Skip to main content

Posts

Showing posts with the label tjóðskapur

Wilkinson møtir Benjamin 75 ár eftir Nürnberg

Í dag eru 75 ár síðan rættarfundirnir, Die Nürnberger Prozesse , vórðu loknir í Nürnberg, har nasistar vórðu dømdir fyri krígsbrotsverk og orðið genocide fyrstu ferð varð brúkt í altjóða rættarskjølum. Rættarfundirnir vórðu hildnir frá 20. november í 1945 til henda dag í 1946, hin 1. oktober. 75 ár eftir rættarfundirnar í Nürnberg hevur bretski dokumentaristurin, David Wilkinson, møtt ungarska sakføraranum, Benjamin Ferencz , sum er 101 ára gamal, og er hin seinasti ákærin úr Nürnberg, ið enn er á lívi.  Burturúr er komin ein 175 minuttir langur heimildarfilmur, Getting Away with Murder(s) , sum Wilkinson nú ferðast við í bretskum biografum.  Umframt Benjamin Ferencz tosar hann í filminum við Mary Fulbrook, Dan Plesch, yvirlivararnar Kitty Hart-Moxon, Malka Levine og Arek Hersh, nasistajagstraran Stephen Ankier, bretska útvarpsmannin Robin Lustig, týska ákæran Jens Rommel, Holocaustlæraran Philip Rubenstein og James Smith, sum skipar fyri Holocaust minnismerkjum. David Wilkinson sigur

Byrsumenn komnir í skotmála

Í 60 ár spældi Charlton Heston (1923-2008) í hundrað Hollywoodfilmum, kendastur í bíbilskum leiklutum sum Móses í The Ten Commandments (1956). Árini 1998-2003 varð hann formaður í amerikanska byrsufelagnum, The National Rifle Assiciation , ið er sterkasti trýstbólkur í amerikanskari søgu. Nú stendur felagsskapurin fyri falli, rýmur hann ikki úr New York.  Hvussu ber tað til, at amerikanskur tjóðskapur er so knýttur at vápnum, at fimm milliónir savnast um eitt byrsufelag, ið hevur djúpastu politisku røtur við 150 árum á baki? Ein persónlig forsøga er, at í 1984 var Listafólkastevna í Fuglafirði. Listafólkasambandið, sum tá hevði hesi frálíku tiltøk í skiftandi støðum, einaferð um árið, hevði boðið Filmsfelagnum at útvega og innleiða nýggja heimildarfilmin Fugl Fønix hjá danska Jon Bang Carlsen (f.1950).  Filmurin var um ein amerikanskan vjetnamhermann, James Jarrett, ið varð rýmdur úr býnum, tí har var løggan ikki longur at stóla uppá. Nú galt um at verja familjuna og sova við revolva

Skal nú ikki verða loyvt at prædika á føroyskum í Danmark?

Í áratíggju hava teir donsku og norðurlendsku persónar, eg havi kent og samstarvað við í hálva øld, hildið, at tær søguligu tvístøður, og kann henda illstøður, sum hava verið millum ríkispartarnar Føroyar og Danmark, hava verið íkomnar av burokratiskum handilsforvaltarum og embæstisfólki, altíð menn, ið vórðu sendir til de fjerne øer ella høvdu fingið tær til at forvalta.  Annars hava mest sum ongar forðingar av varandi ringum slag verðið millum fólkini í okkara parti av Norðurlondum.  Soleiðis hevur semja verið, í hvussu er millum fólk, sum eru aktiv innan fólksligt norðurlendskt samstarv.  Tað er til enn, fólksliga samstarvið, hóast gongdin, kanska síðan aldarskiftið, er, at alt samstarv, sum fyrr var fólksligt, verður sett í kassar og fyrisitið sum verkætlanir við enskum fyrisitingarmáli. Og so undrast fólk, at eingin áhugi er longur fyri fólksligum manifesteringum, so sum norðurlendskum mentanarvirðislønum. Alt er blivið sektoriserað og marginaliserað, ein verkætlan hjá lesandi mil

Vit fara øll til Danmarkar!

  Í einum stuttfilmi , sum skal upplýsa donsk lesandi um týdningin av donskum í Føroyum, brúka donsku filmsframleiðararnir tað sum eitt sannførandi frásøgusnildi, at øll í skúlastovuni peika upp, tá ein føroyskur lærari, enntá við tjóðveldisnavni, spyr, hvør ætlar sær til Danmarkar einaferð á lívsleiðini. Soleiðis er at vera lítil. Small er faninme ikki bjútiful. Men summi, sum eru hundrað ferðir størri, halda tað vera ein ævinligan stuttleika at blaka tílík stríðsepli á føroyska pallin, og samstundis leggja ertandi smáfeilir afturvið. Hvør feilurin er á hesari myndini, kunnu tit sjálvi bestemma. Men sjálvur haldi eg tað vera eina keldu til undran av tí stórbæra slagnum, tá staðfestast kann, hvussu sterkt føroyska málið stendur, og hvussu miðvíst tað verður styrkt hvønn tann einasta dag. Málið, sum fólkið á staðnum tosar og nýtir í samstarvi við øll onnur í allari verðini. Men sum altíð, tá um makt ræður, tá verður hin minnimenti gjørdur til spott og spæ í manesjuni hjá tí, sum er hund

