Kamartónleikarastevnan Endurljóð fer mikudagin av vísa filmklassikaran 2001 A Space Odyssey í Filmsfelgnum.
Í okkara tíð við artificial intelligence, vitlíki, sum í skapi av chatGPT er komin inn um skúlagátt, er 55 ára gamli filmurin eitt serliga hugtakandi høvi at síggja apurnar møtast við ein monolitt, sum kanska er ST bygningurin, kasta ein avpiðaðan lærlegg upp á luftina, sum so kemur sveimandi niður aftur sum ein háteknologisk rúmdarstøð við klassiskum tónleiki, og so stýrandi stórteldan, HAL 9000, sum eftir at hava verið menniskjans vinur og tænari, verður sløkt.
Mikukvøldið er høvið at síggja klassiska Kubrick-filmin 2001: A Space Odyssey á stóra løriftinum í Havnar Bio, sum í løtuni er Føroya einasti biografur. Filmurin, ið byggir á skaldsøgu hjá Arthur C. Clark (1917-2008), er mest slóðbrótandi science-fiction filmur, sum eisini hevur eitt øðrvísi og avbjóðandi ljóðspor, og tí er valdur at vísa á fyrstu kamartónleikastevnuni.
Leikstjórin, Stanley Kubrick (1928-1999) setti við hesum meistaraverki nýggj mørk fyri filmsframleiðslu, og filmurin er framvegis viðurkendur, sum ein av bestu filmum yvirhøvur. Í Filmsfelagnum hava vit áður sýnt Kubrick klassikaran The Shining (1980).
Hesin filmur, sum verður sýndur í enskari upprunaútgávu frá útleiðagaranum Park Circus í Glasgow uttan undirtekst, byrjar við svørtum skíggjum, meðan Atmosphéres (1961) hjá ungarsk-eysturríkska tónaskaldinum, György Ligeti, hoyrist afturvið.
Vit síggja forsøguligu forfedrarnar, ið eru apur fyri trimum milliónum árum síðan, innan lopið verður fram í tíð, og steðgað verður í 1999, tá vit lenda á eini rúmdarstøð, sum er í ringrás um mánan.
Umborð er ein vísindamaður, ið skal vitja á mánastøðini. So loypir filmurin átjan mánaðir fram til árið 2001, har rúmdarfarið Discovery One er ávegis til gongustjørnuna Jupiter. Umborð eru rúmdarmennirnir Dave Bowman (Keir Dullea) og Frank Poole (Gary Lockwood), umframt stórfingnu tosandi telduna, HAL 9000.
Afturvendandi evnið í rúmdarfilminum er eftirgjørd tilvitska, fremmand tilvitska og ferðin út í tað ókenda, sum er væl undirbygd av mikropolyfoniskum tónleiki.
Á ljóðsporinum í klassiska filminum eru fleiri verk av undangongutónaskaldinum György Ligeti (1923-2006). Hin 28. mai í ár eru hundrað ár, síðan hann varð borin í heim.
Tónaskaldið Sunleif Leivsson Rasmussen fer at innleiða sýningina, sum er almenn.
Tað eru fólkini aftanfyri kamartónleikastevnuna, Endurljóð, Jóhannes Andreasen og Helle Thede Johansen, ið hava fingið sýningina við 2001: A Space Odyssey í lag, til tess at hátíðarhalda hundrað ára dagin hjá György Ligeti. Semja er um, at tað verður gjørt best við at vísa júst henda heimskenda og fyrimyndarliga film í Filmsfelagnum.
Væl møtt!
10/5 kl 20:00 2001: A Space Odyssey (Stanley Kubrick UK 1968 149 min)