Skip to main content

Posts

Showing posts with the label filmur

Nógvir filmar - eingin næmingur

Nadia Abraham, stovnari, og Dan Helgi í Gong, samskipari, frammanfyri FIMFF vegginum í Norðurlandahúsinum í kvøld Í kvøld varð sjeynda filmstevnan undir heitinum Faroe Islands Intl Minority Film festival sett í Norðurlandahúsinum. Tað var við fransk-amerikanska heimildarfilminum Queendom , har leikstjórin, Agniia Galdanova, lýsir russiska artistin Gena Marvin, sum býr í Magan, átta tímasonur eystur úr Moskva. Har, í Moskva og París síggja vit, hvussu hann klæðir seg út, og í endanum brúkar seg sjálvan sum mótmælisinstrument á gøtuni, tá Putin ger innrás í Ukaraina. At enda flýggjar hann til franska høvuðsstaðin og fær friðskjól. Ein sterkur endi. Innan sýningina heilsaði festivalstovnarin, Nadia Abraham, teim møttu við enskari talu, har hon avdúkaði, at hóast nógvar góðar og aktuellar filmar, har eg serliga vil viðmæla Little Richard - I am everything og Holy Spider , vóru útlitini at møta føroyskum skúlanæmingum ikki bara vánalig men blankt eingi. - Yet, as I stand before you today,

Filmsfelagið byrjar aftur

Mikudagin 30. august byrjar Filmsfelagið aftur við nýggjum spennandi sýningum í Havnar Bio, sum nú er einasti føroyski biografur. Nýtt er eisini at biografurin hevur fingið betri stólar og skjótari er at avgreiða viðskiftafólk í kioskini. Tað var í Havnar Bio at Eyðun Johannessen, Erling Simonsen og Fraser Eysturoy stovnaðu Filmsfelagið í 1962. Brævið frá Helgu Fyrsti filmur í heystskránni hjá Filmsfelagnum er hin spildurnýggi íslendski Brævið frá Helgu. Leikstjóri er 38 ára gamla Ása Helga Hjörleifsdóttir, sum byggir á skaldsøguna hjá Bergsveini Birgisson frá 2010, Svar við bréfi Helgu, sum tvey ár seinni varð í uppskoti at fáa Norðurlendsku Bókmentavirðislønina.  Atgongumerkjasølan til sýningina er byrjað. Tove Ditlevsen og Victor Andreasen Annar filmur í heystskránni er Toves Værelse, sum danski Martin Zandvliet hevur leikstjórnað. Hann hevur fyrr gjørt sterka krígsfilmin Under Sandet. Eins og Who’s Afraid of Virginia Wolf er nýggi filmurin ein beisk og ótilgjørd lýsing av eitrandi

Barbie, Ken, Eiler og Oppenheimer

Eiler Fagraklett í Havnar Bio, har hann hevur sæð "Barbie" saman við vinkonunum. Niðanfyri er ummælið hjá Eileri av filminum, sum hann sá sunnukvøldið  Hósdagin hevði nýggi Barbie filmurin heimsfrumsýning, og eins og so nógvir aðrir føroyingar, nýtti eg høvið at síggja nýggja filmin sunnukvøldið. Ein filmur, sum óvanliga nógv hevur verið prátað og skrivað um síðsta hálva árið. Hetta gjørdi, at nógv varð væntað av upplivinigini - og eg má siga, at Barbie og Ken skuffaðu ikki.  Í filminum spælir Margot Robbie høvuðsleiklutin sum Barbie, meðan Ryan Gosling spælir Ken. Søgan fylgir teimum báðum á eini sjálvrannsaknandi ferð eftir, at tey uppliva eina eksistentiella kreppu. Sum samkyndur drongur í áttatiárinum varð eg sjálvandi hugtikin og til tíðir drigin at ljósareyða dreymalandinum hjá Barbie. Men tað var ein onnur tíð, og tá var tað ikki væl sæð, at dreingir spældu við dukkur, og so slett ikki við hina mest femininu dukkuna av teimum øllum: Barbie. So eg fekk aldri eina Barbie