Maskukontekstur

Í ár var eitt sjáldsamt høvi at taka hesa mynd á ólavsøku. Ikki tí, í útvið tjúgu ár hava fólk savnast akkurát her, á Doktaragrund at hátíðarhalda tað, sum vit hefta at hugsanini um ein tjóðardag, og hvussu langt vit eru komin í strembanini at skapa skilning fyri hesi hugsan, og síðan at skipa eina føroyska tjóð við undirtøku í fólkinum. Í gomlum døgum vóru fólkafundir júst her, so komu parkeringsplássini, sum enn standa við, og seinastu árini er tað Unga Tjóðveldi, ið hevur tikið siðin til sín at hava fólkafundir millum søguligu veggirnar, ið minna okkum á, at alt hevur sína tíð. Møttu vit júst hesum fólkahópi og vistu einki um kontekstin ella savningarmentanina, so hildu vit ivaleyst at hetta vóru nýkomin ferðafólk av einum streymlinjaðum ferðamannaskipi úr nýggja heiminum, sum við munnbindi frammaní komu í land at manifestera ástøðufundin við myndatóli eina evarska løtu fyri vinfólkum í tí fremmanda, rætt sum Marco Polo og aðrir rannsóknandi landkannarar í fyrndini. Tá høv

- Nú er tann lagaliga løtan at enda komin!

Foto: Jens Kristian Vang - Her verður søgan søgd um eitt ógvuliga týðandi skeið í okkara nýggju vinnusøgu, sum fulkomuliga hevur broytt okkara samfelag, og útlitini fyri framtíðar menning, segði Líggjas í Bø, tá bókin "Av føroyskum firðum út í stóru verð" varð løgd fram á Bakka í gjár. Eftir at hava ynskt høvundunum til lukku við bókini, helt Líggjas í Bø hesa kveiktu røðu undir yvirskriftini: Hugburðurin til nýggjar vinnur Ídnaðargerðin av samfelagnum í farnu øld hevði við sær, at nógv fólk fluttu av bygdunum til stórplássini. Hetta merkti, at stórur partur av fólkinum á størru plássunum, høvdu sínar røtur í bygdunum, sum avfólkaðust meira og meira. Hesi fyrrverandi bygdafólk harmaðust um hesa gongdina. Ivaleyst hevur hugsjónin um bygdamenning sín uppruna í hesum fyribrigdi, og bygdamenning  fekk stóra undirtøku í 60- og 70-árunum. Ein avleiðing av hesum var herrópið “Flakavirki á hvørjum tanga.” Og tá ið so prátið um laksaaling í Føroyum tók seg upp,

Korona og fjarundirvísing á TSK í Klaksvík

Á 80 ára degnum fyri bretsku hersetingina av Føroyum, og í somu viku sum danska Margreta Drotning II fylti 80 ár, skrivaði eg ein blogg um Merkið, Dannebrog og heraldikk, tí Ole Wich hevði fyrr sama dag sent mær eina mynd av donsku sjóverjutyrluni, sum fleyg við hesum fløggum, men tó við tí stóra danska omanfyri tí lítla føroyska. Ein óneyðuga provokerandi demonstratión hjá danska hervaldinum, óansæð hvussu ítøkiliga flúgvingin og flaggingin kundi vera løgd út henda dag, antin av sambandsmanni ella tjóðveldiskonu. Provokatiónin var eyðsædd og rópti eftir einum bloggi. Á Tekniska Skúla í Klaksvík høvdu lærarar lagt til merkis og lisið publiseraða bloggin, sum varð settur á skrá í føroyskum í tveimum miðnámsflokkum hjá Victoriu Absalonsen. Eg varð boðin við í undirvísingina á Teams og slapp tí at royna hesa nýggju undirvísingartøkni í praksis við kamera á netinum og tó í fjarstøðu. Tá undirvísingin varð liðug í báðum flokkunum, helt eg fyri, at um tey høvdu hug at skriva

Margretha, fyrigev teimum!

