Skip to main content

Posts

Showing posts with the label bøkur

Pólsk ferðabók um Føroyar

Í dag fekk eg eitt tjúkt bræv við einari pólskari bók í. Gitti, at tað var Marcin Michalski, sum sendi mær lidnu bókina, eftir at hann í fleiri ár hevði sent mær spurningar um føroyskt mentanarlív, og spurt um loyvi at brúka myndir av mínum bloggi. Tað var gamaní. Men ongantíð hava vit møtst, hóast hann fyrr hevur búð í Føroyum og hevur ein pólskan blogg um Føroyar . Heitið á bókini er Wyspy Owcze , sum er Føroyar á pólskum, og forlagið er Tramp í Stettin. Bókin telur 385 blaðsíður og er merkt av ótrúligum innliti um og áhuga fyri Føroyum sum ferðamáli, og eisini landi at búgva í. Fólkatalið í Póllandi er 38 milliónir, hvønn morgun gangi eg framvið pólskum arbeiðsmonnum og á Skipasmiðjuni eru skelti á pólskum. Nú eg lati bókina upp, standa fremst seytjan nøvn, har mítt er eitt. Undir hvørjum navni standa ymsar tøkkir. Við mítt navn stendur: Za bezcenne wsparcie merytoryczne i odpowiedzi na setki pytan dotyczacychkultury. Nú er gott at hava Google translate, sum dugir at siga mær, at pó

11 heiðursbrøv til føroyskar matstovur

Kvinnurnar vórðu serstakliga sjónligar, tá ellivu føroyskar matstovur í dag fingu heiðursbræv frá Bent Christensen, sum síðan 1978 hevur stjórnað Den Danske Spiseguide . Omanfyri er tað Karin Visth, sommelier, ið fær fremsta heiðursbrævið,  European Exclusive Elite, fyri matstovuna KOKS. Niðanfyri  er tað Wi Ounsa, ið fær einasta trístjørnaða heiðursbrævið fyri virksemið á THE TARV. Hóast koronastøðan gjørdi, at kokkurin Gutti Winther trein í hansara stað, er eingin annar, sum í so mong ár hevur fylgt við og hjúklað so nógv um føroyska matstovuvinnu, sum Bent Christensen Wi Ounsa, høvuðuskokkur á THE TARV, og Karin Visth, mamma og sommelier á KOKS, práta í Brandan innan heiðursbrøvini verða handað. Bestu matstovurnar, sum fáa heiðursbrøv, eru KOKS við Leynavatn, sum fær virðislønina European Exclusive Elite, ið svarar til tríggjar Michelinstjørnur, og THE TARV í Havn, sum fær tríggjar stjørnur, ið er hægsta stjørnumet og ímyndin av topniveau . Áarstova, Barbara, Bitin í Havn og Simmer

Um at hundsa

Trúði ikki mínum egnu eygum, tá eg fór at blaða í orðabókini, at finna eina yvirskrift til ein blogg um at hundsa. Tí tey hava so miriliga rætt, sum siga, at føroyskt er eitt mannfólkamál. Hygg bara eftir klipta døminum hjá Orðabókagrunninum, sum er sett omanfyri.  Tað krevst ikki tann stórtøkna tekstagreiningin í móðurmálsfakinum at finna fram til, hvør liggur omaná, er hin ráðandi, og hvør liggur undir, er hin órættaði. Ja, sjálvt hatta orðið er eitt kallkynsorð, tá hon framman fyri dómaranum tekur tað í munnin og svarar: Eg eri hin órættaði. Hinvegin, tá aðalfundur er í mínum egna felag, fer fleirtalið at binda. Fyrilitarleyst at binda. Atferðin er kynsbundin, tí bara felagslimir av einum kyni binda. Hitt kynið tolererar glintandi bindingina og at drigið og mátað verður, so fólk sita og veipa sum skuggamyndir hjá Tróndi í undirsjóvartunlinum, og onkur, sum er innkeyptur fyri nógvar pengar, og tí hevur orðið, spyr, hvat tað er tey vilja, nú tey peikaðu upp. Nei, eg bara bindi er svar