Tíðarrøtt útsøla á Netflix

Netflix hevur í hesum døgum útsølu av einum tíðarrøttum og hugvekjandi umfari av gomlu Black Mirror røðini, har revsandi sjálvspei verður sett í hásætið. Fyrsti partur verður viðmældur uppá tað kraftigasta. Karmurin um henda fyrsta partin, Joan is awful , er just Netflix, sum til høvið kallar seg Streamberry, og vil gera teg, kæra áskoðara, til høvuðspersón í tínum egna lívi.  Revsandi og reflekterandi sjálvspei, sum tekur við, tá tú trýstur á accept á øllum tínum handgingu gadgets.  Amboðum, sum føroyski skúlin og Fólkaheilsuráðið sum tað fyrsta vilja sløkkja og taka frá fólki. Og tá onkur vitari í fremstu føroysku røð í almenna rúminum svarar hesum svartsýni aftur, verður hann biðum um at taka orðini aftur. Tað ger hann so, skammfuktaður. Vorðið sum upplýsing til fólkið. Men aftur til søguna. Teknologisøgan í Joan is Awful er djúpari enn soap nakrantíð eydnaðist at blíva, tí satiriska nýsøgan kundi saktans verið neistin, ið festi í hjá arbeiðandi filmsfólki á gøtuni í Hollywood

Á songarstokkinum má verða markið

Tríggir norðurlendskir filmsgranskarar, Gunnar Iversen, Mariah Larsson og Isak Thorsen skriva í hesum døgum Handbook of Nordic Cinema . Í hesum sambandi hevur Isak Thorsen skrivað ein kapitul um donsku Sengekant -filmarnar í Grønlandi, og spyr, um teir eisini hava verið vístir í Føroyum. Hóast lotur, er mítt svar eitt rungandi ja.  Við filmsgerð er tað í øllum londum so, at innlendskur filmur, ella tjóðskaparligi mentanararvurin, um hann so er filmur ella annað mentanaravrik, er sjálv beinagrindin í viðkomandi landi, tá umræður ikki bara filmsgerð, men so sanniliga eisini biografvirksemi, um tú vilt tað ella ei. Handilsliga uppgávan, tí hon liggur frammalaga, kanska fremst í júst hesi sjangru, er at finna fram til, hvat kann lokka fólk í biograf. Heldur enn filmslist, er hetta handilsmannskapur, sum liggur fremstur í samtíðini, har og tá lættir pengar eru at finna. Serliga fyrst í sjeytiárunum sæst, at nógvir danskir seingjastokkafilmar hava verið vístir í teim mongu føroysku biografun

Pallmentan hevur tað ikki gott

Hagstovan hevur rullað seg út við tølum, sum eru sigandi sjónlig og nú eisini løtt at lesa við góðum grafikki. Velja vit tann partin av pallmentan, sum er sjónleikir og biografar, síggja vit hvussu gongdin hevur verið síðan aldarskiftið, tá umræður leikir og vitjandi til sjónleikir, umframt filmsýningar í biografum. Frá 1998 til og við í fjør, hava bestu árini til sjónleik verið 2009 við 31 áhugaleikum, meðan besta árið til yrkisleik var 2019, tá ellivu yrkisleikir vórðu settir á pall kring landið. Lakasta árið til áhugaleik var fyrrárið, tá bara tríggir leikir vórðu. Árið undan vórðu eins fáir yrkisleikir, tríggir, settir á pall. Sama lágpunkt rakti yrkisleikur í 2005 og 1998. Mátið fyri at føroyskur yrkisleikur anir, men ikki doyr út, er eftir hesum at døma trý leikverk um árið.  Hyggja vit í sama tíðarskeið eftir vitjanartølunum sæst, at tá einki er at hyggja eftir kemur eingin. Hinvegin er tað ikki vist, at tá flestu leikir eru at síggja, aktiverar tað flestu áskoðarar. Hóast ein á

