Netflix hevur í hesum døgum útsølu av einum tíðarrøttum og hugvekjandi umfari av gomlu Black Mirror røðini, har revsandi sjálvspei verður sett í hásætið. Fyrsti partur verður viðmældur uppá tað kraftigasta.
Karmurin um henda fyrsta partin, Joan is awful, er just Netflix, sum til høvið kallar seg Streamberry, og vil gera teg, kæra áskoðara, til høvuðspersón í tínum egna lívi.
Revsandi og reflekterandi sjálvspei, sum tekur við, tá tú trýstur á accept á øllum tínum handgingu gadgets.
Amboðum, sum føroyski skúlin og Fólkaheilsuráðið sum tað fyrsta vilja sløkkja og taka frá fólki. Og tá onkur vitari í fremstu føroysku røð í almenna rúminum svarar hesum svartsýni aftur, verður hann biðum um at taka orðini aftur. Tað ger hann so, skammfuktaður. Vorðið sum upplýsing til fólkið.
Men aftur til søguna.
Teknologisøgan í Joan is Awful er djúpari enn soap nakrantíð eydnaðist at blíva, tí satiriska nýsøgan kundi saktans verið neistin, ið festi í hjá arbeiðandi filmsfólki á gøtuni í Hollywood beint nú, og tískil hevur sent alla vinnuna í verkfall.
Hygg, og fá eftir einum tíma, innlit í allar staklutirnar, algoritmur, CGI og AI, sum í filmsverðini ikki kunnu elva til nakað annað enn verkfall og standstill í filmsgerð. Her eru brúkarastýrdar algoritmur, sum tú sjálv setur í verk, og Noreg beint nú ætlar at forbjóða í marknaðarføring, Computer-generated imagery, sum tá Malmros duplikerar seglskip í Barbara, og Artificial intelligence, vitlíki, tildømis á ChatGPT, har alt skrivligt tilfar kann genererast, og vit sum rosinan í pylsuendanum kunnu skrivað okkara egnu minningarorð til øll í cyberspace. Meir um tað seinni.
Men innan vit koma so langt, sum at viðgera hesa fyrstu søguna í sætta umfari av sprekkaðu teknologisøgunum, Black Mirror, har felagsheitið sipar til skermin ella skíggjan, sum vit konstant hava í privathondini, á arbeiðsborðinum ella heima á stovuvegginum, so er vert at leggja til merkis at útsølutíðin hjá Netflix í summar eisini bjóðar bestu filmarnar hjá Ingmar Bergman, so sum Tystnaden og Persona, niðursjóðaða romantiska klassikaran, The Remains of the Day, fyrsta svenska sosialrealistiska krimifilmin eftir Sjöwall og Wahlöö, Mannen på taket, heimsins besta film um makt, jørð og átrúnað, There will be Blood, hin óbetaliliga millummentanarliga limbofilmin, Lost in Translation - og so enn ein gamlan nýklassikara um ótilvitaða menniskjað í teknologistýrdu miðlaverðini, The Truman Show, har størri maktir við heitinum Christ-on og Christ-off stýra Jim Carrey í einum poetiskt álvarsomum leikluti, har hann at enda fær eygað á seg sjálvan. Avstralski Peter Weir hevur leikstjórnað, og hann plagdi at vera bestur, tá hann lýsti persónar, ið nettupp verða ávirkaðir av miðlum, sum í hesum føri reality sjónvarpi, í førinum Witness av útvarpi í fjósinum hjá amishfólki og í The Mosquito Coast av stórskíggja í kirkju.
Fert tú á konstrueraðu heimasíðuna hjá Netflix um Streamberry og filmin Joan is Awful, so fært tú hesi inngangsorð:
- Whether your name is Joan or not, you are the star of the show. Take or upload a photo of yourself and you could be the next star of Streamberry!
Klikka teg inn, og við eini spegilsmynd av tær sjálvari fært tú boðini You are awful og boð um at skriva títt navn. So byrjar ivaleyst søgan, har tú skalt eitast at verða høvuðspersónur í tínum egna lívi. Ella er tað veruligt? Har tori eg ikki longur. Eg havi líkasum skilt boðskapin.
Við stuðli frá vælløntum juristum úr ovastu løgum í yvirflóðssamfelagnum fáa tøknirisarnir ræði á tær. Tú ert fangað í eini snaru og útaftur sleppur tú ikki. Tað er ein bleak-døpur forsjón av komandi tíðum, lata vit jura, miðlar og tøkni framhaldandi sleppa at terrorisera okkum heilt inn í stovuna og privatsferuna. Tað er narrativið og útsøgnin.
Givið er, at hetta má fáa ein enda ella í minsta lagi eina nýggja vinkling, har einaráðandi peningamakt má leggjast undir eftirlit og noyðast at sleppa eirindaleysa takinum á filmsgerð og filmiskum upplivingarrúmum.
Hóast eg ikki hyggi nógv eftir sjónvarpsrøðum, so hevur onkur av fyrru pørtunum hjá Charlie Brooker, sum hevur gjørt Black Mirror røðina, hugtikið meg. Tað var í pørtunum, har kriminell og persónar, sum onkrusvegna vórðu strikaðir, gjørdust sosialt ósjónligir. Ein greið siping til at gera upp við vinir í cyberspace. Teir kunnu sum ongan ting slettast uttan at vit tosa um vápn og dráp. Tað er so nógv léttari, sum Robert segði um V4 ella var tað Gekkin.
Nú er Charlie Brooker aftur aktuellur. Hóast røðin hevur verið í gerð í langa tíð, kom frumsýningin og verkfallið í Hollywood um akkurát somu tíð.
Í amerikanska miðilinum Deadline, sum hevur skrivað tíðindi úr Hollywood síðan 2006, sigur ein limur í Screen Actors Guild - American Federation of Television and Radio Artists, sum er í verkfalli, at leikarar beint nú síggja Joan is Awful sum eina greiða søgu um framtíðina:
- Actors see Black Mirror’s Joan Is Awful as a documentary of the future, with their likenesses sold off and used any way producers and studios want.
Gjøgnum árini eru fleiri filmar, har kendir leikarar, sum Robert de Niro, eru yngdir og fáa ungdommiligar rørslur og verumáta. Annan vegin verða teir gjørdir ódeyðiligir og hinvegin forða teir fyri, at aðrir leikarar sleppa til. Miðsavnaða maktin verður ein bági og forðing fyri at spælifilmurin, sum vit higartil hava kent hann, kann menna seg sum listagrein heilt inn í føroyskar biografar, tað er hin eina, sum er eftir.
Og so er tað ChatGPT. Skilji úr USA, at nýggjasti trendur er at skriva tíni egnu minningarorð yvir eitt langt lívsskeið akkurát soleiðis, sum tú fórðar kjattbottin. Havi roynt tað, men tími ikki at seta orðini í umfar. Men tú kanst sleppa at lesa tey við at kontakta meg. Fyrr var illa.
Ímeðan vil eg mæla til at hyggja væl eftir Joan is Awful, kanska í felag, og síðan skriva niður tínar tankar um júst hesa løtusøguna, og ikki minst um útlitini fyri filmiskum upplivingarrúmum her í landinum.
Ja, fyrst og fremst vildi eg ynskt, at mentapolitikkur tók hond um tey upplivingarrúm, ið enn eru eftir av filmiskum slagi í Føroyum. Tá varð væl sloppið, hjá okkum, ið hava áhuga í filmi. At friðhalga filmisk upplivingarrúm.