Áarstova, Barbara, Bitin í Havn og Simmer Dim umborð á Norrønu fáa tvær stjørnur frá den Danske Spiseguide, sum verða lýstar við hesum orðum: ”Restauranter, der tilbyder en sæsonsikker, udfordrende og spændende spiseoplevelse med personlig og kyndig betjening og med god vejledning m.h.t. drikkevarer.”
Katrina Christiansen fær eina stjørnu, og Hafnia og Etika fáa Knív-og-Gaffil-frámerkið.
Ræst og Fútastova fáa eisini heiðursbræv, diplom, frá Den Danske Spiseguide.
Tað er ikki óvæntað at KOKS fær hægstu virðisløn og at THE TARV er í hølunum við fullum stjørnutali. Men áhugavert er at síggja, at allar matstovurnar Heima í Havn fáa heiðursbræv í ársins útgávu av Den Danske Spiseguide.
Umframt heiðurin er tað ein praktisk fynd at sleppa við í bókina, sum vísur fram og peikar á úrvaldu matstovurnar, ið hvørt ár eru um 300 í tali, og í ár eru 11 teirra føroyskar.
Bent Christensen smakkar og metur sjálvur um allar rættir, ið hann rindar fyri sum ein vanligur gestur, uttan at nakar veit av tí. Eftir vitjanina ber til at bíleggja eina professionella frágreiðing.
Fyrstu ferð eg møtti Bent Christensen var tá hann legði fram og signeraði stóru bókina um Koks, sum Sprotin gav út á Hotel Føroyum í 2012. Síðan havi eg sjálvur fingið høvið at skriva um føroyska matgerðarlist og vinnu í Den Danske Spiseguide, sum forlagið hjá Bent, Books For Cooks, gevur út á hvørjum ári.
Í sjeytiárunum arbeiddi Bent fyri Volvo og feraðist so nógv, at hann noyddist at eta úti. Í dag er hann heilt vist tann dani, ið hevur etið mest á flestu matstovum.
Týsdagin taldu vit upp, hvussu nógvar borðreiðingarnar mundu vera, nú hann stundar til tey áttati.
Í 2015 tá 39. útgávan av Den Danske Spiseguide kom út og høvundurin var 74, tosaði gastronomiski journalisturin á Politiken, Stephen Haar, við Bent, sum hann kallaði ein gastronomiskan Godfather.
Tá teir gjørdu upp hetta árið, hevði Bent etið á 7.500 matstovum.
- Síggja vit burtur frá árinum í fjør, sum í allar mátar var óvanligt, og ikki kann roknast við, so er árliga talið umleið 140 máltíðir. Samlaða talið man tí nú vera einar 8.200 máltíðir, sigur Bent, og leggur afturat, at hetta seinasta tíggjuáraskeiðið hevur hann avmarkað seg til ikki at eta tvær, men bara eina máltíð á matstovu um dagin. Tað er nógmikið nú, sigur Bent Christensen, sum er 79 ára gamal.
Um gongdina í føroysku matstovuvinnuni sigur Bent, at hóast truplar tíðir, so hava føroysku matstovurnar ikki bara megnað at halda høga støðið, men eisini at hækka støðið.
- Tað er tað flottasta avrikið, sigur Bent, og spyr retoriskt, um vit nú eru komin á gastronomisku endastøðina, hava roynt alt og einki er eftir at heinta.
Sjálvur freistist eg at spyrja, um vit nú aftur eru við kotelettsegmentið, ella kunnu vit vænta okkum okkurt nýtt í heimligu gøtumyndini?
- Svaret er nok, at jeg de senere år synes, at lysten til at kreativisere de mere ukendte og mindre efterspurgte råvarer har overtaget lysten til at lade øvrige fremragende råvarer som rokker, sø- og rødtunger, ørred, pighvar og torsk, fugle fra fjeld, og lam, der stadig synes eksotisk på restauranter, i stikken. Den færøske bouillabaise lider også af for ringe omsorg. Det synes jeg er beklageligt. I min optik må ingen fremragende lokal råvare negligeres og kreativitet er også interessant for søtungen. Tages dette indspark seriøst, er der absolut nye udenlandske ovationer i vente, sigur Bent, ið sum eingin annar hevur gaffilin á borðinum.
Bent Christensen, sum er íðin høvundur, ritsjóri og forleggjari, gav fyrrárið út ensku bókina Fish and Shellfish, við seks norðurlendskum kokkum, har Poul Andrias Ziska er ein. Hinir eru Jonathan Berntsen, Brian Mark, Nicolaj Christiansen, Christian Gadient og Kenneth Tof-Hansen.
- A superb modern cuisine of fish and seafood, very inspiring, sigur ein ummælari um donsk-ensku bókina.
Nýggjasta úr matstovuumhvørvinum í Havn er, at nú verður ein standmynd av ikonisku Barbaru reist í Nýggjustovutúninum. Tað eru Eirikur Lindenskov og onnur, ið hava í umbúnað at gera standmyndina, sum Archibald Black hevur gjørt skitsu av í 2018. Hugsanin er, at Barbara skal síggjast í einum nútíðarkonteksti í hornatøkum við ein prest.
Nú fer arbeiðið í gongd, siga fyrireikararnir, sum Heima í Havn nevna Molly Malone í írska høvuðsstaðnum Dublin sum fyrimynd. Heðin Mortensen, sum er tann borgarstjóri, ið hevur reist flestu standmyndir, er við í ætlanini at reisa standmynd av søguligu Barbaru, sum livdi á hesum leiðum, og Jørgen-Frantz Jacobsen skrivaði Føroya kendastu søgu um, og Nils Malmros gjørdi Føroya mest sædda biograffilm um. Tað er erotikkur í Matstovuhavn.