Hagstovan hevur rullað seg út við tølum, sum eru sigandi sjónlig og nú eisini løtt at lesa við góðum grafikki. Velja vit tann partin av pallmentan, sum er sjónleikir og biografar, síggja vit hvussu gongdin hevur verið síðan aldarskiftið, tá umræður leikir og vitjandi til sjónleikir, umframt filmsýningar í biografum.
Frá 1998 til og við í fjør, hava bestu árini til sjónleik verið 2009 við 31 áhugaleikum, meðan besta árið til yrkisleik var 2019, tá ellivu yrkisleikir vórðu settir á pall kring landið. Lakasta árið til áhugaleik var fyrrárið, tá bara tríggir leikir vórðu. Árið undan vórðu eins fáir yrkisleikir, tríggir, settir á pall. Sama lágpunkt rakti yrkisleikur í 2005 og 1998. Mátið fyri at føroyskur yrkisleikur anir, men ikki doyr út, er eftir hesum at døma trý leikverk um árið.
Hyggja vit í sama tíðarskeið eftir vitjanartølunum sæst, at tá einki er at hyggja eftir kemur eingin. Hinvegin er tað ikki vist, at tá flestu leikir eru at síggja, aktiverar tað flestu áskoðarar. Hóast ein ábending kann hómast, eru vitjunartølini ikki ájavnt við talið á leikum, skuldi onkur vænta tað. Givið er, at viðurskiftini millum leiktal og seld atgongumerki eru samansettari enn so, hóast tey ikki síggjast í tølunum hjá Hagstovuni.
Í fjør vóru sjey framførslur í báðum bólkum, teim yrkislærdu og teim áhugabornu. Seld vórðu 9.569 atgongumerki til teir sjey yrkisleikirnar og bara 3894 til áhugaleikirnar. Tað vil siga, at meðan 1367 koma til yrkisleikirnar, koma bara 556 til teir ymsu áhugaleikir, sum vórðu settir á pall kring landið í fjør. Gongdin er greitt til fyrimuns fyri yrkisleiki.
Norðurlandahúsið, ið upprunaliga varð hugsað sum sjónleikarhús, er eisini hildið fram í hagtølunum hjá Hagstovuni yvir palsettar leikir og vitjunartøl. Hagfrøðiliga eru flestu leikir í 2008, tá 69 framførslur eru at velja ímillum. Akkurát hvør, ella hvørjir, og um tað er ein leikur ella hvussu nógvir, er ikki upplýst. Kanska er tað ein ella fleiri sangleikir hjá skúlanæmingum. Ringasta árið er 2020, tá átta sjónleikaframførðslur hava verið á palli í Norðurlandahúsinum. Hægsta vitjunartalið hevur eisini verið í 2008, tá 19.588 vóru til sjónleik. Sum galdandi er í øllum marknaðartilboðum hanga útboð og eftirspurningur neyvt saman. Har einki er, kemur einki. Til soltnasta árið, 2020, vóru 415 fólk til sjónleik. Í eitt heilt ár. Korona er helst ein orsøk til afturgongdina í øllum hagtølum hesi árini.Enn meira deprimerandi eru biograftølini í yvirlitinum hjá Hagstovuni. Tey staðfesta tann ávegis deyðadómin, at í dag er bara ein biografur í Føroyum. Útlendsku frumsýningarnar hava tvær ferðir, tað er í 2019 og 2021, verið 213 í tali, sum helst er maksimum, also tað mest møguliga á skránni hjá biografinum, sum hevur eitt stórt og eitt lítið sýningarhøli. Hinvegin hava árini 2018 til 2021 verið frumsýndir tríggir til sjey føroyskir filmar um árið. Húsið, sum er frá 1962, er bygt til biograf burturav og er ikki fleirfunktionelt, sum til dømis Norðurlandahúsið, ið er frá 1983. Hyggja vit eftir skrásettu hagtølunum fyri biografvitjanir, síggja vit, at í fjør var hvør íbúgvi einaferð í biograf. Tað vil siga, at í fjør vórðu seld um 54000 atgongumerki í einasta biografinum í Føroyum.
Hagstovan sigur mær so mikið, at pallmentan, sjónleikur og biografur, hava tað ikki gott í Føroyum í dag.