Harald sýnir fram í Lítluvík fríggjadagin

Omanfyri sæst kavarin og myndamaðurin úr Vestmanna, Harald Bjørgvin, í durinum heima hjá mær við nýggju bókini Havsins aldingarður , sum Sprotin gevur út. Undirheitið er Blue Eden , tí bókateksturin er eisini á enskum.  Harald hevur fotograferað og skrivað upplivingarmerkta frásagnartekstin til myndirnar, meðan lívfrøðingurin, Jan Sørensen, hevur skrivað konsisa fakliga tekstin. Fríggjadagin 8. januar klokkan 16 letur Harald upp foto- og søluframsýning við myndum úr bókini. Framsýningin verður í Smiðjuni í Lítluvík, og har ber eisini til at ogna sær bókina. Fremst í bókini greiðir Harald framúr sansaliga og tó praktiskt nærverandi um, hvussu hann fekk áhuga fyri fotografering, og hvat hendir, tá hann nógv ár seinni seinni loypir úti og fer at kava við myndatóli og blitsi. Fyrstu síðurnar eru so hugtakandi, at tú onga løtu ivast í, at kaving, samantvunnin við fotografering, veruliga kann gerast ein tann mest burðardygga ferðavinnugreinini í Framtíðarføroyum. Orðini, upplivingarnar og ey

Eftir jólaseyði

Í dag kom Sigfríður við árliga jólaseyðinum, trý veðurlambskrov. Av onkrari orsøk minnist eg hesa árins tíð, altíð eina gamla yvirskrift: "Eftir jólaseyði", uttan at hava hóming fyri hví. Fór í ár at leita, hvaðani hon stavar, og fann heitið í eini skúlabók hjá Mariusi Johannesen frá 1954. Heitið er Skrivligt føroyskt og bókin er ætlað sætta og sjeynda flokki at arbeiða við í móðurmálsundirvísingini í tátíðarsamfelagnum. Hvør einstakur tekstur, ella tími, er ætlaður at verða brúktur í einum undirvísingartíma. Hetta er ein sonevndur frásagnarstílur: Í eini revideraðari útgávu, sum eg finni á Google Books, eru 88 tímar. Stuttligt úrval, sum byrjar við at definera tíð. Í roynd og veru er tað við aldrinum, at gamlar bøkur blíva góðar og hugvekjandi at blaða í, púra uttan myndir og sans fyri grafikki. Fyrr og í samtíðini vóru tær knapt so góðar. Hvar aktuelli jólaseyðurin av Eiði hevur gingið, sæst á niðru myndini. Tað er millum áirnar, sum eru millum Svínabotn og Slætnabrúnna.

Meðan vit bíða eftir tunlinum

Dagsins hetja, Teitur Samuelsen, fotograferaður við rundkoyringina í Eysturoyartunlinum í dag.  Í Námi hava vit arbeitt við undirvísingartilfari til Snar um nýggju farleiðina, sum fer at knýta Havnina saman við Eysturoynni, og gera eina søguliga nýggja meginlinju av flogvøllinum, um høvuðsstaðin, til Runavíkar og heilt til Klaksvíkar og aftur. Eitt søguligt knýti, ið ger flestu fólk og bilar í landinum so ómetaliga nógv meira flytbar enn nakrantíð fyrr. Ja, enska orðið mobility fer heilt vist at fáa nýggjan týdning og nýggja nýtslu í føroyska veruleikanum. Flytleiki og flytføri sum orðabókin sigur.  Í morgun skeyt starvsfelagin, Rói Joensen, upp, at vit burdu farið at fotografera í tí meir enn 11 kilometur langa Eysturoyartunnlinum, so undirvísingartilfarið eisini kundi verða í myndum og ikki bara í turrum teksti við tungum rokniuppgávum, og tað í góðari tíð innan tunnilin, sum er Føroya størsta verkætlan, letur upp leygardagin hin 19. desember. Tá eru allir skúlar farnir í jólafrí.