Foto: Ole Wich Einaferð, tá kreppan var í botni, og eg var á norðurlendskum samstarvsskeiði í Ebeltoft, tað mundi vera fyrrapartin í 1990’unum, fór eg á heimferðini, sum var um Keypmannahavn, til fótbóltsdyst í Parkini, har føroyska og danska fótbóltslandsliðið skuldi møtast á ein heilt nýggjan hátt, sum sjálvt eg ikki hevði sæð fyrr. Í ølsteðginum, tílíkt hava tey í fótbólti, ein ølsteðg, var ein dani, sum í ovfarakæti vildi vísa mær, hvussu nógv hann helt við Føroyum. Hann hevði gjørt sær ein klapphatt við føroyskum navni og flaggi, sum hann manuelt kundi fjarstýra við einum enda á hvørjum vanga og klappa og vinka við flaggi og vøttum, so hvørt eitt tjóðskaparligt blunk skuldi gevast. Kanska skilji eg ikki fótbóltsskemt, ella eg bara ikki vil vita av tí, tá tað kemur fyri dagin og tónar reint flagg, men eg helt als ikki at hetta var nakað at sláa upp í glens og at brúka til fólksligt fótatraðk soleiðis í eini fólkamongd við pylsum og øli. Eg minnist enn, hvussu illa eg bleiv

Tað subtila

Í hesi koronatíð, har heilsumyndugleikarnir hava tikið leiðsluna, meðan sosiala samfelagsfunktiónin er sett á standby, er at finna sær okkurt at ganga upp í. Nærliggjandi er Weekendavísin. Nýkomin á telduni. Hana helt eg í pappírsformi meðan postútbering enn var leygardag. Fyrr var tað soleiðis at týsdagur var Dimmudagur og so gekk vikan, mikudagur við ymsum temabløðum, sum ikki riggaðu, og so kom Sosialurin eisini fyri seg, modernaður, við fleiri útgávum og eini framúr vikuskiftisútgávu. Tað blaðið hevur enn ein góðan redaktionellan standard, kann henda við subtilum yvirskriftum á síðu tvey. Temablaðið hjá Dimmu, haldi tað æt Punktum alla tíðina, kanska Krydd ella Skái eina tíð, var eisini framúr, hvat subtiliteti viðvíkti. Bloggurnar vóru stuttligar inntil tær púra mistu jørðforbindilsi og blivu lallandi fjollutar. Eisini tekningarnar, gjørdar spesifikt til ávísu útgávuna, vóru framúr í eitt stutt tíðarbil. Tá var zenith í føroyskari blaðútgávu. Hetta afturhorvandi i

Bilisma fer at forkoma okkum

Tað er nú stuttligt við bilfasinatión. At verða hugtikin av bilum. Men vandi er í hvørjari vælferð, antin tú ferðast á bygd, ella skalt staðseta tjóðleikhús í Havn. Teslabilin omanfyri avmyndaði eg fyri nett fýra árum síðan á Amager, tá eg í einum suðurkoreanskum Hyundai, ið var eins gráur og føroyska summarið, koyrdi Sæland runt.  Aldri havi eg nomið við lekrari bil enn henda milliónabilin, Tesla, í modellinum S.  Tað er amerikanski Holzhausen, ið hevur savnað smekru linjuføringarnar eins og hann fyrr gjørdi fyri Mazda. Seinastu tíðina havi eg í ymsum, men altíð sannførandi høpi verið konfronteraður við ta sannkenning, at bilurin hevur ikki bara hugmyndarligar fastatøkur, men kropsligt kvørkratak á okkum heima og úti, summar og vetur.  Bilurin, ið eins og videomaskinan varð bygdur og marknaðarførdur sum hin fullkomna frælsismaskinan hjá Ford, bara tú hevði ráðini, er vorðin statussúmbolið í eini upphópaðari privatmentan á einum dunga við stakkalastási, sum James

Flaggdagur í Havn

Í skiftandi veðri frá sól til regn skipaði Havnar Hornorkestur fyri flaggdagshaldi á Vaglinum í Havn, har Regin Berg, stjórnmálafrøðingur og lærari á Glasir, helt røðu, sum er endurgivin longur niðri á blogginum. Hornorkestrið og skótarnir gingu sum vant úr Kommunuskúlagarðinum oman á Vaglið. Henda hátíðardag verður Merkið vundið á stong, og vit minnast, at bretar viðurkendu Merkið tann 25. apríl í 1940 sum tjóðmerki føroyinga, sigur heimasíðan hjá kommununi. Siðvenjan við flaggdagshaldi á Vaglinum, sum vit kenna tað, hevur verið fastur táttur á hvørjum ári síðani 1947. Seinastu árini hava Føroya Ellisakfør havt framsýning við sjáldsamum bilum og motorsúkklum í Tórsgøtu. Í ár helt Regin Berg, stjórnmálafrøðingur og lærari á Glasir, flaggdagsrøðuna, sum er endurgvin niðanfyri. Góðu áhoyrarar Uppá nógvar mátar er tað løgið, at vit enn halda flaggdag. Vit liva í einum altjóðagjørdum heimi. Vit brúka fleiri tímar hvønn einasta dag á alnótini. Vit eru bitin av