Filmsummæli: 70 metra dýpið

Meðan vit kundu dusa okkum við nýggju CGI versjónini av Lítlu Havfrúnni hjá Disney, bar eisini til í Mentanarvikuni at skotra seg í stólin í Løkshøll og hyggja, meðan tey tendraðu heimliga filmin, 70 metra dýpið , har Bogi Krossteig er fyrstur at kava niður á russisku Olshanu, sum rendi á Flesjarnar og sakk í 2007.  Álvarsemið í ætlanini verður ikki minni, tá Bogi sigur, at hetta er lívshættisligt. Kortini kavar hann. Og vit sleppa við. Eri sannførdur um, at filmur, tá hann er bestur, er munadyggasti miðil at lata seg tøla av og síðan verða førdur við í annan heim. Filmar, um skip sum søkka, eru millum mest sæddu á stóra løriftinum. Hóast teir viðgera sama evni, hava stuttfilmar ongan pall ella marknað. Arbeiðið er con amore og drivið av áhuga, til onkur biografur sær møguleikan fyri forfilmi ella inngangi til ein annan hóskandi biograffilm.  Í hesum avmálda filmi, sum varir tjúgu minuttir, eru upptøkurnar av teim tilsamans átta kavingunum og øllum fyrireikandi samrøðunum og tingingu

Arthouse á Netflix

Hevur tú hug at síggja arthouse filmar, ella í minsta lagi eitt sindur óvanligar filmar, heima hjá tær sjálvum, so eru hetta trý góð boð. Fyrsti filmurin, "Certain Women", er frá 2016, og byggir á søgur hjá einum kvinnuligum rithøvunda úr Helena í Montana, Maile Meloy, har tær tríggjar søgurnar, ið bera filmin, eisini fara fram. Huglagið og søgugongdin eru so stillfør, at eg vil í summum førum siga beint fram avbjóðandi, tí gongdin krevur tolinmóð. Júst hetta ger filmin spennandi at síggja, tí tað ósagda, heldur enn tað sagda, ber filmin. Hóast tvístøður og avbjóðingar royna kvinnuligu høvuðspersónarnir at klára seg gjøgnum gerandisdagin, í einum føri á hesti sum alternativ til bil, og við Guy Clark og ”Boats to build” á ljóðsporinum. Framúr, um tú ert til vegjaðarafilmar av bygd í USA. Kelly Reichard er fødd í Florida í 1964. Annar filmurin er spildurnýggjur og gjørdur til Netflix. Heimildarfilmurin sigur søguna um Anna Nicole Smith, sum í veruleikanum eitir nakað heilt anna

Fer Kroatia at vinna við einum subversivum friðarsangi?

Besti sangur í Eurovision sjovinum í ár er úr Kroatia. Orsøkin til at eg haldi tað, er fyrst vavið og útbreiðslan, sum hetta sjov hevur fingið í blinkstrandi heiminum og síðan, hvussu væl provokatørar duga at finna afturundirgerð og íðukálvar, og síðan leggja seg væl fyri í kjalarvørrinum á mainstream og sleppa upp á borgarliga familjupallin, at sníkja subversivan boðaskap út til allan heimin í prime time. Hetta er kjarnin í Grand Prix, sum vit fyrr søgdu, og Eurovision Song Contest, sum tað nú kallast, og Føroyar vilja eiga ein lut í.  Kroatiski bólkurin eitir Let 3 og hevur seinastu fjórðingsøldina givið út tíggju plátur, í summum førum so ónærisligar, at teir av forstáiligum orsøkum hava verið sensureraðir. Teir hava roynt listaliga tónleikaformin punk heilt í mark. Júst tí haldi eg, at teir í ár eru so áhugaverdir við einum agitatoriskum eysturevropeiskum friðarsangi, har teir enda við at ríða á reyðum bumbum og ganga í berum undirbuksum. Samstundis eru teir so tilvitaðir um sjangr