Ævintýrið um teldu og kotu

Finska Linda Liukas hevur skrivað bókina Hey Ruby , sum Hendrik Jacobsen hevur umsett og Nám gevur út á Bókadøgunum í næstu viku. Í dag hitti eg Hendrik á arbeiðslpássinum, tí vit báður eru gamlir starvsfelagar. Eg spurdi hann í fartinum, hví henda barnabókin um Ruby er so áhugaverd beint nú? - Tað er hon, tí at hon á ein ævintýrakendan hátt og so leikandi lætt lýsir fyri børnum, hvussu heimurin við innfeldum, kompleksum kt-veruleika er, uttan at brúka ein einasta tíma framman fyri skýggjan. Kortini fært tú eina innføring í og fatan av einum truplum og samansettum bygnaði, sigur Henrik um nýggju bókina og avrikið hjá finska høvundanum, sum hann týðuliga er hugtikin av. - Og so er bókin eitt ævintýr, og so spøl eisini. Høvundurin hevur undirvíst í koting og ger tilsipingar av øllum slag, til dømis til Ruby, sum er eitt mál at kota við, sum møtir Django, sum aftur er eitt kotumál og so framvegis, sigur Hendrik og nevnir fleiri mál at kota við. Hvussu bar tað til at tú fekst hugskotið at

Heimurin í okkara eygum

Um dagarnar rendi eg meg í eitt tíggju ára minni, sum nú aftur fer at verða aktuelt. Hóast høvið bara er ein bók, er evnið í botn og grund so størt sum at definera seg sum tjóð, millum geografi og mentan, tá eitt atlas skal dagførast á móðurmálinum.  Í hesum føri var tað Umhvørvisstovan, sum fyri tíggju árum síðan var vertur fyri Nordisk Kortchefmøde í Havn í 2010.  Tá sjáldsama stóri norðurlendski fakfundurin varð settur í Umhvørvisstovuni hin 29. august hetta árið, bað deildarleiðarin fyri land- og sjókort, Stein Fossá, meg seta stevnuna. Nú eg rendi meg aftur í tíggju ára gamla tekstin, fari eg at seta hann á bloggin, so hann eisini kann lesast. Her er umbidna talan fyri tíggju árum síðan: Velkommen til Torshavn, samtlige gæster og kortchefer. Jeg er redaktør på det offentlige færøske skolebogsforlag, Føroya Skúlabókagrunnur. Dette forlag gav i 1993 ud det første færøske atlas nogensinde, Heims atlas , med Niels Petersen som redaktør.  Nu, 17 år senere, er tiden inde for en revider

Finka er best í Evropa

Í dag er greitt, at vit eiga bestu skúlabók í Evropa. Bókin eitur ”Finka” og høvundurin er Marianna Skarðenni Poulsen. Tekningarnar eigur Kathrina Skarðsá og forlagið er Nám, sum í dag stroymdi evropeisku avgerðina í hølunum við Hoyvíksvegin. Stjórin, Eyðun Gaard, var ikki sørt erpin at verða kosin evropameistari í skúlabókum og forlagsvirksemi. Trettan bøkur, har málbólkurin er tey 8-10 ára gomlu, tað er í Týsklandi Grundschule , Fraklandi École élémentarie og í Bretlandi key stage 2 , vórðu úrvaldar at kappast um heiðurin. Avgerðin fall á netinum seinrapartin í dag, har týska Helga Holtkamp úr Berlin bjóðaði vælkomin til árligu kappingina Best European Learning Materials Awards, stytt BELMA. Christoph Bläsi úr Mainz í Týsklandi greiddi síðan frá um teir fýra bólkarnar undir yvirskriftini The BELMA principles - how to win a BELMA. Byrjað var við bólki fýra og so varð talt niður til bólk eitt og at enda varð ein serlig virðisløn. Leif Láadal sendi beinleiðis úr Námi til sendingina Nón.