Marjun Ziskason, Marianna Skarðenni Poulsen og Gunvá Magnussen
Í dag er læraraskeið í Námi við nýggja upprunatilfarinum Finka, sum gevur móðurmálsfakinum í fólkaskúlanum nýtt flog longu í øðrum flokki.
Høvundur er Marianna Skarðenni Poulsen, ið vann skúlabókakappinga, sum Nám útskrivaði í 2016, til tess at finna nýtt tilfar og fáa samband við nýggjar høvundar til skúlabøkur.
Bókaheildin Finka, sum umframt lesibók fevnir um tvær arbeiðsbøkur, eina ljóð- og mállærubók og eina læraravegleiðing við ástøðisparti og vegleiðingarparti, er nú komin á marknaðin.
Sissal M. Rasmussen hevur viðgjørt tilfarið lesifrøðiliga. Ritstjórarnir, sum í Námi hava varað av nýggja tilfarinum, eru Gunvá Magnussen og Marjun Ziskason. Tær báðar siga, at endamálið við Finku er at byggja brúgv millum holla ljóðarbeiðið, sum er gjørt í fyrsta flokki, og eina sjálvvirkna og meira flótandi lesing, sum væntað verður í triðja flokki.
Kathrina Skarðsá hevur teknað og Anna Simonsen, sum fann uppá heitið Finka, hevur verið grafikari. Hon starvast hjá Grafia, sum hevur havt bókagerðina um hendi.
Í komandi Skúlablaðnum verður greitt nærri frá um bókaheildina Finka.