Skapanarsøga Kubrick's

Kamartónleikarastevnan Endurljóð fer mikudagin av vísa filmklassikaran 2001 A Space Odyssey í Filmsfelgnum.  Í okkara tíð við artificial intelligence, vitlíki, sum í skapi av chatGPT er komin inn um skúlagátt, er 55 ára gamli filmurin eitt serliga hugtakandi høvi at síggja apurnar møtast við ein monolitt, sum kanska er ST bygningurin, kasta ein avpiðaðan lærlegg upp á luftina, sum so kemur sveimandi niður aftur sum ein háteknologisk rúmdarstøð við klassiskum tónleiki, og so stýrandi stórteldan, HAL 9000, sum eftir at hava verið menniskjans vinur og tænari, verður sløkt. Mikukvøldið er høvið at síggja klassiska Kubrick-filmin 2001: A Space Odyssey  á stóra løriftinum í Havnar Bio, sum í løtuni er Føroya einasti biografur. Filmurin, ið byggir á skaldsøgu hjá Arthur C. Clark (1917-2008), er mest slóðbrótandi science-fiction filmur, sum eisini hevur eitt øðrvísi og avbjóðandi ljóðspor, og tí er valdur at vísa á fyrstu kamartónleikastevnuni. Leikstjórin, Stanley Kubrick (1928-1999) setti

Sakaris við nýggjum filmi

Sakaris Stórá, sum er kendur fyri vælumtókta spælifilmin Dreymar við havið (2017) og virðislønta stuttfilmin Vetrarmorgun (2013) og fyrsta Geytavinnaran Summarnátt (2012), ferð nú undir upptøkurnar til næsta føroyska spælifilmin.  Tað upplýsir Filmshúsið. Filmurin, sum skal takast upp i Suðuroynni í vár, hevur altjóða heitið THE LAST PARADISE ON EARTH.  Filmurin fylgir Kára, sum arbeiður á lítla flakavirkinum í heimbygdini, har hann býr saman við pápanum og yngru systrini, Silju.  Heimið hjá teimum hevur ikki verið tað sama síðan mamman doyði. Sorgarrakti pápin, ið er uppilagstur sjómaður, megnar ikki at taka sær av familjuni. Meðan flestu javnaldrarnir hjá Kára langtsíðan eru fluttir av oynni, ynskir Kári at verða verandi. Men tá pápi Kára brádliga fer aftur til skips, stendur Kári eftir við ábyrgdini av heiminum og yngru systrini, ið stríðist við ein gerandisdag, ið setur alsamt hægri krøv.  Samstundis er lívsæðrin í bygdini í vanda, tí lítla flakavirkið er við at tapa bardagan m

Hjartafilmur á Eiði

Heimildarfilmurin Heartist er ein skaldaborin og estetiskt gjøgnumførd myndalýsing av listakvinnuni Sigrun Gunnarsdóttir, sum býr á Eiði. Eg avmyndaði hana í Kolshøll í skúlanum á Eiði í gjár, har filmurin varð frumsýndur og Ansy Høghamar, virkandi borgarstjóri, bar fram eina heilsan frá kommununi, innan Sigrun sjálv innleiddi og greiddi frá, hvussu hon fekk hug at mála og at hyggja eftir filmi.  Í filminum, sum nú tendraði, skrivar Sigrun seg ikki bara inn í staðbundna umhvørvið, tá hon í ljósareyðum klæðum sæst ganga runt Vatnið við smáu, hvítu hundunum, kastar seg á kalda bláman, spælir borðtennis móti manninum, Tordi, fer ein túr niðan í Koll, sum vit eins og svimjusenurnar síggja úr erva við dronu, poserar kult-realistiskt við reyða bilinum frammanfyri verkstaðnum hjá beiggjanum, Torleivi, ella kontemplerar í kirkjuni at síggja abban, Niels Kruse - men eisini við at vera kvinna í myndlistini, lokalt og altjóða, og sum virkandi myndlistakvinna at vera í ævigum dialogi við mammuna,