni í kvøld donsku Robert-virðislønina fyri besta stuttfilm.
Virðislønin er nevnd eftir kenda og sjálvlærda danska listamanninum Robert Jacobsen (1912-1993), sum eisini gjørd standmyndina, ið vigar ikki minni enn 940 gramm og hvørt ár verður gjørd í sama stoypiformi á Holbæk Jernstøberi.
Undirvísingarportalurin Snar hevur keypt rættindini til at brúka Ikki illa meint og aðrar filmar hjá Andriasi og øðrum føroyskum filmslistafólkum til skúlabrúks.
Í sambandi við uppgávur um filmin, verður sagt soleiðis um Ikki illa meint:
Føroysku vinkonurnar Marita og Elinborg møtast í einum donskum handli. Tær búgva báðar á Oyrasunds-kollegiinum á Amager í Keypmannahavn. Vit skilja, at tær kennast væl, men nú er nakað fráliðið síðan tær hittust. Marita og Elinborg royna at práta vinarliga, men greitt er, at okkurt er hent á Facebook, ið hevur órógvað vinarlagið, nú tær møtast í veruleikanum. Filmurin hevur eina liniéra tíðargond, tað vil siga at hann byrjar í fortíðini, so eru vit í nútíðini og endin, eitt ervi, er tríggjar mánar aftaná at vinkonurnar møttust í danska handlinum.
Andrias Høgenni (f. 1988), er filmsleikstjóri og ættaður úr Tórshavn. Áðrenn hann fór á filmslistaskúlan 18 Frames, og seinni Super16, nam hann sær royndir innan filmsgerð í sjónvarpsrøðini “Agurk”, og tá hann gjørdi videotilfar og filmsummæli til ungdómsblaðið MESS. Í 2013 fekk hann prógv sum filmsleikstjóri, og endafilmurin Timerne med Christine varð sýndur á Odense International Filmfestival.
Andrias hevur leikstjórnað stuttfilmarnar Stev (2009), Ávegis (2011), Harmoni (2012), Eina (2013), Det mand ikke taler om (2014) Kom og dansa (2015), Stina Karina (2015), Et knæk (2016) og Ikki illa meint (2019).
Fleiri av filmunum hjá Andriasi hava verið sýndir til Geyta-filmskvøldini í Norðurlandahúsinum, og hann hevur verið umboðaður øll árini. Í 2015, 2016 og aftur í 2019 vann Andrias Geytavirðislønina og í eina førinum eisini Áskoðaravirðislønina.
Eisini var Andrias við til at stovna yrkisfelagið “Føroysk Filmsfólk”, og í 2014 vann hann virðislønina “Årets filmtalent” frá Odense Filmværksted.
Á filmstevnuni í Cannes í 2019 vann Andrias við filminum Ikki illa meint Canal+virðislønina. Tað er fyrsta ferð at ein føroyskur filmur hevur verið vístur í Cannes. Í 2020 vann Andrias donsku Robert-virðislønina við sama filmi.
Nám hevur gjørt sáttmála við Andrias, um at fáa rættindi til at brúka filmarnar Eina, Kom og dansa, Stina Karina og Ikki illa meint í skúlunum. Filmarnir og uppgávurnar venda sær fyrst og fremst til elstu flokkar fólkaskúlans, miðlabreytir og miðnám.
Frammanundan hevur Nám keypt rættindi til filmar hjá Sakarisi Stórá, Anton Petersen og Heiðriki av Heygum. Ætlanin hjá Námi er at økja um tilfarið á hesi filmssíðuni, so eitt breitt úrval av nýggjari føroyskari filmslist altíð er tøkt til undirvísing.
Filmarnir kunnu eisini brúkast í tvørfakligum samstarvi, serliga á miðnámi millum lærugreinarnar filmsvísund, føroyskt, myndlist og sálarfrøði. Filmar, sum verða nevndir, kunnu í flestu førum lánast á Býarbókasavninum í Havn, eins og Nám hevur eitt avmarkað savn við filmum til láns. Brot úr filmum, filmsitat, eru ofta løtt at finna á YouTube.
Eru ivamál um tilfarið og film til undirvísing yvirhøvur, eru vit á Námi altíð til reiðar at hjálpa og ráðgeva, alt eftir førimuni.
- Snar -